Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-13, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. november 2017síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 13. november 2017 · Nr. 132 Á Farmadeildini hjá Posta starvast 12 dugnalig fólk. Vit røkja spennandi flut- ningsuppgávur fyri okkara viðskiftafólk. Hóast skrivstova okkara er á Óðinshædd, kanst tú siga, at heimurin er okkara marknaður. Vit senda um allan heim og samskifta dagliga við okkara veitarar kring heimin. Farmur gerst alsamt ein størri partur av virkseminum hjá Posta, og tí sóknast vit eftir einum dugnaligum starvsfólki, sum kann luttaka í virkseminum beinanvegin, og sum kann vera við til at menna Posta enn meira. Starvið er sett eftir sáttmála hjá Starvs- mannafelagnum, og løn sambært roynd- um og útbúgving. Vilt tú vita meira um starvið, kanst tú seta teg í samband við Helga Justinussen, leiðara á Farmadeild- ini. Ring til hansara á 23 60 14 ella skriva á helgi@posta.fo. Umsóknarfreistin er 17. november 2017. Starvið verður sett skjótast til ber. Føroya fremsta farmafólk Posta sóknast eftir einum fólki, ið kann verða við at mynda farmadeildina á Posta Posta røkkur hvørt stað í landinum hvønn dag. Posta fevnir um umleið 120 ársverk, 60 bilar, eina sølu á gott 90 mkr og virksemi kring alt landið. posta.fo Jólapostur 2017 Brøv og pakkar eiga at vera á posthúsinum í Tórshavn innan nevndu freistir fyri at tryggja at jólaposturin kemur fram áðrenn 24. desember. Freistirnar eru leiðbeinandi, tí veðrið kann darva postflutningin. Jólapostur til móttakarar í Føroyum eigur at vera latin inn í Tórshavn í seinasta lagi: mánadagin, 18. desember Flogpostur Skipspostur Brøv Pakkar Pakkar Danmark 14.12. 19.12. 14.12. Grønland, Nuuk 08.12. 06.12. senda ikki við skipi Ísland 08.12. 07.12. senda ikki við skipi Noreg og Svøríki 14.12 14.12 senda ikki við skipi ES, Sveis 08.12. 07.12. senda ikki við skipi Evropa annars 07.12. 07.12. senda ikki við skipi Útheimurin annars 01.12. 01.12. senda ikki við skipi Upplýsingar um neyvari freistir til býir og bygdir í Grønlandi og upplýsingar um privatan útflutning av mati til Danmarkar eru at finna á www.posta.fo.