Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-13, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. november 2017síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 13. november 2017 · Nr. 132 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Neli Heldarskarð KLUMMAN Tróndur sigur sína hugsan... André Olsen Tá Føroyar fríggjakvøldið spældu 2-2 javnleik á heima­vølli móti Póllandi, var talan um triðja undan­ kappingardystin hjá før­ oyska U21 landsliðnum á rað, at B36 leikarin, Meinhard E. Olsen kom á máltalvuna. Í dystunum áðrenn hevði Meinhard E. Olsen eisini megna at skora ímóti Finn­ landi á útivølli og ímóti Georgia á heimavølli. Tí vóru tað fleiri, ið fóru at undrast, um hvussu nógvir aðrir føroyskir lands­ liðs­leikarar høvdu megna at skora í trimum undan­kapp­ ingardystum á rað, ella um tað nakrantíð var hent áður. Í einum tráði á vælkenda face­book bólkinum, Fótbólts­kjak, var greiða skjótt fingin á spurningin. Har var greitt, at Meinhard E. Olsen ikki er tann fyrsti føroyski landsliðsleikarin at skora í trimum landsdystum á rað. Tveir aðrir mannligir fótbóltsspælarar hava nevni­liga megna tað sama, hóast tann eini av teimum ikki hevur spælt teir tríggjar dystirnar, ið hann hevur skorað í, á rað. Tann sum ikki hevur spælt teir tríggjar dystirnar fylgjandi er Todi Jónsson, ið tó megnaði at koma á máltalvuna í trimum fylgjandi landsdystum sum hann spældi í. Tað gjørdi Todi Jóns­son í tíðarskeiðinum mill­um ár 1995 og 1996. Tá spældi Todi Jónsson tríggj­ar fylgjandi dystir á føroyska landsliðnum – móti Russlandi heima, móti San Marino úti og móti Spania heima, har hann kom á máltalvuna í øllum trim­um. Tó vóru tveir aðrir dystir spældir ímillum teir tríggjar dystirnar – móti San Marino og móti Spania, men Todi Jónsson spældi ikki við á føroyska liðnum í teimum báð­um dystunum. Hin føroyski leikarin, ið hevur megna tað sama sum Meinhard E. Olsen er lið­ felagin hjá Meinhard E. Olsen í B36, Christian R. Mourit­ sen, sum tá spældi fyri enska felagið Manchester City. Ímillum 2005 og 2006 kom hann nevniliga á máltalvuna í trimum undan­kappingardystum á rað fyri føroyska U19 lands­liðið. Í 2005 kom Christian R. Mouritsen á mál­talvuna í seinasta EM- undan­kappingardystinum, ið Føroyar spældi tað árið, tá hann skoraði føroyska málið í 4-1 ósigrinum móti Svøríki. Og í 2006 kom Christian R. Mouritsen aftur á máltalvuna í teimum báð­ um fyrstu dystunum hjá før­oyska U-19 landsliðnum í EM undankappingini, sum tá var spæld í Svøríki. Christ­ian Mouritsen skoraði tá í fyrsta dystinum, sum var móti Svøríki, sum føroyska liðið eisini tapti 4-1, meðan hann í tí næsta dystinum móti Pól­landi aftur kom á mál­ talvuna. Tann dystin tapti føroyska liðið 2-1. Afturat Meinhard E. Olsen, Toda Jónsson og Christian R. Mouritsen hava før­oysku kvinnurnar, Heidi Sev­dal, Rannvá B. Andreasen og Milja Simonsen eisini megna at skora í trimum lands­dystum á rað fyri Før­ oyar. andre@sosialurin.fo Tíggju ár við U21 lands­liðnum Meinhard E. Olsen, sum fríggjadagin skoraði triðja U21 landsdystin á rað, er ikki tann fyrsti føroyski landsliðsleikarin, ið hevur megna at skora í trimum undankappingardystum á rað IKKI TANN FYRSTI AT SKORA TRÍGGJAR DYSTIR Á RAÐ U21 landsdysturin fríggjadagin móti Póllandi, sum endaði við javnleiki 2-2, markerar eisini eitt tíggju ára skeið við U21 landsliðnum. Í dag er tað sum um at U21 landsliðið altíð hevur verið til, men tað var eisini ein tíð, har spælarar stóðu á berum, tá teir vóru ov gamlir til U19. Avgerðin um at leggja U21 landsliðið afturat hinum ungdómslandsliðnum, er óiva ein framúr avgerð. Tað sæst millum annað við at hyggja eftir A-landsliðnum, og síggja hvussu nogvir av teimum eisini hava spælt á U21 landsliðnum. Í fleiri førum eru tað bara Fróði Benjaminsen og Atli Gregersen, sum ikki hava U21 landsliðsroyndir, men tað kemur eisini av, at tað var einki U21 landslið, tá teir vóru í tí aldrinum. Nú er tað ikki so, at U21 landsliðið skal hava æruna av, at spælarar koma á A-landsliðið. Har eru spælararnir bara ein brotpart av sínum fótbóltslívi. Grundin verður løgd í skúlagarðinum og í feløgunum, meðan ungdómslandsliðini geva altjóða íkastið, so spælararnir skilja hvat skal til í altjóða fótbólti. Har sum U21 ger so stóran mun er, at tað var eitt stórt glopp frá U19 og upp á A-landsliðið. Nógvir spælarar blivu líka sum vekk í tí gloppinum, tí tað er so langt á A-landsliðið frá U19. Her hevur verið sjón fyri søgn, at U21 landsliðið hevur klárað at hildið nógvum spælarum til í gloppinum frá U19 til A-landsliðið. Tað ger eisini stóran mun, at hesir spælararnir eru í holt við altjóða uppgávur, tá landsliðssteðgur er. Fyrr var tað eitt frívikuskifti, nú er tað ein altjóða uppgáva á skránni. Tað er eisini passandi, at U21 landsliðið endar tíggju ára skeiðið við einum framúr avrikið – tí tað sigur nógv um hvønn týdning U21 landsliðið hevur havt – og fer at hava í framtíðini. trondur@sosialurin.fo