mánadagur 13. november 2017síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 13. november 2017 · Nr. 132
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Burn Showdown:
Tróndur Arge
Í Vikuskiftis Sosialinum fyri tveim
um vikum síðani, segði høvðusfyri
skiparin, Jákup Súni Berg, at hetta
tiltakið skal vekja altjóða ans. Tað
er við eitt nú Arnold Classic tiltaki
num sum fyrimynd, sum er tað
heilt stóra innan bodybuilding.
Tað verða heili 14 kappiingar og
fleiri av teimum eru søguligar, tí
tær eru á fyrsta sinni í Føroyum.
Millum annað boksing, Crossfit,
Miss Faroe Islands og Føroya sterk
asta kvinna.
Kappingin
verður
komandi
vikuskiftið í høllin á Hálsi. Her er
eitt yvirlit yvir allar kappingarnar.
Tiltakið endar við, at Media kemur
at syngja.
FRÍGGJADAGIN
17. NOVEMBUR:
Føroya sterkasta kvinna:
Frá 17.00 til 18.00
Føroya sterkasta kvinna
Ein av kappingunum, sum verður
fyri fyrstu ferð nakrantíð, er Før
oya sterkasta kvinna. Fyribils
hava tvær kvinnur meldað til. Tær
eru Armgarð Arnbjarnardóttir á
Rógvi, sum er av Toftum, og Tóra
Martinssdóttir úr Vágunum.
Tað eru onkrir aðrir luttakarar
á
tilmeldingarlistanum,
meðan
onkrar hava meldað frá. Tí er møgu
ligt, at tað verða fleiri enn tveir lut
takarar til søguligu kappingina.
Tankin hevur verið til í eina tíð,
men ongin hevur gjørt nakað við
tað. Sjálvandi skulu tær verða ein
partur av tiltakinum. Tað hevur
eina ferð verið fimasta kvinna, men
ongantíð nakað av hesum slagi,
sigur Jákup Súni Berg.
Her er ætlanin, eins við fleiri
av smærru kappingunum, at hetta
skal verða startskotið. Ætlanin er
í framtíðini, at eisini hava altjóða
kappingar í Føroyum fyri kvinnur
í styrki.
Sterkmanskapping
Frá 18.15 til 20.15
Her er talan um altjóða kapping,
har sterkir mann kappast. Talan
verður um bæði føroyskar og út
lendskar luttakarar. Slíkar kapp
ingar eru ikki óvanligar í Føroyum
og tað tykist verða stórur áhugi fyri
teimum. Tað hevur í fleiri førum
eydnast at fáa nakrar av heimsins
sterkast hendan vegin, og tað
verður eisini tilfeldið fríggjakvøld,
tá menn sum Zydrunas Savickas,
Laurence shahlaei, Mikkel Leicht
saman við øðrum skulu kappast
móti eitt nú okkara egna Bjarna
Nielsen.
Dómari
verður
Bill
Kazmaier, sum tríggjar ferðir er
kosin heimsins sterkasti maður.
Boksing
Frá 20.30 til 23.00
Fríggjakvøldið 17. novembur verður
fyrsti boksidysturin í Føroyum,
har ein føroyskur boksari er partur
av tí. Teir tríggir boksarnir, sum
hava fingið boksiloyvi eru Geir
Thomsen, Bjartur René Nielsen og
Christian Christiansen. Tíverri sær
út til, at Bjartur René Nielsen má
geva avboð, tí hann hevur brotið
nøsina. Boksing í Føroyum sær út
til at vera í framgongd. Hvørtfall
sum venjingarháttur, tí tað legst
bara afturat við limum í Tórshavn
Boksing, sum er einsasta boksi
felagið í Føroyum í løtuni.
-Eg trúgvi upp á, at boksing í
Føroyum kemur at veksa í næstum.
Vit arbeiða við at fáa samarbeiði
við donsk boksifeløg og tað legst
bara afturat við fólki, sum melda
seg til Tórshavn Boksing. Hetta er
bara byrjanin, sigur Martin Meng
Wojciechowski, ið venur føroysku
boksarnar.
LEYGARDAGIN
18. NOVEMBUR:
Kettlebell
Frá 12.00 til 13.00
Kappast verður í 3 greinum: snatch,
jerk og long cycle (clean and jerk).
Luttakararnir verða bólkaðir í
vektklassar, sum savgerð vektina
á kettlebell´unum hjá hvørjum
einstøkum. Kappast verður um
flest endurtøkur í 10 minuttir.
Vektlyfting
Frá 13.00 til 15.00
Hendan kappingin verður eisini
søgulig, tí kappast verður í grein
unum snatch og clean and jerk.
Hetta er fyrsta kapping av sínum
slag í Føroyum. Dømt verður eftir
IWF reglum og talan verður um
altjóða dómarar. Ein nýggj mettalva
verður gjørd innan hesar greinar.
Powerlifting
Frá 14.00 til 16.00
Her verður kappast 3 greinum:
squat, bench press og deadlift.
Hendan kappingin verður søgulig,
tí fyri fyrstu ferð nakrantíð verður
fullfíggjaða, IPF góðkenda útgerð
– stengur, skivur og benkur til tey
trý lyftini í squat, bench press og
deadlift.
Tríggir professionellir dómarir
frá Eleiko í Danmark og Svøríki
koma at døma. Sagt verður, at pro
fessionella dømingin kann møgu
liga koma at síggjast aftur í eitt
nú djúpdini av squattunum. Eisini
skal sokallaða press-kommando
reglan setast í gildið í føroyskum
bench press kappingum. Við press
- kommando regluni gevur dómarin
boð, tá stongin kann pressast upp
aftur í bonkpressinum. Pressar
HER ER SKRÁIN OG
KAPPINGARNAR
Komandi vikuskiftið verður stóra tiktakið “Burn Showdown”. Tað eru 14 kappingingar í stryki og fitness
upp á tveir dagar í høllini á Hálsi. Nú er skráin klár og vit hyggja nærri at kappingunum, sum verða