Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-09, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. november 2017síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. NOVEMBER 2017 SOSIALURIN 131 22 E itt týdningarmikið stig var tikið, tá Arbeiðseftirlitið í 2016 fekk ser­frøð­ ing í sálarligum arbeiðs­um­hvørvið. Knossi aftanfyri hetta úrslit gjørdi fyrst og fremst Fakfelagssamstarvið, sum gjøgn­um fleiri ár hevur arbeitt við sálarliga arbeiðs­umhvørvinum hjá limunum. Men vit eru ikki komin á mál enn. Næsta stigið í mun til at gera nakað seriøst fyri at basa strongd, er holla og vísindaliga útgreinan og viðgerð til tey strongdraktu. Her hava vit tilboðini í Føroyum í dag, men tað eru sjálvstøðug vinnurekandi, ið útvikla og út­bjóða tey, ímeðan vit sjálvi skulu gjalda fyri tey. Størsta næsta stigið er tó ivaleyst, at arbeiðs­pláss og arbeiðsgevarar taka ábyrgd­ ina á seg, at ansa betur eftir starvsfólkinum. Hvussu reagera leiðarar, tá starvsfólk gerast strongd? Ein afturvendandi spurningur í kjakinum um strong er, hvat útloysandi faktorarnir eru. Strongd er okkara likam og sál sum reagerar uppá, at krøv og trýst frá um­ hvørv­inum veksur seg størri enn tað, vit klára at handfara. Strongdeyðkennini vísa seg t.d. við, at vit missa svøvnin, at vit fáa trupul­leikar við at minnast og konsentrera okk­um, at vit kunna sita í tímavís og stara inn í telduskermin til arbeiðis uttan at nakað kemur burturúr, ella við at vit í síðstu syftu bróta saman, t.d. við at vit av ong­um skera út í sjóheitan grát til ein fund á arbeiðs­pláss­ in­um. Strongd er eingin einføld líðing, og al­ oft­ast er talan um eina kombinatión av tyngj­andi viðurskiftum frá arbeiðinum og frá privatlívinum. Kanningar frá t.d. Dan­ mark vísa tó, at fleirtalið av leiðarum hava lindi til at fokusera á privat viðurskifti og per­sónligheitina hjá starvsfólkinum, sum orsøk­in til at tey gerast strongd og vera noydd at melda seg sjúkan. Danski granskarin Yun Ladegaard peikar á, at á henda hátt koma leiðararnir til at skumpa ábyrgdina frá arbeiðsplássinum og sær sjálvum og yvir á einkulta starvsfólki. Hetta sjálvt um, at granskingin hjá Ladegaard vísur, at somu leiðarar viðurkenna í spurn­ ar­skemakanning, at teirra arbeiðspláss er eyð­kent av strongdfaktorum so sum stór­um arbeiðspressi, samanleggingum og organ­isa­ tións­menning. Ladegaard meinar, at bakgrundin er, at leið­arar sum heild vita ov lítið um strongd og um, hvussu ein langtíðar sjúkramelding skal handfarast. Tað er so lætt at siga, at tá allir hinir starvsfelagarnir ikki eru sjúkir av sama arbeiðsumhvørvi, so má tað vera privat viðurskifti, ið eru trupulleikin. Og hetta ber til, líka til tann næsti á arbeiðsplássinum fer niður við strongd. Hvat kann man siga um, hvar strongd fyrst og fremst stavar frá? Tað eru gjørdar nógvar kanningar um, hvat fyri faktorar eru høvuðsorsøk til tilburðir av strongd. Fyri tað fyrsta vísa ógvusligir strongd tilburðir seg at hava røtur í bæði privat- og arbeiðslívið. Men blíva fólk spurd beinleiðis, so vísa tey oftast á arbeiðslívið sum høvuðsorsøk til strongdina. Ein størri kanning bleiv t.d. gjørd í Danmark fyri 5 árum síðani, ið vísti, at meðan bert 17% svar­aðu, at privatlívið var høvuðsorsøk til strongd, so svaraðu heili 83%, at tey fyrst og fremst upplivdu nógva strongd orsaka av arbeiðslívinum. Ein áhugaverd detalja í hesi kanning er, at tað bleiv spurt víðari inn til, hví arbeiði gjørdi fólk strongd. Langt tann stórsti parturin av teimum stongdraktu, 70%, vístu á vavið av arbeiðinum sum høvuðsorsøk til strongd. 13% vístu harafturímóti á ósemjur og keðilig sambond við starvsfelagar og leiðarar, sum høvuðsorsøk til strongdina. Hetta er áhugavert hvar vit í Føroyum aktuelt uppliva størri ósemjur á almennum arbeiðsplássum. Ein ósemja koyrir við ljós­ møðrunum á Landssjúkrahúsinum, sjúkra­ røktarfrøðingar eru júst farnir í arbeiðssteðg, leiðsla og fleiri starvsfólkið á Glasi hava haft opna ósemju í fjølmiðlunum – bara fyri at nevna nøkur dømi. Tílíkar ósemjur elva á einu síðuni til, at nøkur gerast strongd. Og hin­vegin so elvur eitt arbeiðsumhvørvi eyð­kent av strongd til, at ósemjur millum starvs­fólki lættari stinga seg upp og gerast drúgv­ar. Tey, ið hava ábyrgd fyri at loysa og sam­ ráðast í tílíkum ósemjum, eiga at hava fyri eyga, at strongd bæði kann vera partur av orsøkini til ósemjur, umframt ein sera keði­ lig avleiðing. Vit blíva ikki klókari Tann mest óhepna avleiðingin av, at ar­ beiðs­gevarar og leiðarar hava lindi til at gera strongd til privatar avbjóðingar hjá starvs­ fólkinum er, at vit ikki gerast klókari uppá, hvussu vit sniðgeva og viðlíkahalda arbeiðs­ umhvørvi, hvar fólk trívast og kunna folda seg út uttan strongd. Ironiin er, at arbeiðs­ Ein skal hava goymt seg væl, um ein ikki hevur hoyrt boðskapurin um, at strongd er ein vaksandi samfelagsavbjóðing. Vit hoyra regluliga um uppgerðir og kanningarúrslit, sum fortelja um tær risastóru upphæddir av peningi, ið fara til spillis, og um tey fólk, ið koma heilt illa fyri, nøkur so illa fyri, at endaliga avleiðingin er, at tey heilt einfalt doyggja av sjúkum sum fylgja av, at uppliva strongd yvir longri tíðarskeið. HVØRJI ERU NÆST STIGINI Í ARBEIÐI FYRI AT BASA STR TÍÐARGREIN Tíðargrein eftir Suna Poulsen, sálarfrøðingi Tað er so lætt at siga, at tá allir hinir starvsfelagarnir ikki eru sjúkir av sama arbeiðsumhvørvi