Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-09, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. november 2017síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. NOVEMBER 2017 SOSIALURIN 131 Eg ráði til, at meiri av verk­sem­ inum at fara til verka má nýtast í sambandinum mill­um miðlarnar og fólkið, sum merkir, at báðir partar mugu koma meira og djúpari á tal við hvønn annan út frá tí, sum tey hvør sær hava upplivað í teirra gerandisdegi. Í slík­um samtalum er týdningarmikið at lurta væl og tosa greitt. Og ikki minst: at vilja læra av hvørjum øðrum. Eftir slíkt samskifti kemur ein tíð til grundan (thinking). Í slíkari grundan eigur tann einstaki at lata sín egna hugsanarhátt verða møtt­an og kontrasteraðan við hugs­an­arháttinum hjá tí, ið mann hev­ur verið í samtalu við. Tann ein­staki eigur at hugsa nakað so­ leið­is: “soleiðis hugsaði eg ... ” og “soleiðis hugsaði hin ...”, - og so taka við læru av íkomna dialoginum í egn­ari grundan. Arendt leggur stór­an dent á, at fólk ikki skulu sleppa egnum hugsanarhátti, um so er, at tey eru trúgv móti teim­ um upplivingum, ið tey hava gjørt sær í egnum gerandislívi við um­ tal­aða fyribrigdinum. Men tann ein­staki eigur at leggja afturat sínari egnu hugsan, hvussu onnur, kanska í kontrast við ein sjálvan, hava upplivað sama fyribrigdi øðr­ vísi enn tey. Arendt sigur, at tá fólk klára at víðka sína hugsan við at læna innlit frá hvørjum øðr­um, so verða tey betur før fyri at taka haldgóðar avgerðir, ið á dygd­ar­ góðan hátt nýskapa tað, ið vit hava til felags: okkara SAM-felag. Eg fari at enda við einum sitati frá Margaret Wheatley, ið á ein meira einfaldan hátt enn Arendt lýs­ir, hvat kann gerast fyri at broyta okkara samfelag til tað betra: “I believe we can change the world, if we start listening to one another again. Simple, honest hum­an conversation, where we each have a chance to speak, we each feel heard and we each listen well.” 21 TÍÐARGREIN Arendt sigur, at tá fólk klára at víðka sína hugsan við at læna innlit frá hvørjum øðrum, so verða tey betur før fyri at taka haldgóðar avgerðir, ið á dygdargóðan hátt nýskapa tað, ið vit hava til felags: okkara SAM-felag.