Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-13, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. november 2017síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 13. november 2017 · Nr. 132 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR André Olsen Meðan øll feløgini í Effo-deildini fyri eini viku síðani hava fingið venjaraspurningin uppá pláss til komandi kappingarár, er støðan ikki tann sama í næstbestu deildini. Har vera tað komandi ár fýra lið, sum kunnu flyta upp í bestu deildina, og av teimum fýra, er tað bert tað eina, sum higartil hevur fingið venjaraspurningin uppá pláss til komandi kappingarár. Tað er B71, ið komandi ár spælir í 1.deild sum uppflytari úr 2.deild. Hjá B71 verður profilurin á liðnum, Símin Hansen, komandi ár aftur venjari. Hjá Símin Hansen er tað merkisvert at hann er leikandi venjari. Í júst farna kappingarárinum royndi Símin Hansen tað fyri fyrstu ferð, tá sandoyingar í sannførandi stíli vunnu sær uppflyting úr triðbestu deildini. Felags fyri hini trý liðini í deildini er annars at einki av teimum higartil hevur sett venjara. Sum skilst er Giza Hoyvík nærmast av teimum trimum liðunum at seta venjara, meðan støðan hjá B68 og ÍF viðvíkjandi venjaraspurninginum er meira ógreið. Tó hevur B68 greiðast mál av teimum fýra liðunum sum kunnu tryggja sær uppflyting. Toftamenn ætla sær komandi ár aftur at vinna sær uppflyting til Effo-deildina. andre@sosialurin.fo ENN HEVUR BARA EITT SETT VENJARA Í næstbestu deildini er tað bert B71, av teimum fýra liðunum, ið kunnu flyta upp, sum í verandi støðu hevur sett venjara til komandi kappingarár, meðan B68 hevur sum greitt mál at vinna sær uppflyting í Effo-deildina aftur komandi ár