Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-13, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. november 2017síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 13. november 2017 · Nr. 132 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Árni Gregersen GREINING: Politisku rembing­ar­ nar um vikuskiftið eru ikki steðg­ aðar enn. Ongin loysn er funnin á spurn­ ing­inum um, hvussu 17 at­kvøður kunnu fáast til vega at at­kvøða fiskivinnu­nýskip­anar­upp­skotið gjøgnum tingið. Tað stendur rættuliga fast, at tveir av javnaðartingmonnunum, Kristin Michelsen og Bjarni Hamm­ er, ikki fara at atkvøða fyri upp­ skotinum, sum nú liggur á borð­in­ um. At teir báðir tingmennirnir ikki taka undir við uppskotinum, kem­ ur ikki óvart á nakran. Teir hava báðir gjøgnum alt hetta val­skeiðið sagt, at teir ikki halda, at nýskip­ an­aruppskotið er tað besta fyri føroysku vinnuna. Munurin nú er, at løgmaður, sum eisini er samgonguleiðari, hev­ur boðað samstarvsflokkunum frá, at hansara flokkur ikki megnar at levera tær atkvøðurnar til upp­ skotið, sum flokkurin annars hevur bundið seg til. Greiða útmeldingin gjørdi, at samgonguleiðararnir fóru at leita eftir tveimum atkvøðum, sum tryggja at uppskotið verður sam­ tykt. Fiskivinnunýskipanin er tað mál, sum alt hevur snara rundum hjá hesi nú meira enn tvey ára gomlu samgongu. Miðflokkurin hevur ofta boðið seg til at gerast ein partur av sam­ gong­uni. Tí var høvið nú nýtt til at kalla flokkin inn fyri at vita, hvat flokkurin krevur fyri at gerast part­ ur av samgonguni. Eftir tos aftur og fram sendi flokk­urin 18 punkt, sum hann vil hava uppfylt um hann skal ger­ast partur av samgonguni – mill­um annað vil flokkurin hava lands­ stýris­fólk umframt formann­in í fíggj­arnevndini. Harumframt hevur flokkurin fleiri onnur krøv, skrivað í 18 punkt­ um, sum hann ynskir uppfylt, skal hann gerast partur av samgonguni. (Tey 18 punktini kunnu lesast á síðu 2) Ikki sannlíkt Sjálvt um samband hevur veirð millum Miðflokkin og samgonguna, so er lítið, sum bendir á, at flokkurin verður partur av samgonguni. Men ein loysn skal finnast og tað liggur fyrst og fremst á løg­ manni at koma við einum útspæli. Ein møguleiki er, at hann fer at til­ nevna Bjarna Hsammer sum lands­ stýrimann í staðin fyri Henrik Old. At Henrik Old fer at taka und­ ir við uppskotinum til fiskvinnu­ nýskipan er sannlíkt og samstundis sleppur Bjarni Hammer so undan at atkvøða fyri málinum. Hetta er ikki nóg mikið til 17 at­ kvøður, men samgongan arbeiðir eisini upp á at fáa Magna Laksáfoss úr Sambandsflokkinum at taka undir við uppskotinum. Magni Laksáfoss hevur fleiri ferð­ir sat, at so langt eru partarnir ikki frá hvørjum øðrum, at ikki til­ ber at finna eina loysn. Spurningurin er so bara um Magni Laksáfoss vil venda Sam­ bands­flokkinum bakið og taka und­ ir við uppskotinum um fiski­vinnu­ ný­skipan. Tað er eitt ógvusligt polit­iskt sats, sum fá tingfólk tora at gera. Hin taktikkurin er tann, sum tað sær út til at løgmaður brúkar: hann setir teir báðar tingmennirnnar hjá flokkinum á Tvøroyri upp í vindin, so ein og hvør sær, at tað eru teir báðir sum forða fyri, at virðini í samfelagnum verða býtt øðrvísi, soleiðis sum samgongan skrivar í samgonguskjalinum. Telvingin heldur fram hesa vikuna, men politiskt kann sigast púra greitt, at noyðist samgongan at slppa nýskipanaruppskotinum ella útseta tað í eitt ár, so er tað eitt álvarsligt afturstig fyri sam­gong­ una. So er ongin vón fyri, at ein stjórn­arskipan verður samtykt og ei held­ur ein pensjónsnýskipan. Buldrið um fiskvinnu­nýsklip­ an­ina ger, at áralagið millum teir tríggjar flokkarnar versnar. Javn­ að­arflokkurin isolerar seg á hendan hátt frá hinum báðum flokkunum. Tað kann kosta eitt skrædl, sum endar við einari heilt nýggjari sam­ gongu. Kann enda við nýggjari samgongu hjá Aksel Stríðið um nýskipan av fiskivinnuni kann enda við nýggjari samgongu, um ikki løgmaður ger eitt smart trekk og skiftir egin landsstýrisfólk Aksel V. Johannesen, løgmaður, situr við svarataperi. Tað er fyrst og fremst hann, sums kal finna manglandi atkvøðurnar. Hesir báðir troyttast av, at triði samgonguleiðarin ikki megnar at koma við teimum atkvøðunum, sum skulu til fyri at uppskotið um fiskivinnunýskipan kann samtykkjast. Vinnan bíðar enn og veit ikki, hvør lóg er galdandi eftir 1. januar.