mánadagur 13. november 2017síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 13. november 2017 · Nr. 132
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
MEINHARD ER HELST SØGULIGUR
Nógv bendir á, at Meinhard E. Olsen við málinum fríggjadagin
bleiv søguligur í føroyskari landsliðssøgu, tí hann nú hevur
skorað í trimum U21 landsdystum upp í slag. Todi Jónsson
hevur skotið mál í trimum landsdystum upp í slag, sum hannvar
við í, har eru nakrar dystir í millum, sum hann ikki spældi. Her
skoraði hann málini móti Spania, Russlandi og San Marino.
Endamálið við ungdómslandsliðnum er at spælararnir læra
og mennast. U21 landsliðið hevur ment so nógv, men fekk
helst størsta lærupeningin, tá póllendingar stjólu sigurin úr
hondini á okkara hart arbeiðandi og væl spælandi liðið. Einki
er liðugt, fyrr enn alt er liðugt – serliga í altjóða fótbólti
Tróndur Arge – Tórsvøllur
-Ótrúliga, ófatiliga, óbegrípi
ligani skuffandi. Orðini eig
ur Eli Hentze, venjari hjá
U21
landsliðnum.
Hóast
talan er um størsta úrslitið
hjá honum sum U21 lands
liðsvenjara,
so
stendur
hann samanbitin á miðjuni
á
Tórsvølli,
hóast
fleiri
minuttir eru síðani dómarin
bríkslaði fyri seinastu ferð.
Avrikið var framúr og
spælarar, sum nú fáa ein
steðg frá fótbólti í ár, framdu
eitt bragd. Teir hava bara
lært, at tað nyttar einki at
kanna sær tiltikna bitan
áðrenn tíð, tí einki er liðugt
fyrr enn alt er liðugt.
Drúgv fyrireiking
U21 landsliðið hevur fyri
reikað seg í næstan ein
mánaða til stóru uppgávuna
móti Póllandi. Eftir at hava
tapt 3-0 fyri bæði Litava og
Danmark, so hevur føroyska
liðið reist seg móti Finnlandi
og Georgia. Fyrst við at spæla
1-1 í Finnlandi og síðani vinna
3-1 á Georgia.
Pólland er tó ein heilt
onnur styrki, tí her er tal
an um spælarar úr Seriu
A
í
Italia,
Bundesliguni
í
Týsklandi
og
Premier
League í Onglandi. Ikki allir
spæla á bestu liðunum hjá
feløgunum, men eitt nú lið
skiparin, Dawid Kownacki,
hevur spælt fýra dystir við
besta liðnum hjá Sampdoria
í Seriu A og skotið tvey mál.
Veðrið hevur ikki verið
av tí besta til fyrireiking,
men hetta er ikki fyrstu ferð,
at føroysk landslið hava
notið gott av landsdystum
eftir kappingarenda. Mill
um annað bleiv bragdið í
Pireus, tá Føroyar vunnu
1-0 á Grikkalandi, framt í
novembur mánaði í 2014.
Fyrireikingarnar
geva
landsliðsvenjarunum meiri
tíð enn vanligt saman við
spælarunum.
Kalt á Tórsvølli
Dysturin verður bríkslaður
í gongd klokkan 16.45 í
nógvum kulda, frammanfyri
nøkrum heilt fáum áskoðar
um.
Sum
skilst,
bleiv
dysturin fluttur so at sjón
varpið kundi vísa hann. Tað
er sum so eisini í ordan, men
tað er ongin ivi um, at ein
slíkur dystur hevði havt best
av at verið spældur seinni
á kvøldinum, tá fólk hava
fingið frí.
Ein eyðsýnd broyting er
á føroyska liðnum hendan
dagin.
Jóannes
Bjartalíð,
sum hevur spælt 13 U21
landsdystir og verið úttikin
til
A-landsliðið,
byrjaði
á bonkinum. Orsøkin er,
at venjarin vil hava meiri
styrki á miðjuna, har Jákup
B. Andreasen kemur inn
saman við Betuel Hansen
og Hákun Edmundsson. Í
verjuni er Benjamin Heine
sen leikbannaður, so Erlend
ur Magnusson úr B36 er á
høgra bakki, meðan Ólavur
Niclasen úr KÍ kemur inn á
vinstra bakkin.
Bíligt brotsspark
Føroyska liðið stendur seg
væl frá byrjan. Tað eru
okkara, sum eru nærri at
skora fyrstu løtuna, men
hálvleikurin gongur kemur
gonga á pólska spælið. Til
tíðir eru føroysku spælarar
nir bara statistar, meðan
reuðklæddu gestirnir við
góðum bóltførleika fluttu
bóltin runt.
Tað bleiv ikki til teir heilt
stóru
málmøguleikarnar,
men tíggju minuttir fyri
hálvleik fingu teir nakað,
sum minnur mest um eina
gávu. Ein pólskur spælari
leitar
e f t i r
e i n u m
brotsspark
og
dómarin
úr Ungarn, Ferenc
Karakó, er skjótur at bríksla.
Dawid
Kownacki
trillar
bóltin í málið – til sína høgru.
-Vit høvdu lisið upp á.
Hann hevur skotið seks
brotsspørk og øll til vinstru,
men hesa ferð valdi hann so
høgru, fortelur Karsten Han
sen, málverjin úr NSÍ, eftir
dystin.
Bíligt brotsspark,
annar partur
Seinni hálvleikur er bara
tíggju minuttir gamal, tá
Teit Jacobsen fær eina hond
á herðarnar. Hann dettur
og Ferenc Karakó er aftur
skjótur at bríksla. Í sam
band við brotssparkið er
eitt sindur av órógv, tí lið
skiparin hjá Póllandi órógvar
Meinhard E. Olsen, sum skal
skjót.
- Liðskiparin hjá teimum
kom og órógvaði meg tá
eg skuldi taka brotsspark,
og segði "shoot left, shoot
left". Síðani fór inn til pólska
málverjan, og segði við mál
verjan, at eg fór at skjóta til
vinstru,
men
eg
trillaði bólt
in
til
høgru,
greiðir ein fegin
Meinhard E. Olsen frá.
Póllendingar eru argir
um, at brotssparkið verður
góðtikið, tí Meinhard E.
Olsen steðgar á veg til bóltin,
men reglugerðin sigur at tað
kanst tú, so leingi tað ikki er
seinasta fetið. Liðskiparin
fær gult kort fyri at brokka
seg.
Í himmiríki – eina løtu
Í 79 . minuttir fær Dawid
Kownacki aftur gult kort,
hesa ferð fyri at brúka hond
ina. Í minuttinum aftaná fáa
føroyingar horna, sum Bjarni
Petersen stútar í mál.
- Hatta er nakað vit kalla
Norra, har allir samlast tætt
undir málinum. Eg plagi at
standa fremst, men Hákun
Edmundsson
ger
allatíð
fríspark, so vit býttu um,
sigur Bjarni Petersen um
hornasparkið, sum bleiv um
sett til 2-1 málið.
Í seinasta sparkinum í
dystinum eydnast tað tó
Póllandi, at javna. Eitt stórt
úrslit, sum kundi verið enn
størri, men nú hava vit so
lært tað!
trondur@sosialurin.fo
Fótbóltur
Dysturin
hesa vikuna...
U21 landsliðið misti á stokkinum:
FÓTBÓLTUR ER
EIRINDALEYSUR
OG ÓNDUR