hósdagur 9. november 2017síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. NOVEMBER 2017
SOSIALURIN 131
29
Framrættaðir miðvallarar:
Teit Jacobsen
Felag: Sønderjyske (DK)
Aldur: 19
Fekk sítt gjøgnumbrot í føroysk
um fótbólti í fjør, tá hann var
ljóspunktið á einum undir miðal
liðið hjá HB. Skifti síðani til Sønd
erjyske, har hann í løtuni verð
ur hvesstur til Superligafótbólt.
Er partur av einum spennandi
fýrkleyvara í álopinum hjá U21
landsliðnum. Er ein av teimum á
U21 landsliðið, sum í løtuni hevur
best kort á hondini at koma langt
á altjóða pallinum.
Jann J. Benjaminsen
Felag: NSÍ
Aldur: 20
Er í holt við sítt gjøgnumbrot á NSÍ-
liðnum, har hann er høgri vongur.
Er ein av teimum, sum hevur flutt
seg mest hetta kappingarárið.
Næsta stig er at fáa fleiri enn teir
átta minuttirnar hann hevur spælt
á U21 landsliðnum higartil.
Jóannes Bjartalíð
Felag: KÍ
Aldur: 21
Ársins ungi spælari í føroyskum
fótbólti í bæði 2015 og 2016. Hevur
eftir hondini nógvar royndir á U21
landsliðnum, har hann er millum
berandi kreftirnar í framrættaða
spælinum, men kappingarárið í ár
hevur ikki verið eins gott tey und
anfarnu.
Meinhard E. Olsen
Felag: B36
Aldur: 20
Er eftir tvey ár í donskum fótbólti
aftur at síggja í føroyskum fótbólti.
Hevur ment seg nógv sum spælara
hesa tíðina, tí hann hevur gjørt
góðan mun hjá B36, har hann er
sterkur á bóltinum og hevur skotið
nøkur mál. Tað hevur hann eisini
gjørt á U21 landsliðnum.
Petur Knudsen
Felag: NSÍ
Aldur: 19
Legði út sum eitt óløgi í fjør fyri
NSÍ, men hevur ikki heilt livað
upp til tað í ár. Enn er hann ungur
og menninst. Er á útikantinum á
U21 landsliðnum, men heilt víst ein
spælari við góðum møguleikum í
framtíðini.
Adrian Justinussen
Felag: HB
Aldur: 19
Spældi sín fyrsta dyst í bestu
deildini longu í 2014 og hevur spælt
yvir hálvt hundrað dystir í bestu
deildini. Hevur tó ikki verið í U21
landsliðshøpi fyrr enn nú. Verður
helst ein týdningarmikil spælari
hjá HB komandi kappingarár, men
skal hvessast eitt sindur afturat.
Áleyparar:
John J. Frederiksen
Felag: 07 Vestur
Aldur: 21
Hevur ikki verið so nógv frammi
í føroyskum fótbólti, fyrr enn
hann í summar skifti til 07 Vestur
og skoraði seks mál Er stórur og
sterkur og ein øðrvísi áleypari
enn tað vit hava í løtuni. Er eitt
gott vápn at tveita inn. Tú situr
við kensluni, at hann skal finna eitt
felag, sum spælir upp á hansara
strykir.
Jákup L. Thomsen
Felag: FC Midtjylland (DK)
Aldur: 19
Er stjørnuskotið í føroyskum fót
bólti í løtuni, men tað er torført at
meta um hvussu langt tað kann
røkka, tí málslúkurin hevur ikki
spælt 1. liðsfótbólt enn. Verður
uppaldur í góðum fótbóltsum
hvørvi í FC Midtjylland og er
nú byrjaður at skjóta mál á U21
landsliðnum. Føroyskur lands
liðsfótbóltur skríggjar eftir einum
altjóða málskjútta – hesin kann
verða svarið.
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
Føroyska U21 landsliðið
spælir í dag klokkan
16.45 móti Póllandi
á Tórsvølli. Føroyska
U21 landsliðið hevur
spælt fýra dystir higartil
og fingið fýra stig.
Dystir:
Litava – Føroyar
0-3
Føroyar – Danmark 0-3
Finnland – Føroyar 1-1
Føroyar – Georgia
3-1
EM U19: Bólkur 3
1. Danmark
12
2. Pólland
7
3. Føroyar
4
4. Litava
3
5. Finnland
2
6. Georgia
0
1
Ð