Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-13, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. november 2017síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 13. november 2017 · Nr. 132 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Greining síða 10 Kanska nýggj samgonga ítróttur síða 13 Nógv heiðurs­ merki í DM »Man velur ein flokk, man hevur álit á!« Soleiðis segði ein eldri havn­ar­ kona einaferð í eini sjónvarpsval­ send­ing hjá Javnaðarflokkinum. Flokkurin vildi við hesum vísa, at valdi tú Javnaðarflokkin, so visti tú, hvønn politikk flokk­ur­in fór at reka. Tað snúði seg ikki um per­són­ ar, men um ­hug­sjón­ina. Í dag er ilt at síggja hetta álit sýnt í verki. Tí er tað nakað, sum eyð­kennir Javnaðarflokkin í hesum døg­um, so er tað júst tað øvugta av áliti. Nógv bendir á, at av teimum átta fólkunum, sum vórðu vald á ting hin 1. september í 2015, eru bara fimm teirra eftir í flokkinum. Sonja Jógv­ansdóttir rýmdi fyrsta dagin, og vargarnir á Tvøroyri eru nú eftir øll­um at døma uttan fyri tað, sum topp­urin í flokkinum roknar sum parla­mentariska grundarlagið hjá samgonguni. Tað vóru stórar ætlanir lagdar fyri dagin, tá samgonguskjalið varð und­ir­skrivað 14. september í 2015. Har vóru stórar nýskipanir stungn­ar út í kortið. Fiskivinnu­ ný­skip­an­in, sum øll hava runnið um, sum hundur um heit­an greyt í 10 ár, skuldi fáast upp á pláss. Og júst fiski­vinnu­ný­skip­anin gjørdist legi­ti­mi­tet­urin hjá samgonguni. Megn­ar sam­gongan ikki at standa sam­an – ella rættari, megnar Javn­ að­ar­flokk­ur­in ikki at standa saman, so prógv­ar flokkurin, at hann ikki er stjórn­ar­berandi. Og tí hevur Aks­el V. Johannesen, løgmaður, ein stór­an trupulleika. Royndin at fáa Miðflokkin við í samgonguna tykist deyðfødd. Sam­ bands­flokk­urin tykist eisini vera dragn­að­ur langt frá samgonguni í hes­um mál­i­num – og tá politikarar tevja val, tá verður ikki so lætt at gera ó­trad­i­ti­on­ell­ar semjur tvørtur um floks- og sam­gong­umørk. Tí eru valla aðrir møguleikar hjá løg­manni og samgonguni enn at leggja seg fyri føturnar á borg­ar­ stjór­a­num á Tvøroyri at fáa hann at halda tað, sum hann einaferð hev­ur skrivað undir uppá. Soleiðis nærkast Javnaðar­flokk­ ur­in sannleikans tíma. Tí tað snýr seg um, hvørt veljarin hevur álit á flokk­i­num – ella ikki. Sum fleiri av fólkunum í flokki­ num uppføra seg, so er flokk­ur­in ikki ein flokkur, »sum man hev­ur álit á«, sum tann eldri havn­ar­kon­ an segði á sinni. Sjálvt um talan er um ein­stak­ ling­ar í flokk­inum, so gongur skomm­in út yvir allan flokkin og før­ir til, at flokkurin ikki er stjórn­ ar­ber­andi. Stóra javnaðarskommin – at stuðla sam­ gon­guni og fiski­ vinnu­ný­skip­anini Landsstýrisfólk: Mið­flokk­ ur­in fær, eins og hin­ir sam­ gong­u­flokk­arnir, møguleika frá byrj­an at verða við at velja lands­stýrisfólk í eini nýggj­ari samgongu. Nevndarsessir: Ný­val verður av øllum løg­tings­ nevnd­um. Mið­flokk­ur­in hevur ynski um for­mans­ sess­in í fíggjarnevndini. Fiskivinnunýskipanin: verð­ur tikin úr vinnu­nevnd­ ini til framhaldandi við­gerð og uppskotið hjá Mið­flokk­ i­num, sum liggur í vinnu­ nevnd­ini at leingja verandi skip­an í eitt/ tvey ár, verður sam­tykt. Pensjónsnýskipanin: Mið­flokk­urin sleppur at seta síni fingramerki á pen­ sjóns­ný­skip­an­ina. Flokkurin ynsk­ir m.a., at skattafría grund­ar­upp­hædd­in fær frið og at hend­an verður hækkað til tað støðið, hon var á, áðr­ enn núverandi samgonga lækk­aði hana. Fosturtøkulógin: Mun­ andi átøk mugu gerast fyri at minka um talið á fost­ur­ tøk­u­m. Allur hugsandi stuð­ ul, fíggjarligur, sosialur og heilsu­lig­ur, má veitast trong­ stødd­um familjum, sum eru komin í ta støðu, at tey um­ hugsa fosturtøku. Stuðulin má veit­ast frá áðrenn barnið er føtt og so leingi foreldrini/ kvinn­an hevur tørv á tí. Bústaðartrupulleikin: Bú­stað­ar­politikkurin má end­ur­skoð­ast, so vit skjótast fáa gjørt munagóð átøk á bú­stað­ar­markn­að­i­num, til bata fyri barna- og aðrar fíggj­ar­liga sperdar familjur. Í hes­um sambandi mugu “Bú­stað­ir” eftirmetast og end­ur­skoð­ast fyri at kunna fremja ein meira virknan bú­ stað­ar­pol­itikk. Búskapargrunnurin: má ikki koma fram um væl­ferð­ ar­sam­felagið og enda sum “ein heil­øg kúgv”. Undirsjóvartunnilin: Land­ið setur pening av til at gera inn­koyr­ing­ar­veg báðu meg­in und­ir­sjóv­artunnilin, tvs. í Run­a­vík og í Havn. Tunnlar norður um fjall: Samgongan fer sum skjót­ast undir at seta tunn­ils­upp­ skotið, sum NUMO hevur gjørt fyri kommunurnar norð­an Fjall, í verk. Byggilógin: Verandi byggi­lóg má lagast til før­ oysk viðurskifti. Farleiðin til Hest: Far­ leiðs­trup­ul­leikin út í Hest má loys­ast. Medicinskt Kannabis: Før­oyar og føroyingar verða part­ur av kom­andi upp­skoti­ num um royndarætlan við med­isinsk­um kannabis, sum ætl­anin er at samtykkja í Fólka­tinginum áðrenn árs­ skift­ið. Stjórnarskipanin: Ná­ grein­ast skal, at landið bygg­ ir á kristn­an grundvøll og at øll hava rætt til lív, frá gitnað til nát­úrligt andlát. Kringvarpið: Mið­flokk­ ur­in ynskir, at Kring­varps­ gjald­ið verður tikið av. Hjúnabandslógin: skipað verð­ur fyri fólkaatkvøðu um gjørdu broytingarnar í hjúna­bands­lógini, áðrenn 1. juli í 2018. Uppskot í Løgtinginum: Sam­gongan tekur ikki und­ir við uppskotinum um “mis­ mun og javnrættindi á ar­ beiðs­markn­að­i­num”. Uppskot Miðfloksins um at framskunda byggingina í Suð­ur­streymi av heimi til fólk við autismu verður sam­ tykt. 18 krøv hjá Miðflokkinum Tá persónar seta seg fram um hugsjónina endar galið Í skrivandi stund er ó­greitt, hvat skal henda við sam­ gongu­samstarvinum, eft­ ir at Javnðarflokkurin hev­ur boðað frá, at hann ikki klárar at manna lið at samtykkja fiski­vinnu­ný­ skip­an­ina. Tí hava boð verið eftir Mið­flokkinum at stuðla sam­gong­uni, men ta fer at kosta. Hinumegin her á síðuni síggjast tey 18 punktini, sum Miðflokkurin hevur sent samgonguni. Tó so hev­ur Jenis av Rana sagt við Kring­varp­ið, at tað eru ikki øll punkt her, sum eru ó­frá­víkilig krøv – tað eru ein­ans spurn­ing­ar­nir um fiski­vinnuna, um pen­sjóns­ ný­skip­a­n­ina og um stjórn­ ar­skip­an­ina. Spurningurin er so, um hetta spæl fyri gall­a­rí­num, ella um tað veru­liga er ætl­ an­in hjá Javn­að­ar­flokk­i­ num at fáa Miðflokkin við. Onkur heldur, at hetta er fyri at leggja trýst á teir báð­ar tingmenninar á Tvør­ oyri. Hvussu er og ikki, so er Javnaðarflokkurin illa kroyst­ur og steikist í sínum egna feitti í hesum døgum, tá flokk­urin ikki so frægt sum megnar at manna sítt egna lið. Spurningurin er so, hvørj­um hetta endar við. Er tað møguligt at fáa Sam­ bands­flokk­in við og kanska Mið­flokkin við? Tað hevði verið tað besta hjá løgmanni, tí so fekk hann eisini ta breiðu semj­u­ na – sum kanska kosta eina minni víðgonda nýskipan. Fær Javnaðarflokkurin einki úrsliti burtur úr hes­ um, so kann flokkurin líða somu lagnu, sum í 1994, tá hann fekk harðastu revsing frá fólk­s­ins dómstóli. Uttan úrslit verður tað dýrt Skrædlið hjá Javnað­ar­ flokk­inum í 1994 spøkir, um Aks­el ikki megnar at manna lið Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin