Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-13, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. november 2017síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 13. november 2017 · Nr. 132 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Greitt er, at Giza Hoyvík, sum seinastu nógvu árini hevur havt Frankie Jensen sum venjara hjá besta liðnum í felagnum, komandi ár skal hava nýggjan venjara. Og sambært Kenneth Hovgaard, formanni í Giza Hoyvík, verður tað eisini fyrsta dagin at venjaraspurningurin í Giza Hoyvík verður avgreiddur. -Eg vænti og eri rættuliga vísur í, at venjara­ spurningurin longu verður avgreiddur í dag. Við­ víkjandi hópinum hjá okkum gevast Blé og Tijani, meðan støðan hjá Keita og Solomon enn ikki er avklárað. Av hinum í hópinum er rímiliga greitt, at teir flestu av teimum somu halda fram, sigur Kenneth Hovgaard, formaður í Giza Hoyvík. Kenneth Hovgaard greiðir víðari frá, at kon­ sept­ið í Giza Hoyvík til komandi kappingarár verður eitt sindur broytt, har dentur fyrst og fremst verður lagdur á samanhald í felagnum. -Vit arbeiða uppá eitt nýtt konsept til komandi ár, sum er, at felagsnevnarin frá hópi til venjarar og nevnd eitur samanhald. Vit vilja hava at tað skal vera stuttligt at møta upp til venjing, og at tað verður ein sjálvfylgja at leikararnir arbeiða fyri hvørj­um, sigur Kenneth Hovgaard. Sambært keldum hjá Miðlahúsinum tykist tað mestsum heilt greitt at nýggi venjarin í Giza Hoy­ vík verður fyrrverandi U-17 landsliðsvenjarin, Áki Johansen. Sandoyingar vera komandi ár aftur at síggja í næstbestu deildini, eftir at B71 í ár var eitt rend niðri í 2.deild. Og í B71 ætla teir at byggja uppá góða árið í júst farna kappingarárinum, har bulurin á liðnum kemur at minna ógvuliga um bulin á liðnum í farna kappingarárið. Tað váttar Símin Hansen, leikandi venjari í B71. Eg haldi komandi ár fram sum leikandi venjari í B71, og viðvíkjandi fyrireikingum til komandi ár gongur super hjá okkum. Vit eru í holt við at tryggja okkum allar teir somu leikararnar, sum farna kappingarár vóru við til at flyta okkum upp, sigur Símin Hansen í stuttari viðmerking. Hjá sandoyingum fer málsetningurin tó helst at vera eitt sindur øðrvísi samanborið við hini trý liðini, ið kunnu flyta upp úr deildini komandi ár. Sum uppflytari í deildina hevur B71 sum fyrsta mál at fyrst og fremst tryggja liðnum enn eitt ár í deildini, meðan hini heldur meira koma at stríðast um at vinna sær uppflytingarpláss. B68 spælir komandi ár aftur í næstbestu deildini, eftir at toftamenn í ár ikki megnaðu at flyta upp úr deildini, hóast teir leingi stríddust við í uppflytingarstríðnum. Hjá toftamonnum stóð Súni Olsen í ár á odda fyri liðnum. Og sambært Jóhan Dávuri Høj­gaard, ið bæði er liðskipari hjá B68 og situr í nevndini hjá felagnum, er tað ikki óhugandi at Súni Ol­sen fer at halda fram sum venjari í felagnum. -Vit vænta at fáa venjaraspurningin avgreiddan í komandi viku, og tað er ikki óhugsandi at Súni Olsen fer at halda fram sum venjari hjá okkum, sigur Jóhan Dávur Højgaard. Á Toftum er málsetningurin nógv meira greiður til komandi kapp­ingarár enn hann var til undanfarna kappingarár, tá felagið ikki hevði sum greitt mál at flyta upp. Komandi ár ætlar B68 sær upp­aftur í bestu føroysku deildina. -Viðvíkjandi fyrireikingum til komandi ár gongur fínt. Vit hava bundið fleiri yngri leikarar til komandi ár, og komandi tíðina verða uppaftur fleiri leikarar knýttir at. Málsetningurin til komandi kappingarár er at B68 aftur skal vinna sær pláss í bestu føroysku deildini, og at vit skulu vera fyrireikaðir tá vit einaferð fara upp aftur, sigur Jóhan Dávur Højgaard. Tað verður heldur øðrvísi hjá fuglfirðingum at fara til fótbólt komandi kappingarár, nú ÍF fyri fyrstu ferð í nógv ár aftur verður at síggja í næstbestu deildini, eftir at liði í ár flutti niður úr bestu føroysku deildini. ÍF hevur annars seinastu nógvu árini verið fastur partur av bestu deildini, har ÍF bæði í 2012 og 2013 var nær við at vinna føroyameistaraheitið í deildini, tá ÍF í báðum førunum vann silvur í Effo-deildini. Síðani tá hevur ÍF ligið ógvuliga fast niðanfyri miðjuna av bestu føroysku deildini, men í ár gekk tað galið hjá fuglfirðingum. Fuglfirðingar høvdu eitt ógvuliga vánaligt kappingarár, samanborið við undanfarnu ár, og tí endaði tað við at ÍF longu tíðliga flutti niður úr Effo-deildini. Í ÍF er Dan Petersen formaður. Hann greiðir frá, at tað enn er ov tíðliga at melda út um málsetning og annað, tá felagið ikki eingongd enn veit hvør venjari verður komandi kappingarár. -Vit arbeiða í fulldrøn í nevndini við at skaffa venjara, og eg tori næstan at siga við fullari vissu at nýggi venjarin verður funnin áðrenn vikan er úti. Rundanum hópin hjá okkum, royna vit at tryggja okkum at halda øllum teimum lokalu í hópinum. Og málsetning ætli eg mær ikki út við enn. Vit mugu fyrst fáa venjaran og hópin uppá pláss, áðrenn vit kunnu melda út um málsetning, sigur Dan Petersen, formaður í ÍF. Í næstum vera umstøðurnar til fótbólt í Fuglafirði eisini nógv broyttar. ÍF er í ferð við at taka fyrrverandi ítróttarhúsið niður, har teir ístaðin skulu byggja nýmótans hús framvið vøllinum í Fløtugerði. Meðan tað arbeiðið verður gjørt, kemur ÍF fyri tað mesta at nýta skúrar sum skiftingarrúm. Giza Hoyvík: B71: B68: ÍF: Venjarin verður settur fyrsta dagin Símin Hansen heldur fram sum leikandi venjari Venjara­spurn­ingurin verður av­greiddur í komandi viku Fáa venjaran uppá pláss í vikuni