mánadagur 13. november 2017síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 13. november 2017 · Nr. 132
ikki so fyribyrgjandi, sum tað átti
at verið.
Hann heldur, at nógv foreldur
høvdu verið fegin, varð revsingin
herd, tí sum støðan er nú, hava tey
í roynd og veru onga vissu fyri, at
tey blaðungu ikki sita í eini barr og
drekka, og tað hoyrir ongastaðni
heima, heldur Djóni Nolsøe Joen
sen.
Samstundis heldur hann, at
tey, sum fáast við børn og ung,
kundu gjørt meiri burtur úr at
verið úti um næturnar og fingið
fatur á blaðungum, sum ganga úti
um næturnar og roynt at fingið
tey burtur úr náttarlívinum tí tað
er rættiliga álvarsamt
– Tað er rættiliga álvarsamt,
at blaðung fólk, ótarnað, sleppa
ganga úti og vála fyri vág og vind
um næturnar og sleppa inn á
skeinkistøð at drekka, og vit eiga
at seta tiltøk í verk fyri at basa tíð,
heldur Djóni Nolsøe Joensen.
Áki Bertholdsen
– Ein stórur partur av avlopinum
hjá Rúsuni skal markast til upp
lýsing og til at viðgera fólk fyri,
sum koma illa fyri av rúsdrekka
og rúsevnum.
Tað heldur Djóni Nolsøe Joen
sen løgtingsmaður fyri Javnaðar
flokkin.
Tað er samtykt við lóg, at Rús
an skal hava 15-16 milliónir í avlopi
um árið, og sum støðan er nú, fara
teir pengarnir í beint í stórapott
hjá landskassanum.
Men heldur Djóni Nolsøe Joen
sen er skeivt.
Tvørtur heldur hann, at avlopið
-ella í hvussu so er tað mesta av
tí- markast til arbeiðið ímóti rús
drekka og rúsevnum.
Her hugsar hann um, at peng
arnir skulu markast til tað upp
lýsandi og fyribyrgjandi arbeiðið
ímóti rúsdrekka og rúsevnum. Og
hann hugsar eisini um at pengarnir
skulu markast til at viðgera tey fólk
fyri, sum koma so illa fyri av rús
drekka og rúsevnum, at tey hava
viðgerð fyri neyðini.
Sleppa alt ov lætt
Djóni Nolsøe Joensen heldur, at
í roynd og veru sleppa myndug
leikarnir alt ov lætt burtur úr
hesum trupulleikanum, at summi
fólk mugu í viðgerð, tí tað er ikki
ókeypis.
– Sjálvt hevur tað almenna
ongi, ella í hvussu so er ógvuliga fá,
viðgerðartilboð á hesum øki. Tvørt
ur ímóti dúva vit í stóran mun á tað
sjálvbodna arbeiðið, sum einstak
lingar og felagsskapir gera.
– Men samstundis eru vit ógvu
liga trek at lata teimum sjálvbodnu
felagsskapunum neyðugu fígging
ina til at taka sær hesum uppgáv
unum, leggur hann afturat.
Tvey dømi, hann vísir á, er, at
bæði Blái Krossur, og Frælsi á Eiði,
eru farin undir serstaka viðgerar
fyri blaðungar misbrúkarar. Men
játtanin á fíggjarlógini næsta ár, er
so lítil, at tað røkkur bara til ein lítl
an part av árinum.
– Tá ið vit ikki klára at seta peng
arnar av á fíggjarlógini, er frægasta
loysnin, at vit rætt og slætt markað
avlopið hjá Rúsuni til hetta enda
málið, leggur hann afturat.
Og hann sigur, at hetta fer hann
at virka fyri, nú Løgtingið viðger
figgjarlógina fyri næsta ár.
Áki Bertholdsen
– Vit hava sett virksemið á stovn
undir skeivum fortreytum.
Tað siga tey í Bláa Krossi, nú tey
haa sæð uppskoti til fíggjarlóg fyri
næsta ár, sum Løgtingið nú viðger.
Blái Krossur hevur arbeitt við
at stovna eina serstaka viðgerð
fyri blaðungar misbrúkarar.
Í ár játtaði Løgtingið 800.000
krónur til tað fyrireikandi ar
beiðið, og í hesum sambandi hev
ur Blái Krossur sett fólk í starv til
endamálið.
Talan er um eitt viðgerðartilboð
sum kostar 2,570 milliónir um árið
og tey í Bláa Krossi siga, at tað lá
í kortunum, at peningurin skuldi
setast av á fíggjarlógini fyri næsta
ár.
Men nú fíggjarlógin er løgd
fram, vísir tað seg, at tað eru bara
800.000 krónur settar av til enda
málið og tey í Bláa Krossi gera nú
vart við, at hetta røkkur bara til at
hava viðgerðina í 16 vikur.
Skeivar fortreytir
Tað merkir so eisini, at vit hava
stovnað eina nýggja deild undir
skeivum fortreytum. Vit hava í
september og oktober sett fólk í fast
starv at arbeiða í hesari viðgerðini,
og longu nú á nýggjárinum mugu
vit siga fólkini úr starvi, tí játtanin
verður ov lág næsta ár, ger Blái
Krossur nú vart við.
Tey ungu í aldrinum 15-18 ár,
hava ongi viðgerðartilboð havt í
Føroyum, men nú hava vit amboðið
– og so er játtanin við at hvørva,
staðfesta tey.
Hinvegin hevur Sirið Stenberg,
landsstýriskvinna í heilsimálum,
ásannað fyri Løgtinginum, at játt
anin røkkur bara til ein part av ár
inum, men hon hevur samstundis
upplýst fyri Fíggjarnevndini hjá
Løgtinginum, at arbeitt verður ikki
við øðrum fíggingarmøguleikum.
Vit sleppa alt ov lætt
UNG OG RÚSUR Vit dúva nógv upp á sjálvboðið
arbeiðið - men vit vilja ikki geva teimum sjálvbodnu
felagsskapinum nokk a pengum at gera arbeiðið
Viðgerðartilboð til
ung kvalt í føðingini
UNG OG RÚSUR Blái Krossur hevur sett fólk
í starv av viðgera ungar misbrúkarar, men tey
mugu sigast úr starvi aftur beinanvegin
Í Føroyum
eiga bøturnar
fyri at at lata
ung undir 18
ár sleppa inn
á skeinkistøð,
at verða
hækkaðar
munandi
– Tað er rættiliga álvarsamt, at
blaðung fólk, at kalla ótarnað,
sleppa inn á skeinkistøð at
drekka, og vit eiga at seta
tiltøk í verk fyri at basa tíð,
heldur Djóni Nolsøe Joensen.