Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-13, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. november 2017síða 21

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 13. november 2017 · Nr. 132 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 íðkar­in stongina upp, uttan boðini eru givin, verður lytfi ikki góðkent. Hetta ger, at lyftið verður rein ráðstyrki, og bringan ikki verður brúkt sum støkkfjøl. Crossfit Frá 15.00 til 17.00 Fyri fyrstu ferð verður eisini ein Crossfit kapping í skipaðum um­ støðum í Føroyum. Hetta er eisini ein venjingarháttur, sum hevur vunnið fram í Føroyum í seinastu­ ni. Crossfit bleiv grundlagt sum venjingarháttur í 2000. Fitness 19.00 til 22.00 Í hesum trimum tímunum verða fýra fitness kappingar. Talan er um Bikini fitness, Women´s Body fitness, Men´s Physique og Miss Faroe Islands. Bikini fitness Hesa kappingina kenna vit aftur, og hava kvinnur kappast tríggjar ferðir innan hesa grein, síðan 2015, tá Linda Oliversdóttir vann fyrta plássið. Til næstu kappingina hevði Ruth Poulsen munin og tók sigurin frá Lindu, og í triðju kappingini var tað ein sera glað og rørd Oda Kjartans­dóttir Strøm, ið fór avstað við sigrinum. Innan fitness heimin eru fýra ymiskir bólkar at kappast í hjá kvinn­um: Bikini fitness, body-fit­ ness, physique og bodybuilding. Tað, ið eyðkennir Bikini fitness er tann meiri kvinniligi formurin, tón­aðu vøddarnir og hægsta feitt prosentið av teimum fýra bólku­ num. Poseringarnar hjá kvinn­ unum skulu vera bleytar og femini­ nar við jøvnum rørslum. Tær skulu vísa seg framman ífrá, frá síðunum og aftanífrá. Women´s Bodyfitness Í bodyfitness hava kvinnurnar størri vøddamongd, enn í Bikini fit­ ness. Eisini skal feitt prosentið vera lægri og vøddarnir meiri sjónligir. Poser­ingarnar hjá Bodyfitness kvinnu­num er meiri lík teimum klassisku poseringunum, sum flest øll kenna – meiri stirvið, tí størri áherðsla skal leggjast á at vísa vødda­mongd. Sum nakað nýtt, fara kvinnur yvir 35 ár eisni at hava møguleikan at kappast innan Bikini og Body­ fitness. Men´s Physique Hendan kappingin er fyri lætt muskuløsar men, ið eru heldur minni enn bodybuildarin. Í hesi kapp­ingini gera luttakararnir eina so­kallaða T-walk og hava fýra standard poseringar – framman, síða, ryggur og síða. Menninir eru í longum shortsi, og beinvøddar eru ikki ein partur av framsýningini. Miss Faroe Islands Hetta verður fyrsta kappingin av sín­um slag í Føroyum. Tað hava verið onkrar líknandi kappingar fyrr, men ongar undir so skipaðum um­støðum. Vinnarin sleppur víðari til ikki minni enn heimsmeistar kapp­ingina Miss Universe næsta ár. Hervið kemur hon at umboða Før­oyar í eini altjóða kapping. Turið Elinborgardóttir verður ráðgevi og fyriskipari, saman við Burn Showdown. Turið hevur góðar royndir innan hesa grein og hevur sjálv kappast uttanlanda, bleiv nr. 2 í Miss Universe Danmark og vann sær atgongd til størri kappingar úti í heimi. Aðrar kappingar: Í samband við tiltakið verða eisini kappingarnar, Sjómanstak, Rolling Thunder og Captain crush. Her verður nokk talan meiri um at vísa kapp­ingarnar fram, tí luttøkutalið er so óvist. Tað verða nógvir stekir mans í høllini, so helst fer onkur teirra at bjóða av. trondur@sosialurin.fo Boksing · Powerlifting · Strongwoman · Strongman Women´s Body fitness · Miss Faroe Islands · Crossfit Armwrestling · Rolling Thunder · Men´s Physique Weightlifting · Bikini fitness · Captain crush Kettlebell TÆR 14 KAPPINGARNAR: