hósdagur 9. november 2017síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. NOVEMBER 2017
SOSIALURIN 131
24
H
vussu sær ein alko
holikari út? Hvørjar
myndir koma fram
fyri teg, tá ið tú hoyrir
orðið, "alkoholikari"? Hvat fær
orðið teg at hugsa um?
Hetta spurdi eg ein áttanda
flokk, tá ið eg og tveir starvsfelagar
av Blákrossheiminum vóru og
tosaðu við tey um ung og rús. Fyrsti
fingurin fór upp. "Ein bumsur?"
Og tað er júst tað. Eg vænti nógv
í føroyska samfelagnum hava eina
rættiliga greiða mynd av hvat ein
sokallaður alkoholikari er. Tað
fyrsta, hugsað verður um eru
bumsar, oftast menn, staðbundnir
í miðbýnum í Havn. Vit hugsa um
stórar nøgdir av rúsdrekka. Um
lang tørn. Vit kalla alkoholismu
fyri sjúku. Vit seta tey, sum stríð
ast við rúsmisnýtslu í bás og
síggja niður á tey. Fordómarnir
eru sterkir.
At tálma og fyribyrgja
Kjakið koyrir heitt í løtuni, nú tað
eru 25 ár síðani, at Rúsan opnaði.
Tað er greitt, at rúsdrekkanýtslan
hjá føroyingum er minkað eitt
sindur og er broytt síðani Rúsan
kom. Men hvussu skal framtíðin
síggja út? Skulu vit framhaldandi
hava einkarsølu? Ella skal rús
drekka seljast í vanligum mat
vøruhandlum? Partur av orðaða
endamálinum hjá Rúsuni er, at
"minka um rúsdrekkanýtslu og
fyribyrgja rúsdrekkamisnýtslu".
Og rúsdrekka- og rúsevnapolitikk
urin hjá landinum skal, sambært
framløguni hjá heilsumálaráðharr
anum, Sirið Stenberg, snúgva seg
um "fyribyrging í breiðum høpi" -
og í hesum sambandi verður Rús
drekkasølan beinleiðis nevnd. Um
endamálið er at tálma rúsdrekka
nýtsluni, hvør er so besti mátin at
gera tað?
Breið semja er millum tingfólk
- nøkur einstøk tó undantikið - um
at beinleiðis samband er ímillum
atkomiligheit og hvussu nógv
verður drukkið. Lættari tað er at
fáa fatur á rúsdrekka, meira drekka
fólk av tí. Hetta er niðurstøðan,
gransking á økinum kemur til og
er leisturin, okkara grannalond ar
beiða út frá. Atkomiligheit er ikki
tað einasta, sum spælir inn, men er
ein týdningarmikil partur av fyri
byrgingarsligu heildini. Vilja vit
fyribyrgja misnýtslu og tryggja,
at nýtslan er so lá sum møguligt,
bendir alt á, at vit skulu seta rími
ligar avmarkingar á atkomiligheit
ina.
Men hvat er tað, vit vilja tálma
og fyribyrgja? Hvat er misnýtsla av
rúsdrekka í veruleikanum?
Tann desperati,
uppfinnsami rúsbundni
Tí eitt av argumentunum, sum
summi, ið vilja hava rúsdrekka
út í handlarnar, føra fram, er, at
Rúsan strangt tikið er óneyðug, tí
einki kann í veruleikanum forða
einum sokallaðum alkoholikara
at skaffa sær rúsdrekka. Ert tú
veruliga bundin og kennir tú ein
nóg átroðkandi tørv á at drekka,
kann tað gera tað sama um rús
drekka er til sølu í eini einkarsølu,
einum matvøruhandli, onkra aðra
staðni ella ongastaðni! Kosta hvat
tað kosta vil, so fært tú okkurt at
drekka. Hetta skal vera eitt argu
ment fyri sokallaðari liberalisering,
sambært teimum, sum vilja hava
rúsdrekka í matvøruhandlar.
Tað kann væl vera, at tað passar,
at atkomiligheit í onkran mun er
óviðkomandi fyri tann veruliga
desperata og uppfinnsama rús
bundna og tað tí, fyri hann, kann
gera tað sama um rúsdrekka fæst
her ella har. Men við hesum fylgir
ikki, at rúsdrekka tí saktans kann
seljast í matvøruhandlum uttan at
tað skaðir nakran.
Vit hava í Føroyum sterkar for
dómar ímóti rúsdrekkamisnýtslu.
Vit hava eina greiða mynd av hvat
slík misnýtsla er. Men sterka og
greiða fatanin, vit hava av "alko
holismu" og "misnýtslu", kann gera
tað torført hjá okkum at fáa eyga
á trupulleikar, sum ikki passa inn
í hesa fatanina. Hetta er galdandi
fyri samfelagið sum heild, men
eisini fyri misnýtaran sjálvan.
Tú nýtist ikki at hava eitt fast
sitipláss í Steinatúni fyri at hava
ein rústrupulleika. Tað eru ikki
bara sokallaðir alkoholikarar, sum
hava trupulleikar við rúsdrekka.
Tú kanst drukkin seta teg í ein
bil og koyra eitt barn yvir, fyrstu
ferð tú yvirhøvur drekkur. Ger tín
nýtsla av rúsdrekka tað torført hjá
tær, at halda avtalur við vinir, at
gera tíni skúlating ella at liva upp
til skyldur til arbeiðis, so hevur
tú ein rústrupulleika. Skapar tín
nýtsla stríð í parlagnum, so hevur
tú ein rústrupulleika. Gerst tú ein
persónur, sum tær ikki dámar og
kanst tú ikki forsvara tína atferð
yvirfyri tær sjálvum, so hevur tú
ein rústrupulleika. Vendir tú tær til
rúsin ístaðin fyri at fyrihalda teg til
tínar keðiligu kenslur, so hevur tú
ein rústrupulleika. Tú ert kanska
ikki ein "alkoholikari". Men tú
hevur ein rústrupulleika.
Ikki nøgd, men fylgir
Kanska skulu vit fara frá, at tosa um
misnýtslu. Kanska skulu vit heldur
tosa um problematiska nýtslu. Um
orðið "misnýtsla" blindar okkum
yvirfyri vandunum og skaðunum,
sum fylgja við nýtslu, sum hóast
hetta ikki er so ekstrem, at vit meta
hana vera misnýtslu, so er orðið til
meira skaða enn gagn.
Misnýtsla snýr seg ikki um nøgd,
tað snýr seg um fylgir. Einki barn,
sum er vaksið upp við foreldrum,
sum høvdu rústrupulleikar, tosar
um hvussu nógv tey drukku. Barnið
tosar um hvussu tey broyttust. Um
hvussu tey knappliga skiftu ham,
knappliga vóru fráverandi, krops
liga og kensluliga, og um ótrygg
leikan og óttan, sum fylgdi við og
eitraði gerandisdagin.
Tað hevði verið nógv lættari,
um sokallað alkoholisma var eitt
greitt, skilamarkað fyribrigdi har
úti onkursvegna, og spurningurin
um tú vart innanfyri ella uttanfyri
snúði seg um genstandir, livratøl
ella hvørt lokalu bumsarnir
kendu títt navn ella ikki. Tíverri
er tað ikki so lætt. Tá tað kemur
til rústrupulleikar, krevst sjálvs
innlit og sjálvrannsakan. Hvussu
nógvum rúsi ert tú til reiðar at
liva við? Hvussu nógv metir tú teg
hava ráð til, yvirfyri maka, børn
um, arbeiði, skúla og tínum nær
samfelagsligu skyldum? Hvussu
ofta skulu børnini síggja teg ávirk
aðan? Hvussu nógvar sjúkradagar
kanst tú góðtaka? Kann arbeiðs
gevarin góðtaka? Hvussu nógv í
tíni fíggjarætlan er sett av til rús
drekka? Hevur tú hugsa um heils
una hjá tær? Fyriheldur tú teg til
tína kenslur ella drekkur tú pínuna
burtur? Og so framvegis.
Tað er her, tað at tálma og fyri
byrgja gerst viðkomandi. Eitt
er hvat sokallaðir alkoholikarar
drekka og hvussu teir fáa fatur á
tí. Men um tað er soleiðis, at rús
trupulleikar eru nakað, nógv fleiri
enn bara "alkoholikarar" hava og
uppliva, so er tað væl og virðiliga
innanfyri áhugamálini hjá einum
samvitsku- og ábyrgdarfullum
samfelagi, at taka rústrupulleikar í
breiðasta høpi í álvara. Tálmandi og
fyribyrgjandi rúsdrekkapolitikkur
má taka í álvara tað, at tað ikki
bara eru "alkoholikarar", sum hava
trupulleikar við rúsdrekka.
TÍÐARGREIN
Arni Zachariassen, rúsevnisráðgevi á Blákrossheiminum
TAÐ ERU IKKI BARA
"ALKOHOLIKARAR", SUM
HAVA TRUPULLEIKAR VIÐ
RÚSDREKKA
Men sterka og
greiða fatanin,
vit hava av
"alkoholismu"
og "misnýtslu",
kann gera
tað torført
hjá okkum
at fáa eyga á
trupulleikar,
sum ikki passa
inn í hesa
fatanina
Misnýtsla snýr
seg ikki um
nøgd, tað snýr
seg um fylgir.
Einki barn, sum
er vaksið upp
við foreldrum,
sum høvdu
rústrupulleikar,
tosar um hvussu
nógv tey drukku