Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-13, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. november 2017síða 19

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 13. november 2017 · Nr. 132 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Pætur Albinus Team Klaksvík hevur havt eina sera trupla skrá seinasta lítla mánaðin, har tað hava verið fýra útidystir á skránni ímóti fýra av teimum ovastu liðunum í FTZ- deildini. Team Klaksvík, sum annars fekk eina dreymabyrjan upp á kappingarárið, megnaði ikki at vinna ímóti nøkrum av lið­unum, og tískil eru klaks­ víking­arnir helst komnir niður á jørðina aftur. Stórsigur Í gjár var dystur ímóti odda­ liðnum, Neistanum, og tað gjørdi ikki útlitini betri fyri Team Klaksvík, at tveir av bestu mál­ skjúttunum í ár, Ludvík Súna­son og Finnur Hansson, ikki vóru við. Tað gekst ógvuliga striltið hjá Team Klaksvík fyrstu løtu­ na, og við støðuna 5-1 til Neistan eftir smáar sjey minuttir valdi venjarin at taka timeout. Lítið hjálp­ti tó, og løtu seinni var støð­an 7-1 til Neistan. Hálvleiksstøðan var 15-7 til Neist­an. Tað var aftur langt ímillu málini hjá Team Klaksvík í sein­ na hálvleiki, og fyrsta málið – eitt brotskast – fall ikki fyrr enn 10 minuttir vóru spældir. Dysturin var hart spældur, og tað komu ikki færri enn 13 útvís­ingar í dystinum – seks til heima­liðið og sjey til gestirnar. Tað endaði vði, at Neistin vann dystin 28-15. Toppskjútti hjá Neistanum var Torkil Hent­ ze við átta málum, meðan Sámal á Tjaldrafløtti var besti mál­ skjútti hjá Team Klaksvík við fimm málum. HONDBÓLTUR Bara ein dystur hevur verið í FTZ-deildini hetta vikuskiftið. Hann var í høvuðsstaðnum, har oddaliðið Neistin gav Team Klaksvík fjórða tapið á rað Neistin – Team Klaksvík 28-15 (15-7) Neistin: Torkil Hentze 8, Rasmus Søby 7, Høgni Zachariassen 5, Carl Herup Olsen 4, Tróndur Kragesteen 2, Pál Niclassen 1, Pætur Mikkjalsson 1 Útvísingar: 6 x 2 minuttir Team Klaksvík: Sámal á Tjaldrafløtti 5, Birgir Poulsen 4, Hans Arni Thomsen 2, Vilhelm Vilhelmsen 1, Andrias Ellingsgaard 1, Petur Martin Eliasen 1, Jens Pauli Mohr 1 Útvísingar: 7 x 2 minuttir Hvonndeildin støðan NR. LIÐ DYSTIR V.M. T.M. MUNUR STIG 1 Neistin 9 228 194 34 15 2 H71 8 212 198 14 12 3 VÍF 7 207 196 11 8 4 Kyndil 8 188 183 5 8 5 Team Klaksvík 9 202 225 -23 8 6 StÍF 8 200 215 -15 5 7 KÍF 7 169 195 -2 0 Pætur Albinus Undan hesum kappingarárinum misti H71 sín avgjørda profil, Peter Krogh, sum skifti til Skive fH í næstbestu donsku deildini. Har er tað blivið til fleiri mál, men nú vísir tað seg, at stórskjúttin er á veg heimaftur til føroyskan hondbólt og H71. Tað vita álítandi keldur hjá Sosialinum at siga. Peter Krogh sjálvur vil ikki gera nakrar viðmerkingar til skiftið, men sum Sosialurin skilir, so gongur tað ein vika til hann verður kunngjørdur í Hoyvík. Peter Krogh, sum hevur serligu evnini at skjóta við báðum ørmunum, hevur verið ársins leikari í føroyskum hondbólti seinastu tvey árini, og hann átti sín stóra lut í at H71 gjørdist Føroyameistari í fjør. albinus@sosialurin.fo NEISTIN STAÐFESTI ODDASESSIN H71 favorittur: Stórskjúttin kemur heim Ársins leikari seinastu tvey árini, Peter Krogh, kemur heimaftur til Føroya og H71, har hann við sínum støði alt fyri eitt ger H71 favoritt at vinna FM.