Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-09, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. november 2017síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. NOVEMBER 2017 SOSIALURIN 131 27 til, at vit fóru aðrar staðir at spæla. Men vit vóru nógv børn í hesum fýra húsunum, og vit spældu væl saman. So búði Inga, mostir, og maður hennara Peter Jacob Petersen eisini í Rituvík. Tey búðu heilt yviri í víkini, tey høvdu postin um hendur. Per, sonur teirra, búði hjá okkum i Syðrugøti í fleiri ár. Honum dámdi væl at tosa um tíð­ina í Gøtu og var ógvuliga góður við okkum øll. Per var kendur sum “kokk­urin” á ferðamannaskipinum Tróndi. Símun, mammubeiggi, búði á Toftum. Hann var ungur maður, tá ið konan, Josefina, doyði. Hann kom at hava eina eldri hús­hald­ irsku, til hann seinni flutti til Skála til sonin, Svend, at búgva. Hann bleiv 99 ára gamal. Hann yvir­ livdi allar sínar fýra synir. Nanna, dótt­irin, røkk eisini ein heilt høgan aldur. Palli mammubeiggi búði í Heið­ un­um, har hann bygdi í gerðinum hjá sær. Hann sigldi við William Martin, ein ímynd av Rituvík, sum bestimaður ein mansaldur. Hann bleiv 75 ár. Húsini stóðu nakað ovarlaga í bønum, so vit løgdu altíð leið­ ina tann vegin, tá ið vit fóru til Rituvíkar. Tá var tað gott at hvíla seg eina løtu, áðrenn vit hildu fram til gongu upp um Háls­in. Vit fingu altíð ein góðan drekka­ munn frá Fíu, konu Palla, áðrenn vit fóru víðari. Hon var altíð blíð at koma inn til, og vit hava eisini altíð havt eitt gott samskifti við systk­inabørnini har. Øll 11 systk­ini hjá mammu náddu vaksna­manna­ aldur. Harðar lagnur Elisabeth, sum æt eftir ommuni á Nesi, var gift við Jóan Paula í Leiv­stovuni á Toftum. Hon doyði av týfus frá tveimum børnum. Mað­urin og dóttirin doyðu ikki so langt aftaná. Sonurin, Jens Petur, vaks upp hjá fastrini, ið var gift við skip­aranum á Annu, Theodor Poul­sen, sum var systkinabarn mammu hansara. Tá ið Anna gekk burt­ur við mann og mús í 1924, hon sigldi á land í Íslandi, var Jens Pet­ ur við. Hann var ógiftur. Tískil er eingin eftir av húskinum hjá Elisa­ beth mostir. Niklas, mammubeiggi, doyði eis­ini í bestu árum á veg heim frá Hetlandi við Silver Belle. Hann var bestimaður hjá beiggja sínum, Símun, sum átti skipið. Júst útfarnir kom hann fyri bumm­in, ið slerdi yvir, og tók hann yvirborð. Líkið var seinni funnið og Niclas varð jarðaður í tí nýggja kirkju­ garð­inum í Lerwick í Hetlandi. Hann bleiv bara 24 ára gamal. Yngst av systkjunum hjá mammu var Simona. Hon fór 18 ára gomul til Suðuroyar at tæna. Meðan hon arbeiddi har, bleiv hon sjúk. Tað var maga­sár, og hon spýði nógv blóð. Mamma fór suð­ur at vera hjá henni, og tey høvdu vón um, at hon fór at koma seg. Men tá ið tey byrjaðu at geva henni mat aftur, fór hon aftur at spýggja og doyði. Ringasta morð síðan Káin drap Ábel Av eftirkomarunum hjá niðursetu­ fólk­unum í Rituvík komu nógvir at sigla sum skiparar og bestamenn, og fleiri áttu skip sjálvir. Dánjal Petur, mammubeiggi, keypti sær sluppina William Martin, sum hann sjálvur førdi, til dreingirnir hjá honum tóku yvir. Tá ið hon var blivin gomul og útslitin, eins og mammubeiggi sjálvur, bleiv hon søkt nakað út frá Nólsoynni. Hetta tók mammubeiggja ógvuliga meint. Hann var góður við skipið, ið hann hevði keypt sær, tá ið hann var uppá tað besta, og tað hevði givið honum úrtøku til hús og heim. Tá hevði hann fyri munni, at “hetta var ringasta morð síðan Káin drap Ábel”. Tað var nokk ikki so lætt at foreina seg við ta nýggju tíðina. Hann hevði seyð og gæs, sum hann hugnaði seg við á trøðni, har húsini stóðu, trøðin sum hann hevði velt úr haga saman við pápa og brøðrum sínum. Troystin hjá mammubeiggja Eg fari at draga eitt minni fram í samband við Dánjal Petur mammu­beiggja, sum hevur verið mær dýra­bart. Eg stóð við trappuna hjá ommu og longdist eftir mammu, hann man hava sæð tað. Eg síggi hann fyri mær, kom yvir eftir vegnum og sneiddi niðan móti húsinum. Hann tók tvørtur um meg og gav mær ein muss “Sum tú líknar mammu tíni, hon var altíð so fitt”, segði hann. Sum tað vermdi og hevði nógv at týða hjá eini lítl­ari smá­gentu, sum stóð har og longd­ ist eftir mammu síni. Símun mammubeiggi átti slupp­ina Silver Belle, sum hann fisk­aði ógvuliga væl við. Tá heilsan fór at bila, tók sonurin Piddi við. Mammu­beiggi keypti sær jørð og fór at bóndast og man hava verið ein av størstu ognarmonnum, sum hevur verið í Føroyum. Óla Christian var ungur, tá ið heilsan fór at bila. Annars vóru allir mammubeiggjarnir sera rask­ ir og dugnaligir menn. Ein systir er eftir at nevna, og tað er Anna mostir, sum giftist til Syðrugøtu við Tummas Thomsen, vanliga kall­aður Tummas har Niðri. Hon og mamma vóru ógvuliga góðar systr­ar og hjálptu altíð hvørji aðr­ ari, tá ið á stóð. Tá ið eg kom úr skúla fór eg ofta líka inn á gólvið hjá Onnu mostir, tað hoyrdi bara til. Ein lítil steðgur, og mamma goymdi okkum døgurða, um hini høvdu etið framman undan. Naena var eitt fróðarfólk Hetta verður tað seinasta, sum frætti­st frá Naenu. Hon var eitt rættiligt fróðarfólk, sum hevur latið nógvar frásagnir til fyrst FF-blaðið og síðan til Sosialin. Hon skrivaði bæði um ætt og um lívið í gomlum døgum í Gøtu. Hon giftist við Sigurd Danielsen av Hvítanesi. Hon skrivaði eisini um hansara ætt og um Hvítanes. Í 2012 var Naena 85 ára gomul og framvegis væl fyri. Men knapp­ liga fekk hon eitt strik og doyði stutt eftir. Tá lá ein frásøgn eftir henni, sum ikki skuldi koma fram, með­an hon livdi. Hennara partur í bókini Tær bygdu land og henda greinin er tað seinasta, sum hon hevur skrivað, og sum nú er komið alment fram. Komandi partur Í komandi tveimum pørtunum verður frásøgn um danska javnaðarpolitikaran H.P. Hansen, sum í 1915 kom til Føroya at slóða fyri einum javnaðarflokki. Men henda ætlan var forpurrað av grindaboðum! Rituvík í gomlum døgum. Úr Keraldinum nr. 8/2003 Per og Nicolina Højgaard. Fyrstu hjúnini í Rituvík. Fýra mammubeiggjar hjá Naenu: Hanus, Palli, Dánjal Petur og Edvard. William Martin, ein ímynd av Rituvík. Var m.a. “skúlaskip” hjá Paula Ellefsen, fyrrverandi løgmanni, sum eisini var ein Højgaard úr Rituvík.