mánadagur 13. november 2017síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 13. november 2017 · Nr. 132
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Útoyggjafelagið hevur nú sent
landsstýrismanninum,
Høgna
Hoydal, eina umbøn um atgerðir
á fuglaveiðiøkinum, sum tey rópa
áheitanina á landsstýrismannin.
Óla Jákup í Dímun, formaður
og Olga Biskopstø, samskipari,
vísa á, at útoyggjarnar í fleiri ár
sjálvbodnar við samtykt á granna
stevnum hava fylgt ynskinum hjá
myndugleikunum um ikki at fleyga
lunda, tí stovnurin er hóttur.
- Men, samstundis sum vit á út
oyggj ikki loyva okkum at gagn
nýta fuglatilfeingið, fer kortini ein
ógvuslig veiða í gongd stutt eftir, at
bútíðin er liðug.
Í Útoyggjafelagnum vísa tey á,
at stórt tal av bátum, harav fleiri
skjóttgangandi, veiða svartfugl í
túsundatali.
- Hetta meta vit útoyggjafólk
ikki gevur nakra meining – at verja
fuglin við ikki at fleyga hann, tá
hann kortini verður skotin av øðr
um so skjótt, sum hann kemur á
sjógvin.
Tey vísa á, at útoyggjafólk
kunnu ikki fáa sær til eginnýtslu
– ja, ikki so frægt sum til eitt kók,
meðan onnur veiða fuglin í stórum
tali beint fyri nøsini á teimum.
- Men, veitt verður heldur ikki
bara til eginnýtslu, men eisini til at
selja, leggja tey aftrat.
Vendir ikki rætt
Í Útoyggjafelagnum hava tey ferð
eftir ferð hjá avvarðandi myndug
leikum gjørt vart, at hetta vendir
ikki rætt.
- Vit hava víst á, at neyðugt er
við góðum og greiðum fyriskipan
um á hesum øki, soleiðis at fugla
stovnurin verður troyttur burðar
dygt, og útoyggjarnar fáa sín
sjálvsagda part.
Í Útoyggjafelagnum heita tey á
hægsta myndugleika á økinum um
at fáa hesi viðurskifti í rættlag.
- Kemur hetta ikki upp á pláss,
síggja vit ikki aðra gongda leið
enn aftur at loyva at fleyga fugl á
útoyggj, siga Óla Jákup í Dímun
og Olga Biskopstø í umbønini til
landsstýrismannin.
Fólk eru
farin at
ótolnast
Vilmund Jacobsen
Mikudagin 18. oktober sprongdi
Landsverk ein stóran stein
burtur í brattlendinum oman
fyri vegin gjøgnum Dalslíð.
Orsøkin til átakið var vand
in fyri, at steinurin kundi
loysna og síðan ríða oman á
vegin.
Men, í Dali bíða tey nú ótol
in eftir Landsverki, sum enn
ikki hevur gjørt bilverjuna aft
ur sum fórst, tá steinurin varð
sprongdur.
Einasta verja á niðaru síðu á
vegnum eru betongklossarnir,
sum síggjast á hesi myndini,
sum Sosialurin tók í gjár.
Dalbingar ivast eisini í,
hvussu væl tilfarið, sum liggur
uppi brattlendinum, liggur, nú
steinurin er sprongdur.
ÓTOLNIR BRUNDAR: Her eru nakrir av flottu
brundseyðunum í Koltri. Bjørn Patursson sigur,
at nú eru teir ótolnir, tí ærnar uttan fyri hegnið
eru byrjaðar at bjóða seg fram. - Brundarnir hava
hvør sína mensku og sterku persónligheit umframt
góð mát og annað, sigur fyristøðumaðurin
Nógv vilja byggja
Nú Eysturoyartunnilin nærkast við
risafetum, er áhugin at seta búgv
í Sjóvar kommunu eisini stórur
Vilmund Jacobsen
Hetta er ein gleðilig avbjóðing hjá
kommununi, sum í løtuni er í holt
við tvær nýggjar útstykkingar.
Kommunan hevur nú hevur
selt øll tey grundstykki, sum vóru,
og í løtuni verða onkur hús bygd á
Strondum.
Í løtuni verður arbeitt við
útstykking, har 42 grundstykki
verða við Hálsatjørn og eini 9-10
grundstykki á Fríðufløtum. Artur
Johansen, borgarstjóri, sigur, at
ætlanin er at bjóða bæði arbeiðini
út í senn, helst seinni í ár.
Tekningar eru gjørdar, og tað
er projekteringstilfarið eisini.
- Vit vóna, at tey fyrstu
grundstykkini í hesum báðum
útstykkingunum kunnu seljast í
fyrru helvt av komandi ári, sigur
borgarstjórin.
Rættiliga
nógv
fólk
hava
skrivað
seg
upp
til
nýggju
grundstykkini, og hesi hava eisini
goldið eitt fittligt ”depositum” fyri
at standa á listanum.
Dánjal Húsgarð var
fram úr góður fimleikari,
og hóast árini nú eru
76, hevur hann enn ikki
blakað handklæði í ringin.
Týsdag og hósdag hevur
hann fimleik í Tilhaldinum
í Nólsoy fyri tilkomnum
monnum
Útoyggjafólk tala
at fuglaveiði
- Vit kunnu ikki fáa okkum so frægt sum til eitt kók av fugli, meðan onnur
veiða fuglin beint fyri nøsini á okkum, sigur Útoyggjafelagið
Meðan fólk á útoyggj ikki loyva sær at gagnnýta fuglatilfeingið, fer ógvuslig veiða
fram stutt eftir, at bútíðin hjá fuglinum er liðug. Mynd: Tilvildarlig