Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-13, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. november 2017síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 13. november 2017 · Nr. 132 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Pætur Albinus HONDBÓLTUR Tað gongur strúkandi hjá Áka Egilsnes og íslendska felag­num, KA av Akureyri, har liðið er greitt oddalið í næstbestu deildini og ungi vestmenningurin er topp­ skjútti. Fríggjakvøldið vóru teir úr KA á vitjan hjá aftasta lið­num, Hvíta Riddaranum, og tað gjørdist eisini til krav­sigur til oddaliðið. KA vann 38-22 eftir at hava verið á odda 17-9 í hálv­leiks­ steðginum, og Áki skeyt níggju av málunum. KA er ósigrað og einsamalt odda­lið við fullum stigatali, 14 stig fyri sjey dystir, og Áki Egils­ nes er toppskjútti hjá KA við til­samans 33 málum hetta kapp­ingarárið. Tá hoyrir tað eisini við til søguna, at Áki – vegna skaða – einans hevur verið við í fýra av dystunum. Næsti dystur hjá KA verður tó helst ein hin truplasti á árinum, tí fríggjakvøldið spæla teir nevniliga á útivølli ímóti næstbesta liðnum í deild­ini, nevniliga HK. SVIMJING DM á stuttgeil hevur verið seinastu dagarnar. Hendan meistarakappingin, sum byrjaði hósdagin og helt á til í gjár, varð svomin í Greve Svømmehal, og sum væntað sam­bært tilmeldingar­tíð­ unum, so gjørdist tað til nógv føroysk heiðursmerkir – bæði til føroysku svimjar­ar­nar og eisini til tey før­oysku íkøstini á danska lands­liðnum. Longu á fyrsta kappingardegnum, hós­dagin, kom fyrsta før­ oyska gullmerkið í hús. Tað var Óli Mortensen, sum vann tað á 800 metra teini­num í frísvimjing. Hann legði varliga út, men tað endaði við, at hann vann í sann­førandi stíli við tíðini 7:53.68, smá fimm sekund framman­fyri nummar tvey, sum var hálvføroyski Frans Johannes­sen. Eitt annað før­oyskt heiðursmerki kom hósdagin, og var tað før­ oyingurin á danska lands­ lið­num, Magnus Jákupsson, sum vann silvur 100 metrum blandað við tíðini 53.63. Hetta var eitt lítið hálvt sekund aftanfyri vinnaran, Daniel Skaaning. Fríggjadagin varð eitt føroyskt heiðursmerkið vunn­ið. Tað var nevniliga Frans Johannessen, ið svimur fyri felagið Triton Balle­rup, sum vann gull í 400 metrum blandað. Tíðin hjá honum var 4:14.41. Hetta var eitt lítið sekund betri enn tann, ið gjørdist nummar tvey. Føroyski Alvi Hjelm gjørdist nummar fýra í hesari finaluni, góð fimm sekund frá at vinna bronsuna. Leygardagin vóru tvey føroysk heiðursmerki aftur­at – eitt av gulli og eitt av silvuri. Gullið vann Magnus Jákupsson í 100 metra ryggsvimjing, har hann við tíðini 52.77 einans var tveir hundraðpartar av einum sekundi framman­ fyri nummar tvey, Gustav Fri­berg. Føroyska silvur­ heiðurs­merkið hendan dagin vann Óli Mortensen í 1500 metra frísvimjing. Tíðin hjá honum var 15:12.12. Hann kundi líka so væl vunnið gull, tí munurin ímillum gullið og silvurið var óvanliga lítil. Vinnarin, Alex­ ander Nørgaard, var fýra hundraðpartar av einum sekundi frammanfyri tann óhepna Óla. So lítil munur er ógvuliga óvanligur á einum so longum teini sum 1500 metrum. Sunnudagin vann Magnus Jákupsson aftur eitt gull­merki ryggsvimjing. Hesa­ferð var teinurin 50 metrar. Tíðin hjá Magnusi var 24.23, og var hetta 26 hundraðpartar av einum sekundi frammanfyri næst­ besta svimjaran. Óli Morten­ sen hevði heldur ikki vunnið síðsta gullmerkið, tí í gjár vann hann nevniliga eisini gull í 400 metra frísvimjing. Tíðin var 3:48.67, og var hetta nærum hálvtannað sekund betri enn hjá honum, ið bleiv nummar tvey. Bæði Magnus Jákupsson og Frans Johannessen hava nú klárað kravtíðirnar til at sleppa við í EM á stutt­ geil, sum verður í Royal Arena í Keypmannahavn dagar­nar 13. til 17 desembur. Framman­undan er føroyska lands­liðið úttikið til hesa kapp­ingina. Tey úttiknu eru Signhild Joensen (Ægir), Vár Erlingsdóttir Eidesgaard (Havnar Svimjifelag), Alvi Hjelm og Óli Mortensen (Havnar Svimjifelag). TALV Føroyska talvlandsliðið er aftur við í altjóða kapping. Í gjár byrjaði EM-kappingin fyri smátjóðir í Evropa. Telvað verður í Andorra. Tíggju lið kappast. Tey eru Føroyar, Luksemburg, Monaco, Andorra, Kýprós, Malta, Liktinstein, San Marino, Jersey og Guernsey. Av hesum liðum var Føroyar einasta smátjóðin, sum var við í stóru EM-kappingini fyri landslið á Kreta mánaðar­skiftið oktober/ novem­ber. Har endaðu Før­ oyar nummar 36 av 40 liðum. Føroyar telvaðu 2-2 móti Luksemburg í fyrsta um­ fari í EM-kappingini fyri smá­tjóðir. Tað endaði javnt á øllum fýra borðum. Úrs­ lit­ið var helst betri fyri Luksem­burg enn Føroyar. Á trimum av fýra borðum høvdu føroysku telvararnir hægri­styrkital, men ongum eydnaðist at vinna. Helgi Dam Ziska telvaði á 1. borði við hvítum móti Fred Berend, sum er altjóða meistari við úti­við 200 ratingstigum lægri, men talvið endaði javnt longu eftir umleið tjúgu leikir. Helgi stóð til at missa mann, men hvat hann kundi fingið afturfyri tóktist eitt sindur ógreitt. Brádliga samdust teir um remis. Hjá Høgna og Rógva Egilstoft Niel­sen á 2.- og 3. borði gekk javnt á. Hóast telvað var væl og leingi, var eingin, sum vann sær nakran fyrimun. John Rødgård á 4. borði kundi helst verið vorðin sigurs­harri í dystinum, hevði hann verið kringari og djarvari í endatalvinum, men tað fjaraði av, og endaði eisini javnt. Føroyar og Luksem­burg hava vunnið smá­landakappingina tvær ferðir hvør undanfarnu fýra ferðir­nar, sum kappingin hevur verið. Talan var tí um eitt slag av toppdysti í gjár, men Luksemburg er ikki eins væl mannað í ár sum onnur ár. Svenski stórmeistarin Michael Wiedenkeller, sum hevur búð í Luksemburg í fleiri ár, og hevur verið fastur fúsur á 1. borði, er ikki við í ár. Tí var roknað við, at før­oyska liðið helst fór at vinna hendan dystin. NÓGV HEIÐURSMERKIR Í DM Føroyskir svimjarar gjørdu um seg í DM á stuttgeil, og eisini aðrastaðni uttanlands – og í øðrum ítróttum – hava føroyingar gjørt vart við seg