mánadagur 13. november 2017síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 13. november 2017 · Nr. 132
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
Revsingin fyri at lata ung undir
18 ár sleppa í skeinkistøð um næt
urnar, eigur at verða herd.
Tað heldur Djóni Nolsøe Joen
sen, løgtingsmaður fyri Javnaðar
flokkin.
Herfyri hevði Løgtingið aðal
orðaskifti um rúsdrekka og rús
evnapolitikkin í framtíðini.
Tá hevði Djóni Nolsøe Joensen
hug til at taka støðuna í Íslandi
fram sum eina fyrimynd fyri,
hvussu farast kann fram fyri at
halda tey blaðungu burtur frá rús
drekka og rúsevnum.
Eitt av tiltøkunum, íslendingar
hava sett í verk, er, at teir hava
bannað blaðungum at ganga úti
um næturnar.
Og tingmaðurin fyri Javnaðar
flokkin helt, at vit eiga eisini at
umhugsa nakað tað sama her í Før
oyum.
Mariann Reinert, sum politistur,
og hevur børn og ung sum sítt ser
øki, er ósamd, tí hon sigur, at tey
allarflestu av teimum ungu, skikka
sær fyrimyndarligt.
Eiga at verja tey
Djóni Nolsøe Joensen samdur í, at
tey allarflestu av teimum ungu eru
fyrimyndarlig. Men hann sigur, at
tað er framvegis ein bólkur, sum er
í vanda fyri at koma í trupulleikar,
og tann bólkin eiga vit at verja.
Og at støðan er góð, merkir
ikki, at vit bara skulu halda væl til
standa, tí vit eiga altíð at stremba
eftir at tað skal verða enn betur.
Og hóast vit ikki seta teimum
ungu beinleiðis forboð fyri at ganga
úti, saknar hann kortini, at lógir og
reglur verða broyttar, so at víðari
heimildir vera fyri at forða fyri at
tey enda í trupulleikum.
Umframt at vera løgtingsmaður,
er Djóni Nolsøe Joensen, eisini
pedagogur og kemur nógv í sam
band við børn og ung – og teirra
foreldur.
Tað er 18 ára aldursmark fyri at
sleppa inn á skeinkistøð. Men Djóni
Nolsøe Joensen sigur, at hann fær
javnan at vita, at tey ungu undir 18
ár hava ongar trupulleikar við at
sleppa inn á ymisk skeinkistøð um
næturnar.
Og hann fær eisini at vita, at
hóast tey ikki sjálvi fáa at keypa
í barrini, hava tey heldur ongar
trupulleikar við at fáa onkran av
teimum eldru at keypa fyri seg.
Hann hevur skilt á teimum
ungu, og foreldrunum, at tað eru
ávíst skeinkistøð, har lítið og einki
eftirlit er við, hvør sleppur inn, men
á øðrum skeinkistøðum verður
ansað sera væl eftir, at ungir undir
18 ár, ikki sleppa inn.
Revsingin er ov lin
Djóni Nolsøe Joensen sigur, at
sjálvi eru tey ungu ikki serliga tíð
indafró í hesum sambandi, men
tað skilir hann væl, tí tey villa valla
skerja sínar egnu møguleikar fyri
at sleppa í býin.
– Tá ið tey verða spurd, flenna
tey bara men tey lata tað týðiliga
skína ígjøgnum, at tað er eingin
trupulleiki, og at tey sleppa, at kalla
ótarnað, inn á summi skeinkistøð,
sigur hann.
Og tað heldur hann er ein
trupulleiki, eisini tí, at tey ungu,
sum ganga í skeinkistøðum, kunnu
eisini fáa onnur við sær.
Djóni Nolsøe Joensen heldur, at
ein orsøk til, at tey, sum varða av
skeinkiloyvum, ansa so illa eftir at
18 ára aldursmarkið verður hildið,
er, at revsingin er ov lin.
– Revsingin kann vera ein bót,
men hon kann skjótt verða vunnin
inn aftur við søluni, heldur hann.
Upprunaliga stóð í rúsdrekka
lógini, at tey, sum brutu lógina,
SKULU missa skeinkiloyvi. Men
seinni er tað broytt soleiðis at tey,
sum bróta lógina, KUNNU missa
skeinkiloyvi.
Og hann heldur, at hetta er ein
orsøk til, at eftirlitið við aldurs
markinum er so tilvildarligt á
summum skeinkistøðum.
Fyri at taka eitt dømi vísir hann
á, at í Danmark og í Íslandi, er ikki
óvanligt at síggja langar bíðirøðir
uttanfyri skeinkistøð og dansihøli,
tí duravørar kanna samleikaprógv
fyri at tryggja sær, at ung undir 18
ár ikki sleppa inn.
Og hann heldur, at í Føroyum
eiga bøturnar fyri at at lata ung
undir 18 ár sleppa inn á skeinkistøð,
at verða hækkaðar munandi, og
myndugleikarnir eiga eisini at
vera skjótari at taka skeinkiloyvi
frá teimum, sum ikki taka aldurs
markið í álvara.
– Tað skal vera ein bót, sum
merkist av álvara, tí tað hevði
eggjað skeinkistøðunum at havt
eitt neyvt eftirlit við at ung undir
18 ár ikki sleppa inn.
Sum er, er revsingin so lítil, at
hon stendur ikki mát við tað lógar
brot, tað er, at lata ung undir 18 ár
sleppa inn á skeinkistøð at drekka,
leggur hann afturat.
Kann ikki góðtakast
Djóni Nolsøe Joensen heldur, at
boðskapurin
frá
samfelagnum
eigur at vera, at vit góðtaka ikki,
at ung sleppa inn á skeinkistøð, og
vit eiga ikki at tala tann hugburðin
vinda upp á seg, at tað ger einki, at
skeinkistøðini lítið og einki eftirlit
hava við aldursmarkinum.
Hann samanber tað við ymisk
brot á ferðslulógina, har bótin hev
ur verið so lág, at tað ger ikki mun
at bróta lógina og tí er tað heldur
VIL HERÐA
REVSINGINA FYRI
AT GEVA UNGUM
AT DREKKA
UNG OG RÚSUR Tey, sum lata ung undir
18 ár sleppa í skeinkistøð, skulu fáa eina
revsing sum merkist, heldur løgtingsmaður
Hann fær
javnan at vita,
at tey ungu
undir 18 ár
hava ongar
trupulleikar
við at sleppa
inn á ymisk
skeinkistøð