hósdagur 9. november 2017síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. NOVEMBER 2017
SOSIALURIN 131
23
pláss uttan strongd sum heild eru eyðkend
av hægri produktiviteti.
Um arbeiðsgevararnir gerast betur til
at viðurkenna og taka ábyrgd fyri, at sjálvt
arbeiðsplássið er partur av – og ofta høvuðs
orsøk til strongdtilburðir, so er møguleikin
til staðar til bæði at minka um strongd
framyvir, umframt at starvsfólki faktisk
fær meira frá hondini.
Vit vita havt skal til, men
eingin samskipar tilboðið
Eitt er fyribyrging, men hvat hendir, tá
óhappið er úti og fólk gerast sjúk av strongd?
Aktuella kjakið í Danmark handlar um, at
kommunurnar bjóða sera ymisk tilboð til
tey strongdraktu. Í onkrum kommunum
fáa strongdrakt bjóða rennitrening, í øðrum
mindfullness og kostráðgeving og aftur í
øðrum psykologsamrøður. Ein trupulleiki
er eisini, at tilboð, sum eru prógvað at
hjálpa eksistera síðu um síðu við tilboð, har
eingin vísindalig gransking er gjørd í mun
til effektina.
Í Føroyum eru vit ikki komin so langt
enn. Her heima finnist einki samlað tilboð
til persónar, ið koma illa fyri av strongd.
Hetta sjálvt um vit hava allar partarnar
av eini effektivari viðgerð í landinum. Eitt
konsept, sum hevur víst seg sera effektivt, er
ein trídeild viðgerð. Fyrst skulu fólk stuðlast
til at koma fyri seg likamliga, og her hjálpir
t.d. fysioterapi, yoga ella meditatión.
Harnæst skulu tey strongdraktu hjálpast
við at fáa innlit og yvirlit yvir, hvussu tey
endaðu við at brotna mentalt, og hvussu tey
ansa betur eftir sær sjálvum framyvir. Ofta
fylla skomm- og skuldarkenslur, ørkymlan
um hvør hevur skylduna og vreiði móti
starvsfeløgum og leiðarum. Fólk skulu
bjóðast sálarfrøðiliga viðgerð í mun til at
fáa greiði á hesum viðurskiftum.
Endaliga vísir tað seg týdningarmikið, at
fólk fáa eitt slag av “sosialráðgevara stuðli”;
t.v.s. eina uttanveltaða kontakt til arbeiðs
gevaran, sum kann samráðast um, hvussu
tann strongdrakti skilabest kemur aftur
til arbeiðis, t.d. fyrst í niðursettari tíð, og
hvussu man tryggjar, at tann strongdrakti
ikki troppar upp til somu arbeiðsviðurskifti,
ið eru heilsuskaðilig, og at arbeiðsuppgáv
urnar ikki bara hava hópað seg upp á skrivi
borðinum.
Í dag er nýtslan av hesum
tilboðum ósolidariskt
Aktuelt fáa nøkur goldið professionella
viðgerð av teirra arbeiðsgevarunum – tað eru
serliga privatu arbeiðsgevararnir í Føroyum,
ið hava gjørt hetta. Ímeðan onnur antin
mugu gjalda sjálvi ella velja viðgerðina frá,
sum vit vita er best.
TU
NUM
RONGD?
UTTAN
STRONGD
Hvussu ansa vit best eftir
hvørjum øðrum og okkum
sjálvum á arbeiðsplássinum?
Fríggjakvøldið 17. november kl. 19.30
skipar Magistarafelag Føroyar fyri
almennum tiltaki um strongd. Tiltakið
verður í Reinsarínum í Tórsgøtu 3.
Strongd er ein fólkasjúka, ið fleiri
og fleiri av okkum verða rakt av.
Ein fólkasjúka, ið bæði hevur stórar
menniskjaligar og fíggjarligar kostnaðir
fyri okkum sum samfelag.
Kanning hjá Starvsmannafelagnum
frá 2014 vísti, at annar hvør limur hevði
kent seg strongdan undanfarnu árini.
Umleið 20 prosent høvdu verið hjá
lækna við strongd, og umleið 10 prosent
høvdu verið sjúkrameldað vegna strongd.
Aðrar kanningar vísa, at støðan er lík hjá
øðrum fakbólkum, og at henda mynd
viðvíkjandi strongd er afturvendandi á
øllum arbeiðsmarknaðinum.
Um vit samanlíkna hesi tøl við
kanningar úr Danmark sigur ein meting,
at strong hvørt ár kostar føroyska
samfelagnum 140 mió. kr. í sjúkrafráveru,
mistum arbeiðsføri og útreiðslum í
heilsuverkinum – og at hvørt ár doyggja
fleiri føroyingar sum avleiðing av strongd.
Ábendingar eru um, at trupulleikarnir
við strongd eru størri á tí almenna
arbeiðsmarknaðinum enn hjá tí privata.
Í 2016 bleiv arbeiðsumhvørvislógin
víðkað til eisini at fevna um sálarligt
arbeiðsumhvørvi. Tó eru ongin miðvís
og munadygg átøk frá almennari síðu, ið
skulu fyribyrgja og basa strongd. Almenni
starvsfólkapolitikkurin hjá Føroya
landsstýri er sjón fyri søgn fyri at miðvís
átøk mangla. Tí í starvsfólkapolitikkinum
verður strongd ikki nevnt við einum
einasta orði.
Við tiltakinum vil Magistarafelagið
varpa ljós á, hvussu vit kunnu fyribyrgja
og basa strongd á arbeiðsmarknaðinum.
Endamálið við tiltakinum er at kortleggja
og meta um hugskot, ið veruliga kunna
gera ein mun. Kvøldið endar við, at
luttakarar og áhoyrarar atkvøða um,
hvørji tiltøk eru bestu at fyribyrgja
strongd framyvir.
Skrá fyri tiltaki:
19.30–20.10 Tvær framløgur frá
serfrøðingum
Yun Ladegaard, sálarfrøðingur á
Københavns Universitet – granskar og
undirvísir í viðgerð av strongd og strongd
á arbeiðsplássum. Harumframt granskar
hon í, hvat fer fram á arbeiðsplássinum
og í donsku arbeiðsskaða skipanini, tá
ið eitt starvsfólk gerst sjúkt orsaka av
arbeiðinum.
Tóra Petersen, sálarfrøðingur, Ph.d.
arbeiðir m.a. við viðgerð og ráðgevur
fyritøkum og stovnum um hvussu
starvsfólk sum hava upplivað tilburð við
strongd kunnu koma aftur til arbeiðis á
bestan hátt.
20.20–21.00 Rundborðskjak og atkvøða:
Hvussu fyribyrgja vit best strongd?
Jón Brian Hvidtfeldt, journalistur,
er orðstýrari í kjaki. Gestir verða
politikarar, leiðarar og avgerðartakarar,
ið umboða og mynda arbeiðsmarknaðin.
Høvuðsspurningarnir eru: Hvussu
ansa vit best eftir hvørjum øðrum á
arbeiðsplássunum? Og hvørji tiltøk
kunnu gera størsta munin at fyribyrgja
strongd?
Hugskot til tiltøk, sum koma fram
gjøgnum kvøldið, verða skrivaði niður. Vit
enda við eini atkvøðu um, hvørji tiltøk eru
tey bestu og munadyggastu at fyribyrgja
strongd.
Tiltakið er ókeypis og øll er vælkomin
Magistarafelag Føroya
TÍÐARGREIN
Harnæst skulu
tey strongdraktu
hjálpast við at fáa
innlit og yvirlit
yvir, hvussu tey
endaðu við at
brotna mentalt