Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-09, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. november 2017síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. NOVEMBER 2017 SOSIALURIN 131 26 Óli Jacobsen Naena Danielsen: Siðsøga SIÐSØGA Óli Jacobsen T að var jólaaftan í 1873, at Nicolina og Per Høj­ aard búsettust í Rituvík. Tey vóru omma og abbi Naenu. Fleiri komu aftaná teim­ um, og roknað verður við átta nið­ur­setuhjúnum. Nicolina og Per áttu 12 børn. Tað áttanda var Perlina, mamma Naenu. Hon giftist við Poul Amali­ el Mikkelsen, ættaður úr Barbu­ stovu í Syðrugøtu. Naena greiðir frá: Góð minni úr Rituvík Mína familju í Rituvík, haðani mamma kom, havi eg góð minni frá. Fyrstu ferð eg fór til Rituvíkar hevur Nikal systkinabarnið, sonur Onnu, greitt mær frá. Hann var tá um 12-13 ára aldur. Mamma hansara segði ein morgun við hann, at hann skuldi fara til Ritu­ víkar við mær og abba mínum, Petur Paula. Tá ið Nikal spurdi, hví eg skuldi til Rituvíkar svaraði Petur Pauli, at tað var tí, at “mostir tín er farin at hugsa seg um aftur”. Tá varð ikki fortalt fyri børnum, at mamma teirra var við barn. Tí skuldi gevast eitt so tokut svar. Hetta hevur nokk verið, áðrenn tvíburðasystrar mínar, Petra og Antona vóru føddar, tær eru hálvtriðja ár yngri enn eg. Teir báðir fara til gongu um Gøtueiðið yvir á Skipanes. Eg bleiv borin í leypi. Síðan róðu vit út í Heiðarnar og gingu um Háls­ in til Rituvíkar. Nikal man hava ansað eftir mær, meðan abbi hev­ ur róð. Mær dámdi ógvuliga væl at vera hjá ommu í Rituvík. Eg var fleiri ferðir eftir hetta eitt skifti í Rituvík. Børnini har spældu væl saman. Tey sum eg best minnist sum spælibørn, vóru Essemi, Henny, Dania og Jakku. Tey fyrstu í Rituvík Abbi og omma vóru tey fyrstu, sum búsettust í Rituvík. Tað var jólaaftan í 1873, at tey í óbygdum settu seg niður, uttan at garðar vóru lagaðir um trøðna ella annað fyri­reikingararbeiði var gjørt so sum lending og vegur. Tvey ár seinni kom Dánjal Petur, abba­ beiggi, og konan Elsa Susanna, ættað úr Hvalvík. Hon hevði tænt á Nesi hjá Hamm­ershaimb prósti. Tey bygdu tað eystasta húsið og fingu trøð har. Tað gingu nøkur ár, til hinir niðursetumenninir komu so við og við. Millum hesar vóru tveir aðrar abbabeiggjar okk­ara, Johan Christian í 1879 og Hans Pauli í 1889. Nú høvdu átta húski sett seg niður í Rituvík. Lang­abbi okkara, Dánjal bóndi, fór sjálvur til Rituvíkar og máldi teim­um traðarstykkini upp. Hesi kunnu sigast at vera væl størri enn vanligar traðir. Hóast fýra av niður­setumonnunum ikki vóru synir hansara, fingu allir líka stóra vídd at dyrka. Hetta vóru rask­ir menn, ið veltu, tá ið ikki var útróðrarveður. Teir gjørdu eitt vala­arbeiði, væl stuðlaðir av teirra konum, ið tóku lut í øllum ar­beiði. Bygdin vaks skjótt. Tey átta húsini fingu 62 børn, ið eisini tók lut í øllum arbeiði, so skjótt tey dugdu at gera nyttu. Skjótt var nógvur bøur veltur í Rituvík, tí lendið lá væl fyri at dyrka. Har var góður sólargangur, tí var tað gott kornpláss, og eplini fruktaðu væl. Ein annan stóran fyrimun høvdu tey fram um nógv onnur pláss í Føroyum. Mógvurin treyt ikki, og tað bleiv so nógv torv skorið og turkað í Rituvík, at teir róðu til Havnar við fullum bát­um av torvi og seldu tað har til betra slagið. Í Rituvík høvdu teir stuttan veg út á fiskileiðir, men lendingarviðurskiftini vóru ikki góð, so tað stóð mangan á at lenda, tá ið veðrið øtlaði. Men tað gekk alt, tí samanhaldið millum bygdafólkið var so avbera gott. Konurnar máttu avreiða fiskin Vit duga ikki at hugsa okkum allar tær avbjóðingar hesi fyrstu fólkini møttu á leiðini. Søgurnar eru fleiri, sum ein dag abbi var yviri í Nevið og røktaði seyð, at hann fór at lota lágt og vindurin vaks. Hann rann heim til húsa, har omma møtti honum og segði, at henni fór at tørva jarðarmóðir. “Fyrst mugu vit bjarga bátinum”, segði abbi. Tá máttu so allar tøkar hendur at fáa bátin upp fyri bakkan, so fáment tey vóru. Tá ið tað vóru fylgjandi útróðr­ ar­dagar, máttu konurnar við leypi heim í Heiðar at avreiða fiskin. Har keyptu tær so tað mest neyðtur­ viliga til húsarhaldið. Tað kom so við í leypin. Tær bóru tískil byrður báðar vegir, og ofta bóru tær eisini barn undir belti. Eg var 11 ár, tá ið omma doyði, 84 ára gomul. Hon átt 12 børn í 27 ár. Tað var lívsjáttandi at minn­ast ommu, so lívsglað og løtt í sinn­in­ um. Hon var farin um tey 80 árini, tá ið hon kom til Gøtu í samband við, at KFUK hevði summarlegu har. Skraddarin, Palli Thomsen, ommu­ son­ur hennara, seymaði henni tá ein nýggjan kjóla. Hon segði at, “tú skuldi ikki lagt í at seyma ommu fleiri kjólar, tí nú fái eg skjótt ein hvít­an búna”. Her hugsaði hon um tað himmalska. Abbi og Johan Christian, abba­ beiggi vóru røktingarmenn hjá pápa sínum. Eg minnist ikki so nógv at greiða frá abba, eg haldi, at hann hevði meira áhuga í dreingj­ unum í familjuni. Ommu havi eg nógv gott at minnast til. Hon var eitt deiligt menniskja, hevði altíð eitt lætt sinni og var altíð í góðum lag. Okkum børnum dámdu so væl at vera inni hjá ommu, tá ið tað ikki var veður at spæla úti. Hetta var nokk tí, at hon var so løtt í sinninum. Systkini hjá mammu Mamma átti 11 systkin, av teimum búði fimm í Rituvík. Dánjal Petur, mammubeiggi, bygdi sær hús, áðrenn hann og Jana giftust. Húsini vórðu bygd so stór, at abbi og omma komu at hús­ast í øðrum endanum. Hanus mammu­beiggi bygdi tað eystasta húsið í bygdini, áðrenn hann og Nikolina giftust. Hann førdi Irex hjá Absalon á Skála eina tíð. So komu triðju húsini hjá Petr­ inu og Óla Christian, mammu­ beiggja. Tey fluttu seinni til Toftir at búgva. Fjórðu húsini vóru hjá Dinnu og Edvard, mammubeiggja. Edvard var tiltikin fyri sínar kreftir og góðu arbeiðsevni. Hesi húsini stóðu eitt sindur fyri seg og vóru av hinum kallað Handan Brekku. Eg minnist einki Naena var gøtufólk, men mamman úr Rituvík. Naena legði eftir seg áhugaverda frásøgn um sína móðurætt FYRSTA HØJGAARDÆTTIN Í RITUVÍK Naena Danielsen dugdi væl at greiða frá.