Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-09, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. november 2017síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. NOVEMBER 2017 SOSIALURIN 131 28 TRÓNDUR ARGE Í fyrsta ættarliðnum av U21 landsliðsspælarum vóru spælarar sum Gunnar Nielsen og Jónas Tór Næs við. Síðani kom tiltikna U21 landsliðið, ið millum annað vann á Russlandi, og fekk heili 11 stig tilsamans. Á liðnum vóru spælarar sum Jóan Símun Edmundsson, Róaldur Jakobsen, Odmar Færø, Viljormur Davidsen, Jóhan Troest Davidsen, umframt at ein ungur Hallur Hansson eisini byrjaði at vísa seg fram. Soleiðis kanst tú fara gjøgnum øll ættarliðini av U21 landsliðunum og finna spælarar, sum hava verið á landsliðnum. Í fleiri førum hava tað bara verið aldursforsetarnir, Fróði Benjaminsen og Atli Greg­er­ sen, ið ikki hava spælt á U21 lands­ liðnum, tí einki landslið var, tá teir vóru í U21 aldri. Tí er sannlíkt, at fleiri av hesum verða at síggja á A-landsliðnum í framtíðini. Her er U21 landsliðið Málverjar: Elias Rasmussen Felag: Víkingur Aldur: 21 Hevur fingið sítt gjøgnumbrot í føroyskum fótbólti í ár. Tók við í málinum hjá Víkingi, eftir at Geza Turi gavst. Hevði tað torført tíðliga í kappingini, men vísti millum annað í Champions League dystunum, at hann er ein málverji í framgongd. FM vinnari í sínum fyrsta ári er ikki so gali. Karstin Hansen Felag: NSÍ Aldur: 20 Er eykamálverji hjá NSÍ, har Símun Rógvi Hansen er fyrsta val millum stengurnar. Fekk nakrar dystir móti kappingarenda og stóð seg væl, umframt at hann hevur vunnið plássið í málinum á U21 landsliðnum seinastu dystirnir. Er á veg fram. Verjan: Jóannes K. Danielsen Felag: KÍ Aldur: 20 Hevur spælt alla seinnu hálvu á høgra bakki hjá KÍ. Hevur ment seg nógv og tað hevur gjørt, at hann nú á fyrsta sinni er úttikin til U21 landsliðið. Hevur fyrr skotið nógv mál sum áleypari, men er í løtuni høgri bakkur. Ari Olsen Felag: Skála Aldur: 19 Høgri bakkurin á Skála fekk sítt gjøgnumbrot í fjør, tá hann spældi at kalla allar dystirnir. Tað gjørdi hann aftur í ár. Hevur ikki fingið sínar fyrstu minuttir á U21 lands­ liðnum enn, men hann hevur góða tíð. Bjarni Petersen Felag: B36 Aldur: 19 Miðvejrin hjá B36 hevur í eina tíð gjørt um seg í árstalsfelagnum. Hann hevur verið á vøllinum nakr­ar ferðir seinastu tvey árini. Er væl bygdur og tykist búgvin í sín­um avrikum. Hevur eisini vunnið seg í liðuppstillingina hjá U21 landsliðnum. Bartal Wardum Felag: HB Aldur: 20 Er ein av tungu dreingjunum á U21 landsliðnum. Hevur verið framúr í miðverjuni hjá HB í ár. Hevur fast pláss í miðvejruni hjá bæði HB og U21 landsliðnum. Hevur fleiri ferðir verið á veg til útlandi at spæla. Ólavur Niclassen Felag: KÍ Aldur: 19 Bleiv tveittur fyri leyvurnar í FM stíðnum hjá KÍ í fjør. Hevur í ár spælt tíggju dystir frá byrjan við KÍ. Lámi miðverjin hevur eisini veri brúkt­ur á bakkunum. Hevur fingið seg royndan á U21 landsliðnum eisini. Erlendur Magnusson Felag: B36 Aldur: 19 Er ein av trimum, sum hevur spælt allar fýra dystirnar hjá U21 lands­ liðnum á tamb. Bleiv eisini tveitt­ur fyri leyvurnar mitt í farna kapp­ ing­arári. Í ár hevur hann næstan vunnið sær fast pláss á liðnum. Er høgri bakk, men kann eisini spæla vinstri bakk. Jákup V. Olsen Felag: Víkingur Aldur: 21 Er ein av ungu vikingunum, sum royna at skumpa onkrar av teimum eldru av. Kann spæla bæði vinstri bakk og vinstri vongur. Er skjótur, men hevur havt trupulleikar við skað­um í ár. Miðjan: Betuel Hansen Felag: NSÍ Aldur: 20 Er aftur í føroyskum fótbólti, eft­ir nøkur ár í Silkeborg. Hevur fingið sítt gjøgnumbrot í ár, har hann hevur verið fastur maður á miðj­ uni hjá NSÍ. Verður lýstur sum ein maður, ið kann eitt sindur av hvørj­um. Er eisini fastur maður á U21 landsliðnum. Jákup B. Andreasen Felag: KÍ Aldur: 19 Er annað árið á rað fastur maður á miðjuni hjá KÍ. Hevur ment so nógv hesi bæði árini og hevur vunnið sær pláss á miðjuni hjá U21 landsliðnum, har hann er byrj­að­ ur tvær ferðir. Nógv bendur á, at sterki miðvallarin verður ein drúgv­ur fótbóltsspælari. Hákun Edmundsson Felag: Skála Aldur: 21 Er liðskipari á U21 landsliðnum. Hev­ur í løtuni sáttmála við Vend­ syssel í Danmark, men hevur sein­ asta árið spælt við Skála. Hevur drúgv­ar royndir á U21 landsliðnum og er ein av tungvektarunum á liðn­um. Síðani 2007 hava Føroyar havt eitt U21 landsliðið. Afturgangandi fyri allar árgangirnar er, at tað eru komnir A-landsliðsspælarar gjøgnum skipanina. Nú er nýtt U21 landsliðið og nógv bendir á, at fleiri av teimum koma at standa seg væl í framtíðini. Vit hyggja nærri at komandi ættarliðnum HER ER U21 LANDSLIÐIÐ