Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-13, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. november 2017síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 13. november 2017 · Nr. 132 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FIMM STIG FYRI FIMM DYSTIR Hetta var seinasti U21 landsdysturin í hesum árinum. Liðið hevur spælt fimm dystir og fingið fimm stig. Eftir tveir 3-0 ósigrar fyri Litava og Danmark, so hevur U21 landsliðið fingið fimm stig í trimum dystum. Tað boðar frá góðum til 2018, tá liðið eisini hevur fimm dystir á skránni. Triðja dystin upp í slag skoraði Meinhard Egilsson Olsen fyri føroyska U21 landsliðið. Tað er helst eindømi í føroyskari landsliðssøgu. Gleðiligt er eisini, at hann spældi avbera væl fríggja­ kvøldið. Hann hev­ur nakað yvir sær, sum ger at hann kann halda upp á bóltin, og seta spæl­ arar av. Tað gav fleiri ferðir før­ oyska lið­num luft, at hann sum ein annar Kári Reymheim dribbl­aði runt á vinstru síðu í seinna hálv­leiki. Hóast fleiri góð boð eru upp á ein dagsins spælara, so er ilt at koma rundanum framrættaða miðvallaran, sum eisini var ísakaldur, tá hann bleiv órógvaður rundanum brotssparkið, og setti bóltin í málið. Eitt slíkt avriki hevði ikki latið seg gjørt, um ikki allir spældu á einum høgum stigi. Kartin Hansen var tryggur í málinum, har hann útmerkaði seg við at halda fast í torførum bóltum, men málspørkini telja niður. Í verjuni spældu allir væl, men serliga miðverjan við Bartali Wardum og Bjarna Petersen stóð sterk. Á miðjuni s t r í d d u s t stríðsmenninir væl, meðan Teit Jacob­ sen og Mein­hard E. Olsen s t ó ð u sterk­ir í m y n d ­i n i . Tað gjør­ di Jákup L. Thomsen eisi­ ni, men fær eitt minus fyri út­javn­ andi málið hjá Póllandi, tá hann missur mannin. Alt í alt eitt flott avrik frá U21 landsliðnum. trondur@sosialurin.fo U21 EM undankapping: FØROYAR 0 2 PÓLLAND 1 2 Á Tórsvølli 10.novembur klokkan 16.45, Tórshavn 6 ERLENDUR MAGNUSON 7 BJARNI PETERSEN 7 KARSTIN HANSEN Venjari: Eli Hentze 7 Jákup V. Olsen (82.min) Jóannes Bjartalíð (86.min) Ari Olsen (90.min) 6 Dómari: Ferenc Karakó (Ungarn) Legði eina harða linju, har var var dekan ov skjótur á floytuni, men tað javnaði seg út yvir dystin. Tóktist nakað yvirspentur og intensur í atburði, nakað sum til tíðir tóktist at órógva spælið, men annars var tað á eini góðari leið. 4 Meinhard er glóð heitur Føroyar – Pólland 2-2 (0-1) 1.1 Dawid Kownacki, 35 br 1.1 Meinhard E. Olsen 55, br 2-1 Bjarni Petersen, 80 2-2 Jakub Bartosz, 90+4 Dysturin í tølum: Føroyar – Pólland Mál: 2-2 Skot: 8-15 Skot á mál: 6-6 Hornaspark: 6-7 Rangstøður: 3-0 Gul kort: 2-3 Reyð kort: 0-1 Gjørd fríspørk: 11-9 Støðan í bólkinum: 1. Danmark 12 (Stig) 2. Pólland 8 3. Føroyar 5 4. Finnland 3 5. Litava 3 6. Georgia 1 6 6 8 6 7 7 7 ÓLAVUR NICLASEN HÁKUN EDMUNDSSON MEINHARD E. OLSEN JÁKUP B. ANDREASEN JÁKUP L. THOMSEN BETUEL HANSEN TEIT JACOBSEN 7 BARTAL WARDUM