mánadagur 13. november 2017síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 13. november 2017 · Nr. 132
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
3
37.283 krónur um mánaðin
restina av lívinum
Eirikur Lindenskov
Hevur tú sitið í landsstýri
num í 8 ár, so hevur tú rætt til
fulla tænastumannaeftirløn,
sum gevur tær 37.283 krónur
um mánaðin.
Hevur tú sitið nóg leingi
á tingi og í landsstýrinum
tilsamans, so kanst tú pen
sjónerast sum 60 ára gamal
og fáa tað sum í dag svarar
til 37.283 krónur um mánaðin
restina av lívinum.
Fyri at fáa hesa høgu pen
sjón, so mást tú hava verið
løgmaður ella løgtingsfor
maður. Men tað ber eisini
til at leggja ymsar pensjónir
saman, um tú til dømis eisini
hevur verið fólkatingsmað
ur.
Hevur tú verið landsstýr
isfólk í átta ár, so verður pen
sjónin hjá tær 31.753 krónur
um mánaðin.
Og hevur tú verið løg
tingsfólk í 16 ár, so hevur tú
rætt til fulla løgtingspensjón,
sum er 22.720 krónur um
mánaðin.
Pensjónin hjá landsstýris
fólki var broytt undir síðstu
samgongu. Landsstýrisfólk
ini fáa nú 15 prosent í pen
sjónsinngjaldi í staðin so
leiðis, at tá hesi fólk eru farin
úr landsstýrinum, so hvílir
eingin fíggjarlig skylda á
landsstýrinum at gjalda við
komandi pensjón.
Lógin fyri tingfólk er ikki
broytt, so sum avtalað varð
tá lógin um hesi viðurskifti
hjá
landsstýrisfólki
varð
broytt. Men mangt bendir á,
at hon verður broytt í næst
um.
Tað er løgtingið, sum
sjálvt ger av, hvussu tingfólk
og landsstýrisfólk verða lønt.
Í sambandi við fólkapen
sjónin verður broytt – og
at pensjónsaldurin verður
hækkaður frá 67 til 68 ár, so
hava vit hugt eftir, hvussu
nógva pensjón okkara pol
itikarar fara at fáa. Teirra
pensjónsaldur verður ikki
broyttur fyri tað um fólka
pensjónsaldurin hækkar –
og heldur ikki pensjónin hjá
teimum.
Tá Løgtingið ger inntriv,
sum eru negativ fyri politik
ararnar, so eitur tað altíð, at
»lógin er galdandi fyri tey,
sum verða vald næstu ferð«.
Tí skal lógin galda fyri tey
sum sita á tingi nú, so er tað
»at lóggeva við afturvirkandi
kraft«, og tað ber ikki til.
Tá Løgtingið í 2000 tví
faldaði sínar egnu lønir, tá
varð lóggivið við afturvirk
andi kraft, so øll tey, sum
høvdu samtykt uppskotið,
fingu stóra lønarhækking.
Tá Løgtingið fer at hækka
pensjónsaldurin, so er tað
galdandi fyri øll, sum eru
fødd aftan á 1953, so er spurn
ingurin, um tað er at lóggeva
við afturvirkandi kraft.
Tað snilda við gomlu pen
sjónslógini hjá landsstýris
fólki er, at tað ber til at leggja
starvsaldur í løgtinginum
afturat
starvsaldrinum
í
landsstýrinum. Men tá telur
hvørt ár í løgtinginum fyri
tvey. Hevur tú sitið tvey ár
í landsstýrinum, so kanst tú
umrokna 12 ár í Løgtinginum
til seks ár í landsstýrinum,
og so hevur tú tryggjað tær
fulla landsstýrispensjón upp
á 31.753 krónur um mánaðin.
Og tann lógin er galdandi
fyri øll, sum hava sitið í
landsstýrinum í í minsta lagi
eitt ár fyri valið 1. september
í 2015.
Pensjón hjá løgtings-
og landsstýrisfólki
1
Edmund Joensen
37.283
2
Kaj Leo H. Johannesen
37.283
3
Páll á Reynatúgvu
37.283
4
Jógvan á Lakjuni
37.283
5
Jacob Vestergaard
31.753
6
Annika Olsen
31.753
7
Jørgen Niclasen
31.753
8
Bjørn Kalsø
31.753
9
Helena Dam á Neystabø 31.753
10
Kári P. Højgaard
31.753
11
Høgni Hoydal
31.753
12
Annita á Fríðriksmørk
31.753
13
Bill Justinussen
31.753
14
Bárður á Steig Nielsen
31.753
16
Poul Michelsen
22.720
17
Jenis av Rana
22.720
18
Henrik Old
22.720
15
Jákup Mikkelsen
21.584
19
Bjørt Samuelsen
14.768
20
Kristina Háfoss
13.632
21
Heðin Mortensen
10.224
22
Kristin Michelsen
10.224
23
Eyðgunn Samuelsen
10.224
24
Elsebeth M. Gunnleygsd. 10.224
25
Sirið Stenberg
10.224
26
Rigmor Dam
10.224
27
Joen Magnus Rasmussen 8.520
28
Aksel V. Johannesen
6.816
29
Magni Arge
3.408
30
Magnus Rasmussen
3.408
31
Ingolf S. Olsen
3.408
32
Óluva Elin Klettskarð
3.408
33
Ruth Vang
3.408
34
Katrin Kallsberg
3.408
35
Kristianna W. Poulsen
3.408
36
Magni Laksáfoss
3.408
37
Djóni Nolsøe Joensen
3.408
38
Hanna Jensen
3.408
39
Bjarni Hammer
3.408
40
Pauli Trond Petersen
3.408
41
Sonja Jógvansdóttir
3.408
42
Jónleif Johannesen
3.408
43
Jógvan Skorheim
3.408
FAKTA:
Soleiðis atkvøddi løgtingið
um at hækka tingmanna
lønirnar og eftirlønirnar 10.
november í 2000:
Fólkaflokkurin
Rúna Sivertsen – Ja
Jógvan Lutzen – Ja
Óli Breckmann – Ja
Jógvan á Lakjuni – Ja
Jóanis Nielsen – Ja
Eyðun Viderø – Ja
Jákup Suni Joensen – Ja
Finnbogi Arge – Ja
Sambandflokkurin
Flemming Mikkelsen – Ja
Marjus Dam – Ja
Alfred Olsen – Ja
Heðin Mortensen – Ja
Lisbeth L. Petersen – Ja
Edmund Joensen – Ja
Javnaðarflokkurin
Katrin Dahl Jakobsen – Ja
Jóannes Eidesgaard – Ja
Henrik Old – Ja
Dan R. Petersen – Ja
Vilhelm Johannesen – Ja
Kristian Magnussen – Ja
Hans Pauli Strøm – Ja
Sjálvstýrisflokkurin
Jákup Sverri Kass – Ja
Sámal Petur í Grund – Ja
Tjóðveldisflokkurin
Hans Tausen Olsen – Ja
Finnbogi Ísakson – Ja
Jógvan Durhuus – Ja
Heini O. Heinesen – Ja
Hergeir Nielsen – Ja
Páll á Reynatúgvu – Ja
Annita á Fríðriksmørk – Ja
Finnur Helmsdal – Ja
Miðflokkurin
Álvur Kirke – Ja
28 atkvøður fyri, 0 atkvøður
ímóti og 0 atkvøður vóru
blankar
Øll samd um at hækka sína løn
Fýra av lógarsmiðum okkara hava tjent sær hægstu pensjón sum løgmenn
og tingformenn. Tríggir teirra vóru við til at samtykkja lógina um at hækka
sína egnu løn og eftirløn í 2000. 10 hava tjent sær fulla landsstýrispensjón
og trý fólk hava rætt til fulla løgtingspensjón. Nú skulu teir taka støðu til
at hækka pensjónsaldurin hjá vanliga føroyinginum
Landsstýrisfólk fáa rætt til fulla eftirløn, tá tey hava sitið 8
ár í landsstýrinum. Løgtingsfólk fáa rætt til fulla eftirløn, tá
tey hava sitið 16 ár í løgtinginum. Landsstýrisfólk, sum hava
sitið í meira enn eitt ár men færri enn átta ár í landsstýrinum,
kunnu flyta starvsaldur úr løgtinginum soleiðis, at tey
kortini fáa fulla landsstýrispensjón, sum er 31.753 krónur um
mánaðin