mánadagur 13. november 2017síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 13. november 2017 · Nr. 132
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Pætur Albinus
Eftir
eina
heldur
trilvandi
byrjan upp á kappingarárið
høvdu kvinnurnar hjá Neista
num fótað sær rímiliga væl
aftur, har tær undan dystinum
ímóti VB í gjár vóru ósigraðar í
trimum dystum á rað. Javnleik
ímóti oddaliðnum VÍF og sigrar
ímóti Stjørnuni og StÍF var tað
blivið til.
Mótstøðan í gjár var tó
stinn. VB, sum hevur staðið
seg sera væl higartil í ár og
eisini vann fyrra dystin ímóti
Neistanum 26-24, var komið
við
nógvum
sjálvsáliti
til
høvuðsstaðin at vitja FM-
finalistarnar frá í fjør.
VB omaná
Tað vóru einans fáir minuttir
farnir av dystinum, tá ið VB
byrjaði at renna frá Neistanum.
Sjey minuttir vóru spældir, tá ið
gestirnir vóru á odda 5-1, og hesa
leiðsluna upp á fýra-fim mál
hildu tær allan fyrra hálvleik
og fóru eisini til hálvleiks á
odda 13-8.
Eisini
í
seinna
hálvleiki
legði VB bragdligari fyri, og
nærum alt fyri eitt stóð 15-8
á stigatalvuni. VB hevur í ár
havt stinna verju, so longu hesa
løtuna var lítið hugsandi, at
Neistin skuldi fara at klára at
stríða seg innaftur í dystin.
Neistin
kom
ongantíð
tættari enn fýra mál á muni, og
heldur hinvegin var tað VB, sum
legði afturat leiðsluni seinastu
løtuna og at enda vann dystin
26-19.
Danska Mathilde M. Peder
sen var størsta hóttanin hjá
VB, og hon gjørdist toppskjútti
í dystinum við átta málum.
Eisini landskvinna hennara í
málinum, Katrine Borup, stóð
ein góðan dyst. Hjá Neistanum
var tað Marjun F. Danberg,
sum vísti vegin og gjørdist
toppskjútti hjá heimaliðnum
við fimm málum.
VÍF kravsigur
Í Klaksvík var eisini ein dyst
ur í gjár. Stjørnan, sum hevur
vunnið ein sigur higartil í
ár, tók ímóti tí ósigraða VÍF-
liðnum, sum við einari rúgvu av
góðum skjúttum hevur skotið
seg til sjey sigrar og ein javnleik
higartil í ár.
Tað var ikki ov nógv sagt,
at hetta var ein kravsigur hjá
VÍF, og tað gekk eisini bara lítil
løta til VÍF byrjaði at draga frá
heimaliðnum. Hálvleiksstøðan
var 16-9 til VÍF.
Í seinna hálvleiki komu nógv
mál. Stjørnan kom lættari til
málini, men VÍF økti eisini um
sína málskjóting og vann at
enda stórsigur 34-21.
Toppskjútti hjá heimalið
num var Sonja Sirdal við fimm
málum, meðan toppskjúttin í
Hvonndeildini, Liljan Djurhuus,
enn einaferð gekk á odda hjá
VÍF. Hesaferð skeyt hon 10 mál.
albinus@sosialurin.fo
HONDBÓLTUR
ODDALIÐINI
HALDA KÓSINA
Kvinnurnar hjá VÍF eru ikki til at steðga. Í løtuni er tað hørð
kapping um tað skal vera VB ella Kyndil, sum fylgja best við
Stjørnan – VÍF 21-34 (9-16)
Stjørnan: Sonja Sirdal 5, Jórun B. Nielsen 4,
Monika P. Jacobsen 3, Mina Sirdal 3, Miriam
Bethuelsdóttir 2, Kristina Poulsen 2, Judith Dam
Jacobsen 1, Katrin Bertholdsen 1
Útvísingar: 2 x 2 minuttir
VÍF: Liljan Djurhuus 10, Durita C. Jojic 7,
Marianna Holm Jacobsen 6, Agnas Olsen 5, Randi
Virgarsdóttir 3, Tóra Seloy 1, Jórunn Gudmundsen
1, Heidi Maria Akselsen 1
Útvísingar: 3 x 2 minuttir
Neistin – VB 19-26 (8-13)
Neistin: Marjun F. Danberg 5, Eir Berg 4, Stina
Madsen 4, Daniella Joensen 4, Ása Dam á
Neystabø 2
Útvísingar: 3 x 2 minuttir
VB: Mathilde M. Pedersen 8, Caroline Ladefoged
4, Agnes K. Fallesen 3, Barbara K. Hjelm 3,
Bára K. Mortensen 3, Gurið K. Augustinussen 2,
Rannvá Johannesen 2, Rúna M. Jacobsen 1
Útvísingar: 3 x 2 minuttir
Hvonndeildin støðan
NR. LIÐ
DYSTIR
V.M.
T.M.
MUNUR
STIG
1
VÍF
8
246
175
71
15
2
VB
9
239
187
52
14
3
Kyndil
8
206
155
51
12
4
Neistin
9
215
200
15
9
5
H71
8
176
201
-25
6
6
Stjørnan
8
171
215
-44
2
7
StÍF
8
107
227
-120
0