mánadagur 13. november 2017síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 13. november 2017 · Nr. 132
UNDIR FÝRA EYGUM
Hvørja bók kundi tú hugsað tær at týtt?
– Í løtuni siti eg og umseti Lógirnar hjá Platon, sum er eitt stórt
verk. Eg eri komin í helvt við arbeiðnum, men nógv er eftir, tí
bókin útivið 500 síður. Annars havi eg ikki avgjørt, hvørja bók eg
møguliga skal umseta eftir tað. Nú hugsi eg fyrst um hesa bókina.
Hvønn sálm dámar tær serliga væl?
– Fleiri av sálmunum hjá Christiani Matras eru einastandandi væl týddir til føroyskt.
Hann hevur latið teir í føroyskan búna, og í summum førum eru sálmarnir helst betri
á føroyskum enn á upprunamálinum. Upp alt, ið Harrin hevur gjørt og Far, verøld, far
væl eru tveir teirra.
– So leingi, sum eg havi hug, og
evnini røkka nøkunlunda, fari eg
at halda fram við at týða bøkur. Eg
havi ongar ætlanir um at gevast,
sigur 83 ára gamli Eilif Samuelsen
Mynd: Álvur Haraldsen
UM Eilif
Samuelsen
Eilif Samuelsen er 83
ára gamal. Hann var
føddur í Fuglafirði
og býr í Havn. Hann
tók læraraútbúgving
í Danmark í 1958 og
virkaði sum lærari í
Fuglafirði, Hvalvík og
á Kommunuskúlanum
í Havn, áðrenn
hann fór í starv á
Venjingarskúlanum í
Havn, har hann arbeiddi
mesta av tíðini. Í 12
ár var hann formaður í
Lærarafelagnum. Eilif
Samuelsen var í nógv
ár politikari. Hann
sat í løgtinginum frá
1978 til 1990, og hann
var landsstýrismaður
í 1981-85 og 1994-
1998. Hann hevur
sitið í kirkjuráðnum
fyri Vesturkirkjuna í
Havn, og hann hevur
eisini verið deknur
– hesum gevst hann
við á nýggjárinum.
Síðani 2004 hevur
Eilif týtt 13 bøkur
til føroyskt, flestu
bøkurnar eru eftir
kendar heimspekingar.
Hann fekk í 2016
Mentanarvirðisløn M.A.
Jacobsens.
sióneraður, hugsaði eg, at eg kundi fara
at týða ta bókina til føroyskt. August
in fekk stóran týdning fyri vestur
lendska samfelagið, og hann var eitt
millumlið millum forna heimspeki og
vesturlendskan kristindóm, sigur Eilif
Samuelsen.
Á skúlanum høvdu tey lisið eina
stytta útgávu á donskum máli av Játt
anum Augustinusar, og hana týddi
Eilif Samuelsen fyrst, men hann helt, at
skuldi bókin gevast út í Føroyum, skuldi
tað verða tað longra upprunaverkið, og
tað skuldi verða so gott sum gjørligt.
– Eg helt, at eg skuldi læra meg latín.
Eg fekk samband við ein pensióneraðan
studentaskúlalærara í Danmark, sum
alt sítt lív hevði undirvíst í latín og
hevði skrivað frálærubók um tað. Eg
brúkti hansara bók og fekk hjálp frá
honum til at læra meg latín, greiðir Eilif
Samuelsen frá.
Tá ið hann hevði brúkt eitt ár at seta
seg inn í latínska málið, kendi hann seg
til reiðar at fara undir at týða Játtanir
Augustinusar til føroyskt enn einaferð.
– Tað var ein sera stór hjálp at fáa
grundorðini í latínskum upp á pláss.
Latín er eitt deytt mál, men tað er eitt
fantastiskt mál, og latínsku orðini verða
brúkt allastaðni, sigur hann.
Tá ið Eilif Samuelsen hevði týtt bók
ina, hugsaði hann at fáa hana útgivnað
í Føroyum. Tað var trupult at finna
útgevara, og so hugsaði hann, at hann
bara kundi geva út sjálvur. Hann fekk
sær forlagið Hemlið, sum síðani hevur
útgivið allar 13 bøkurnar, sum Eilif
Samuelsen hevur umsett.
– Eftir fyrstu bókina, hevði eg fingið
blóð á tonnina, og eftir bókina hjá Aug
ustin vildi eg venja meg meira við at
umseta.
Hann týddi síðani bókina Fedrar og
synir hjá Ivan Turgenjev og síðani tvær
bøkur hjá Per Lagerkvist – Barrabas og
Bøðilin, sum báðar komu út í 2008.
Eftir hetta kendi hann seg til reiðar
at leita aftur til tað, sum alt byrjaði
við, og næsti høvundur, hann fór
í holt við, var italski teologurin og
heimspekingurin Thomas Aquinas, sum
skrivaði bókina Um veran og veru.
Síðani hevur Eilif Samuelsen týtt
týðandi verk hjá Platon, Aristoteles og
fleiri til føroyskt. Nú um dagarnar kom
bók eftir Thomas More, og næsta ár
kemur bók um lívið hjá Karlamagnus út
– og seinni helst enn eitt verk av Platon.
Tað góða og sanna
Fleiri av bókunum, sum Eilif Samuelsen
hevur týtt, snúgva seg um, hvat menn
iskjan livir fyri, um tað góða og um tað
ónda.
– Tað liggur í etikkinum, at tú um
hugsar, hvat menniskja livir fyri.
Heimsáskoðanin hjá Platon og Sokrates
fataði lívið sum tvær náttúrur. Annað
var alt tað, sum vit kunnu sansa, og tað
er broytiligt og forgongur. Hitt eru hug
myndirnar, sum hava við tað veruliga at
gera – tað góða og tað sanna – og tank
ar og hugmyndir farast ikki, sigur Eilif
Samuelsen.
– Vit menniskju hava fram um aðrar
verur vit og skil, og tað vakra, sanna og
góða er atkomiligt gjøgnum skynsemi.
Omanfyri templið í Delfi stendur ”Kenn
teg sjálvan”. Tá ið tú kennir teg sjálvan,
kanst tú ikki annað enn seta tað góða í
hásæti. Tað ónda er mangul upp á innlit
og vitan, og Platon heldur, at gjøgnum
innlit og skynsemi kunnu vit gerast
góð menniskju. Aristoteles tekur hesar
tankar víðari og totar um at handla, at
gera tað góða ella tað ónda. Menniskjan
hevur eina skyldu at gera tað góða, tá ið
tað veit, hvat tað góða er.
Hetta eru nakrir av tankunum, sum
Eilif Samuelsen roynir at geva føroying
um innlit í á føroyskum máli, og hann
hevur verið sera áhaldandi og íðin sum
týðari.
– Við hvørt seti eg mær fyri, at eg
skal umseta tríggjar síður um dagin, og
tá kunnu tað onkuntíð blíva langir dag
ar, sigur hann.
– Eg haldi meg til útgávur á fleiri
málum, tá ið eg umseti. Sjálvandi hevði
tað verið best at týtt úr frummálinum,
men so skuldi eg havt fingist við grikskt
alt mítt lív. Tær nýggjaru týðingarnar
úr grikskum eru rættiliga trúgvar ímóti
upprunahandritunum, og tær haldi eg
meg mest til.
Upplivir eisini
Tað er ikki soleiðis, at Eilif Samuelsen
hevur stongt seg inn í sínum arbeiðs
rúmi og heldur seg burtur frá øllum
øðrum, nú hann hevur týtt øll hesi
verkini seinastu árini.
– Eg komi eisini nógv út millum
fólk og upplivi mangt og hvat. Vit hava
ferðast nakað, eg gangi til fimleik í Til
haldinum tríggjar ferðir um vikuna, eg
havi verið deknur í yvir 20 ár, havi sitið
í kirkjuráðnum í Vesturkirkjuni í yvir 20
ár, og so havi eg eisini havt roknskapin
hjá Vesturkirkjuni um hendi. Eg stillaði
ikki upp aftur á kirkjuráðsvalinum
hesaferð, og eg havi avgjørt, at eg gevist
sum deknur og við roknskapinum á
nýggjárinum, sigur Eilif Samuelsen.
– Mær dámar væl at halda meg í
gongd. Augustin helt likamið í gongd
við at ganga, og hann helt høvdið í ord
an við at lesa nógv, og tað er nakað tað
sama hjá mær. Eg gangi til fimleik, lesi
og týði, og hóast eg eri komin upp í ár
ini, kenni eg meg at vera væl fyri.
– So leingi, sum eg havi hug, og evnini
røkka nøkunlunda, fari eg at halda fram
við at týða bøkur. Eg havi ongar ætlanir
um at gevast, sigur Eilif Samuelsen.