Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-13, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. november 2017síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 13. november 2017 · Nr. 132 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ­ UNDIR FÝRA EYGUM Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hvønn bý kundi tú hugsað tær at vitja? – Eg kundi hugsað mær at vitja Athen, har Platon, Aristoteles og aðrir virkaðu. Tað er ikki nógv eftir av tí gamla, men eg kundi hugsað mær at hava verið har. Hvat gert tú, tá ið tú slappar av? – Eg plagdi at ganga nógv, men tað fái eg ikki so væl longur, hóast eg fari onkran túr. Eg geri fimleik tríggjar ferðir um vikuna í Tilhaldinum, og eg lesi altíð eina ella tvær bøkur – tað er gott at slappa av við og fáa íblástur til arbeiðið at umseta. EILIF TÝÐIR TÝÐANDI VERK TIL FØROYSKT – Skulu vit kalla okkum land, mugu vit eisini hava hesi verkini á føroyskum máli. Tað sigur pensiónisturin Eilif Samuelsen, sum týðir altjóða stórverk til føroyskt. Hann gevur heimspekingum sum Platon, Aristoteles og Augustin føroyskt mál, og síðani hann varð pensióneraður, hevur hann lært seg latín og umsett 13 bøkur, sum hann eisini sjálvur hevur syrgt fyri at geva út Eyðun Klakstein Tá ið Eilif Samuelsen í 2002 sum 68 ára gamal lat seg pensiónera eft­ir eitt langt og virkið arbeiðslív í fólka­skúl­ an­um og í politikki, setti hann seg ikki at slappa av og stara út gjøgnum vind­eygað. Eitt tað fyrsta, hann gjørdi, var at læra seg latín, og síðani 2004 hevur Eilif Samuelsen týtt 13 stórverk í al­tjóða bókmentum til føroyskt og fingið tey útgivin. Hann hevur givið trú­ar­lærarum og heimspekingum sum Platon, Aristoteles, Augustin og Løg­strup føroyskt mál. Nú um dag­ ar­nar kom verkið Utopia hjá Thomas More í føroyskari týðing, og í løtuni týð­ir Eilif Samuelsen Lógirnar hjá Platon til føroyskt mál. –  Skulu vit kalla okkum land, mugu vit eisini hava hesi verkini á før­oyskum máli, og í grundini undrar tað meg, at bøkurnar ikki langt síðani eru týddar til føroyskt, sigur Eilif Samuel­sen. –  Tað hevur givið mær nógv at týða hesar týðandi bøkur til føroyskt, og eg skilji í grundini ikki, at eg havi fingið so nógv burturúr. Eg man hava sitið nakað nógvar løtur her uppi, sig­ ur hann. Vit hitta Eilif Samuelsen í arbeiðs­ rúmi hansara á loftinum í húsunum und­ir Varða í Havn. Veggirnir eru skýdd­ir við øllum hugsandi bókum og mitt í rúminum –  framman fyri vind­eygað – er skriviborðið hjá Eilifi, har hann situr við telduna og gevur stóru tonkjarunum føroyskt mál. – Eg siti nærmast hvørja løtu, eg sleppi, og mær dámar tað sera væl. Onk­untíð kann eg illneitast, tá ið eg verði órógvaður ella skal okkurt, men tað er bara gott, at eg skal okkurt annað, tí eg kann ikki isolera meg frá sam­felagnum og sita her allan dagin, sigur Eilif Samuelsen. Hann tosar eldhugaður um stóru heimspekingarnar, sum eru blivnir kenningar hjá honum. Hann vísir á, hvussu linjan gongur frá Platon til Arisoteles og víðari til aðrar hugsandi menn, sum hava havt stóra ávirkan á vesturlendska mentan, trúarlív og samfelag. Mátti læra seg latín Alt byrjaði við einari bók hjá August­ in og einum dugnaligum kristni­lær­ ara á læraraskúla í Danmark. Tá ið Eilif Samuelsen skal greiða frá, hví hann fór undir at týða bøk­ ur til føroyskt, leitar hann aftur til seinnu hálvu av 1950’unum, tá ið hann gekk á læraraskúla í Has­lev. Har hevði hann ein góðan kristni­ lær­ara, sum gjøgnumgekk verk hjá gomlu kirkjufedrunum. –  Ein av bókunum, sum mær dámdi serliga væl, var Confessiones hjá Augustin. Tá ið eg so bleiv pen­