mánadagur 13. november 2017síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 13. november 2017 · Nr. 132
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vikan ið fór
U21 landsliðið í fótbólti
er ein minutt frá at
vinna á Póllandi, men
eitt mál í 94. minuttir
ger, at úrslitið verður
2-2. Meinhard E. Olsen
og Bjarni Petersen
skjóta føroysku málini.
Liðskiparin á U21
landsliðnum, Hákun
Edmundsson, skiftir
til KÍ frá Skála. Hann
hevur fyrr verður settur í
samband við kongabláa
felagið.
Óli Mortensen vinnur
DM gull á 800 metrum í
stuttgeil. Samastundis
setur hann nýtt
persónligt met, sum eitt
punktum fyri eina viku,
har hann eisini vann 16
av 18 FM kappingum í
stuttgeil.
Føroyska U19 landsliðið
tapur tveir teir fyrstu
dystirnar í fyrra EM
undankappingar
bólkaspælinum. 6-0 fyri
Onglandi og 2-0 fyri
Bulgaria.
Team Klaksvík tapur fyri
triðju ferð upp í slag,
tá teir vitjan Kyndil
á Hálsi, meðan VB
megnar at fáa stig móti
kyndilskvinnum.
Ársins ungi spælari í
føroyskum fótbólti,
Michał Przybylski, spælir
venjingarlandsdyst við
U20 landsliðnum hjá
Póllandi. Hann ynskir í
framtíðini at spæla fyri
Føroyar.
...við ítróttinum
5 SKJÓTIR
Meinhard E. Olsen um løtuna, tá han skuldi
skjóta brotsspark móti Póllandi
Eli Hentze, U21 landsliðvenjari, eftir
2-2 javnleikinum móti Póllandi
-Hetta var ótrúliga, ófatuliga,
óbegrípiligani skuffandi
- Liðskiparin hjá teimum (Dawid Kownacki)
kom og órógvaði meg tá eg skuldi taka
brotsspark, og segði "shoot left, shoot left”
Fimm skjótir spurningar
til føroysk ítróttarfólk...
Navn: Áki Egilsnes
Aldur: 21 ár
Starv: Hondbóltsspælari (KA, Ísland)
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1: Árni G. Olsen
2: Sorin Anghel
3: Óli Mortensen
4: H71
5. Vitalis
6: Eli Hentze
7: Hákun Edmundsson
8: Bjarni Petersen, B36
Hey Áki! Hvussu trívist
tú á Akureyri?
Hey! Eg trívist væl. Eg eri komin
væl upp á pláss her í Akureyri.
Hetta er heilt sikkurt tað rætta
staðið hjá mær.
Tit eru ósigraðir – hvat
hevur riggað so væl?
Vit hava vant hart. Vit hava eina
offensiva verju, sum hevur riggað
sera væl, og so hevur okkara
kontraspæl givið okkum nógv mál.
Tú skorar eina
rúgvu av málum, so
persónliga avrikið er
væl eisini nøktandi?
Ja, tað byrjar at ganga tann rætta
vegin hjá mær nú. Eg havi fingið
nógv
burturúr
teir
seinastu
dystirnar eftir at eg var skaddur í
hondini í tríggjar dystir.
Hvat fært tú tíðina at
ganga við uttanfyri
hondbóltin?
Eg arbeiði sum timburmaður
uttanfyri hondbóltin. Tað deiligt
at slappa eitt sindur av ella kanska
ganga sær ein túr úti í kavanun
áðrenn farið verður til venjing.
Heldur tú, at KA er tilreiðar
at spæla í bestu deildini?
Ja, KA hoyrir til í bestu deildini,
tað er so heilt sikkurt, og tað hava
vit eisini víst inntil víðari. Men tað
er meira ein helvtin av kappingini
eftir enn, so har er nógv eftir at
spæla fyri.
So er loyniligi fótbóltsspælarin
(The Secret Footballer) aftur.
Hesa ferð við einum sálarfrøðingi
og evnið er sálarfrøði í fótbólti.
Konseptið í bókarøðini hjá loyni
liga fótbóltsspælaranum er, at
hann fortelur um lívið handan
leiktjøldini í fótbóltsheiminum.
Í hesi bókini sleppur tú í høvd
ið á einum fótbóltsspælara og
samstundis einum ítróttarsálar
frøðingi. Umframt at bókin er góð
fyri fleiri søgur og meiningar hjá
loyniliga fótbóltsspælaranum, so
koma bæði hann og ítróttarsálar
frøðingurin við fleiri góðum ráð
um. Loyniligi fótbóltsspælarin
hevur vunnið seg upp gjøgnum
deildirnar í Onglandi og tað merk
ir eisini hansara meiningar og
hugsunarhátt. Hann rørir eisini
við evnir sum motivatión, sum
mangan er ein avbjóðing í dag,
sjálvt um spælarar tjena ótrúliga
nógvar pengar.
Sum heild er bókin spennandi
at lesa og tú fær nakrar lumma
filosofir og leiðbeiningar, meðan
ítróttarsálarfrøðingurin í fleiri
førum kemur meiri ástøðiliga
góðkendum íblástri. Bókin er
skriva til ein breiðan lesaraskara
og hevur bara útgangsstøði í
loyniliga fótbóltsspælaranum, tí
skavar hon eisini bara í lakkið á
evninum ítróttarsálarfrøði.
LES UM: Tú hevur hug til eitt
sindur
meir
enn
panelini
í
sjónvarpsstovuni, og vilt sleppa í
høvdið á einum spælara
IKKI LESA UM: Tú ert faknørd
inn ítróttarsálarfrøði, ella væntar
at blíva tað av bókini
HVUSSU ER AT LESA: Hon er
skrivað til ein breiða lesaraskara.
Tí er hon eisini løtt at lesa og ta
hendir nógv
HVAT SIGUR TÚ: Hetta er ein
týpisk
jólagáva
til onkran, sum
hevur yvir miðal
áhuga fyri Premier
League og fótbólti
FAKTA: Tað
er
ikki alment hvør
loyniligi fótbólts
spælarin er, men
tey flestu meta at
talan er um Dave
Kitson.
Loyniligi fótbóltsspælarin:
Hvussu tú vinnur
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!
1
Ein fótbóltsspælari hevur skift frá EB/Streymi til AB
júst nú. Hvør?
2 Argjamenn hava eisini fingið nýggjan venjaran, hvør
er hann?
3 Føroyskur svimjari hevur endurvunnið DM á 800 í
stuttgeil, hvør er hann?
4 Nýtt lið er í kvinnudeildini í hondbólti, hvat fyri felag
er talan um?
5 Hvat stendur “V” fyri í Pál V. Joensen?
6 Hvør er venjari hjá U21 landsliðnum í fótbólti?
7 Liðskiparin á U21 landsliðnum skifti úr Skála til KÍ,
hvør er hann?
8 Hvør er spælarin, sum skallar bóltin?