mikudagur 27. oktober 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 205 - 27. oktober 2004
Nr. 205 - 27. oktober 2004
19
MUSIKKSKÚLIN
Búi Tyril
tyril@PRnewsMedia.com
Musikkskúlalærarar úti á
bygd eru ofta illa fyri hvat
viðvíkur arbeiðsumstøðum
– men hetta kann bøtast við
hjálp av betri samskipan og
samstarvi við millum ann-
að Fólkaskúlan.
Tann føroyska Musikk-
skúla skipanin er góð, men
nú hon fyllir 20 ár eru
nakrar dagføringar kortini
neyðugar, dagføringar sum
ikki minst snúgva seg um
samstarvið
millum
Musikkskúlan og aðrar
skúlar og eina miðvísa og
heildarliga hugsan á hesum
øki.
Hetta tykist ganga aftur
sum ein reyður tráður tá vit
tosa við musikklærarar aft-
an á ráðstevnuna í Norður-
landahúsinum 22. og 23.
oktober um evnið.
Ein av hesum musikk-
lærarum er Atli Petersen,
sum í nøkur ár hevur búð
og undirvíst í Vestmanna.
Hann fegnaðist um ráð-
stevnuna og menningina í
Musikkskúlanum,
men
samstundis duldi hann ikki
fyri sínari hugsan at nógv
er at tríva í, um vit vilja
betra skipanina.
»Tað kom sterkt fram á
ráðstevnuni at summi ting
hjá okkum eru rættiliga
framkomin,« segði Atli
Petersen, og vísti til tær
tónleika framførslur sum
settu dám á millum fyri-
lestrar undir ráðstevnuni.
»Eg haldi fólk vóru ovfarin
av tí professionella stignum
og tí stóru enthusiasmuni
millum okkara ungu næm-
ingar. Tað vísti at vit hava
eina skipan sum virkar,
hóast alt. Hinvegin er held-
ur eingin ivi um at ein dag-
føring er neyðug; tað haldi
tey flestu eisini vóru samd
um.«
Skúlarætt í fleiri ættir
Tað sum Atli Petersen og
fleiri við honum eftirlýsa er
eitt meira skipað samstarv
millum Musikkskúlan og
aðrar stovnar, ikki minst
Fólkaskúlan. Veruleikin í
tílíkum samstarvi hevur í
áravís mint musikklærarar
á at teir hava eina sárbara
støðu í samanhanginum,
við arbeiðsumstøðum sum
eru munandi verri enn tær
hjá vanligum lærarum.
»Vit sum arbeiða aðra-
staðni enn í Havn og eru
blivin meir ella minni fast
inventar í Fólkaskúlanum,
nógv av okkum kenna
næstan at vit ikki eiga
nøkur rættindi,« segði Atli
Petersen, og vísti á kom-
binatiónsstørv sum ein veg
at bøta um hetta. Sam-
stundis eftirlýsti hann eina
betri samskipan við lokalar
skúlaleiðslur fyri arbeiðið
hjá musikklærarum, serliga
teimum sum starvast úti á
bygd.
»Kombinatiónsstørv
høvdu kunnað gjørt tað
lættari; her ganga jú einir
10-15 lærarar og mala í
skúlatíðini og taka næm-
ingar úr aðrari undirvís-
ing… Vit liva upp á vælvild
hjá stjóranum á staðnum,
og hendan hevur tíbetur
verið til staðar. Men trupul-
leikin er framvegis har: tú
hevur ein bólk av musikk-
lærarum sum ikki hava
nakran sjálvskrivaðan rætt
og
sum
mugu
standa
skúlarætt fyri bæði lokalum
leiðslum og sínari egnu
leiðslu… Vit hava fleir-
dupultar kommandolinjur
at dragast við, og tað kann
vera rættiliga strævið í
gerandisdegnum.«
»Ráðstevnan var avgjørt
eitt postivt tiltak upp á allar
mátar, og eg hugsi hon
gjørdi sítt til at hjálpa okk-
um
musikklærarum
at
definera okkum sum bólk,
sum Martin Mouritsen jú
vísti á… Vit fingu jú eisini
nógv innlit í hvussu tingini
fungera í grannalondum.
Eg skilti eisini á lagnum at
okkurt nýtt er í umbúna hjá
okkum júst hvat viðvíkur
kombinatiónum í starvsset-
anum, soleiðis at millum-
rokningar kunnu ganga via
Mentamálaráðið. Tað er
sjálvandi gleðiligt at nakað
hendir á hesum øki; tí her
er sum sagt nógv at tríva
í… «
»Tað er eisini ein spurn-
ingur um hvussu markið
millum sang og tónleik skal
setast í praksis, tí sangur
hevði kanska í nógvum før-
um kunnað sorterað undir
Fólkaskúlanum, og kundi
verðið fíggjaður tann veg-
in; og vit áttu at kunnað
keypt og selt tænastur mill-
um stovnar, eins og norð-
menn gera.«
»Á nógvum plássum er
tað ein trupulleiki verulig
leiðsla manglar, og tílíkt er
ógvuliga torført at fyri-
halda seg til starvsliga. Eitt
annað, sum ikki kom á
stevnuni og sum kanska
heldur ikki hoyrdi heima
har, er hetta at musikk-
lærarar í Føroyum verða
fluttir runt í heilum… Hetta
er sera frustrerandi tá tú
roynir at byggja nakað upp,
tað tekur jú tíð; og tá tú livir
teg inn í arbeiðið so vilt tú
ikki sleppa tínum næming-
um upp á fjall heldur, men
tað er júst tað sum hend-
ir…«
Sakna sam-
skipan
millum
skúlar
SKÚLI OG MENT
Búi Tyril
tyril@PRnewsMedia.com
Fólkaskúlin má taka sína
ábyrgd í at fáa í lag eitt gott
samstarv við Musikkskúl-
an, og fyri at skapa eitt
mentarligt forum má sam-
starv og samskipan til
millum nógvar partar. Tað
segði norðmaðurin Tormod
Bjørnstad, leiðari fyri á-
hugafelagið
Musik
i
Skolen, undir musikkskúla
ráðstevnuni
í
Norður-
landahúsinum um viku-
skiftið.
Undir
fyrilestrinum
»Skolen som kulturarena«
meinti Bjørnstad millum
annað
at
Fólkaskúlans
leiðslur mugu taka ábyrgd-
ina fyri einum heildarligum
mentanararbeiði í sínum
umráði.
»Skúlin má hava ein
persón við ábyrgd fyri tí
mentanarliga,«
segði
Bjørnstad, »og eitt ment-
anarligt forum eigur at
verða skipað, soleiðis at
Musikkskúlin gerst ein
resursu miðdepil, sam-
stundis sum skúli og frítíð
verða betur samskipað.«
»Teir partar ið mugu
samstarva um eitt ment-an-
arligt forum, eru Fólka-
skúlin við einum serligum
mentanar
samskipara
í
starvi,
kommunan,
Musikkskúlin, áhugafeløg
og ymiskir felagsskapir,
vinnulívið, og einstaklingar
herundir sjálvboðin for-
eldur; síðani skal eisini eitt
stýri vera fyri tað mentan-
arliga forumið.«
»Alt hetta tekur tíð at
byggja upp, men vinning-
urin er stórur: ein heilt
onnur motivatión millum
næmingar, ein hægri status
og størri álvari fyri tón-
leikin sum yrki, eitt betri
samstarv og ein betri
stemningur millum foreld-
ur og skúlar, og ein ør-
grynna av synergi effekt-
um, fyrst og fremst ment-
anarliga, men eisini sam-
felagsliga og búskapar-
liga.«
Skúlin sum
mentanarlig
arena
Atli Petersen telist millum teirra ið eftirlýsa eitt meira skipað samstarv millum Musikkskúlan og
aðrar stovnar, ikki minst Fólkaskúlan
Mynd: Jens Kristian Vang
Tormod Bjørnstad, leiðari
fyri áhugafelagið Musik i
Skolen: Musikkskúlin eigur
at virka sum ein ressursu
miðdepil
Mynd: Jens K. Vang
RÁÐSTEVNA
Búi Tyril
tyril@PRnewsMedia.com
Vilja vit eins og íslendingar
satsa uppá at fáa tónleikin
til ein vinnuveg, so mugu
vit trífalda talið á musikk-
lærarum
í
Føroyum;
musikkskúli
í
hvørjari
kommunu
kann
skjótt
gerast eitt lógarfest krav.
Føroyskir musikk- og
sanglærarar funnu í felag
eitt sterkt stev í Norður-
landahúsinum um viku-
skiftið, har ein stór ráð-
stevna um musikkskúla
undirvísing og harat tengt
viðurskifti gav ljóð fyri
týðandi tættum. Við útvald-
um gestum úr norrønum
grannalondum var frá byrj-
an dúkað til íblástur og
frískligt orðaskifti um alt
millum nýggjar møguleik-
ar, neyðugar dagføringar og
hugsandi ábøtur fyri ta nú
20 ára gomlu traditión ið
nevnist Føroya Musikk-
skúli.
Aftan á eitt imponerandi
innslag fríggjamorgunin av
einum stykki úr Eine
Kleine Nachtmusik eftir
Mozart,
frá
ungum
Musikkskúla næmingum,
setti landsstýrismaðurin í
mentamálum ta tveir dagar
longu ráðstevnuna.
»Hatta var flott,« mátti
Jógvan á Lakjuni ásanna,
so skjótt hann kom til
mikrofonina. Restin av tí
hann segði var í stuttum,
fyriuttan at bjóða vælkom-
in, at Musikkskúlin hevur
stóran týdning fyri Føroyar,
at hann hevur vunnið virð-
ing og vælvild millum
politikarar og fólk yvir-
høvur, og at stór framgongd
hevur verið innan tónleik í
Føroyum,
ikki
minst
Musikkskúlanum fyri at
takka. Hann vísti somu-
leiðis á at ein endurskoðan
av lógini um Musikkskúlan
er í gongd, samstundis sum
hann bendi á at undirvísing
í tónleiki framyvir væl
kann hugsast at gerast lóg-
arfestur partur í útboðnum
av kommunalum tænastum.
»Musikkskúlin í Føroy-
um hevur havt sera stóran
týdning,« førdi Jógvan á
Lakjuni fram, »og eg tori at
siga at hann, serliga tey
seinnu árini, hevur uppliv-
að stóra vælvild frá polit-
iskari síðu og eina breiða
undirtøku millum fólk. (...)
Kortini verður Musikk-
skúla lógin í løtuni endur-
skoðað, og ein arbeiðs-
bólkur er settur ið skal
koma við uppskoti til
nýggja lóg (...) Mær vitandi
gongur tað tann vegin í
okkara
grannalondum,
lógarliga sæð, at tað verður
obligatoriskt fyri kommun-
ur at reka musikkskúla.«
‘Kombinatiónsstørv’
Á ráðstevnuni settu norsk,
føroysk, donsk og íslendsk
innsløg fokus á spurningar
um bæði faklig og bygnað-
arlig viðurskifti í sambandi
við musikk- og sangskúla í
nøkrum økjum sum, hóast
ólík í mongum, kunnu
kennast aftur í nógvum
felags
umstøðum.
Alt
bendir á at fyrireikarar so
væl sum luttakarar yvir-
høvur kundu fegnast um
eina væleydnaða ráðstevnu,
ið fekk fram tað nógva av tí
ið fyrireikararnir vildu hava
fram í ljósið.
Talan var um fyrilestra-
haldarar ið verða roknaðir
sum lyklapersónar í sínum
respektivu londum, og tí
varð eisini væntað at nógv
áhugavert fór at verða tikið
upp á tal, bæði undir sjálv-
um fyrilestrunum og undir
teimum atknýttu kjakfund-
unum.
Norðmaðurin Erik M.
Bugge, ið er dagligur leið-
ari fyri Kultursamarbeidet i
Vesterålen, talaði nógv út
frá tí bygnaðarliga, bæði
hvat viðvíkur skúla og
samfelag. Hann vísti á
tónleik sum part í einari
mentanarpolitiskari heild,
samstundis sum hann vísti
á týdningin í at byggja brýr,
bókstaviliga millum oyggj-
ar so væl sum í meira yvir-
førdum týdningi millum
stovnar, millum fólk og so
framvegis. Vesterålen er ein
región í Norður Noregi sum
ikki sørt minnir um Før-
oyar, bæði í náttúru og
fólkatali.
»Brúgvabygging snýr seg
um at heildin gerst meir
enn summurin av pørtun-
um,« segði Bugge og
peikaði á nøkur viðurskifti í
norskum distriktum. »Sterk
traditión fyri samspæli og
samstarvi millum amatørar
og
professionell;
(...)
menning av skipanum fyri
kombinatiónsstørv; sam-
starv við región og land um
skúlakonsertir; søla av tæn-
astum til musikklívið (...).«
Júst hetta við kombina-
tiónsstørvum var nakað
sum skuldi vísa seg at
fanga áhugan hjá mongum
av áhoyrarunum. Í stuttum
snýr tað seg um at seta, sum
liður í norskum bygda-
menningar politikki, fólk í
størv sum bæði musikk-
skúlalærarar og útinnandi
tónleikarar, til dømis hálva
tíð í hvørjum av hesum
størvum.
»Hesi størv kunnu vera
skipað á ymiskan hátt,«
segði Bugge. »Tað kann til
dømis vera ein sum er 100
prosent í starvi hjá mentan-
arskúla, og tá kann ar-
beiðssetningurin vera 100
prosent undirvísing ella
umsiting/undirvísing; talan
kann eisini vera um starv
sum økistónleikari ið merk-
ir hálva tíð undirvísing og
hálva tíð útinnandi tón-
leikur; eisini kann ein part-
ur av arbeiðstíðini seljast
via mentanarskúla til frá-
læru í frítíðar musikklívin-
um. Síðani kann talan vera
um starvsbýti; hetta kann
vera millum mentanar-
skúlan og musikklinjuna í
miðnámsskúla;
millum
mentanarskúla og fólka-
skúla; ella millum mentan-
arskúla og arbeiði sum
organistur. Síðani finnast
eisini nógvir dugnaligir
amatør tónleikarar sum
undirvísa nakrar fáar tímar
um vikuna.«
»Millum
fyritreytirnar
fyri menning av einum
musikk- og mentanarlívi í
distriktunum kunnu nevn-
ast: høgur yrkisligur før-
leiki; menningar entre-
prenørar; kombinatiónir og
samspæl; mentanarpolitisk
heildarhugsan.«
Meðan Erik M. Bugge
kanska setti tónan fyri ráð-
stevnuna, so vóru hinir
fyrilestrarnir ikki minni
relevantir og áhugaverdir
sambært sang- og musikk-
lærarar ið høvdu leitað sær
í Norðurlandahúsið. Tiltak-
ið skuldi vísa at fyri-reik-
ararnir, Føroya Musikk-
lærarafelag
og
Føroya
Sanglærarafelag,
høvdu
nógv upp á hjarta og vildu
veruliga fáa í lag eitt orða-
skifti.
Íslendingar satsa
Formaðurin
í
Føroya
Musikklærarafelag, Sunleif
Rasmussen, var ikki í iva tá
vit aftan á tiltakið spurdu
hann hvat hann helt. »Ráð-
stevnan eydnaðist serstak-
liga væl,« segði hann. »Vit
fingu lýst tað vit ætlaðu:
viðurskifti fyri musikk-
skúla í økjum sum líkjast
okkara… Ikki minst hetta
við kombinatiónsstørvum
gevur nakað at hugsa um,
hetta er nakað ítøkiligt sum
vit avgjørt høvdu kunnað
fingið fyrimunir av at gjørt
nakað við her í Føroyum.
Hugsa tær eisini at musikk-
lívið kann ríkast rættiliga
nógv,
um
undirvísarar
kunnu arbeiða sum útinn-
andi tónleikarar ein part av
tíðini.«
»Tað er eingin ivi um,
sum eisini kom týðiliga
fram í innlegginum frá Tor-
mod Bjørnstad, at sam-
starvið millum Musikk-
skúlan og aðrar skúlar kann
betrast og mennast. Heldur
enn at síggja upp á teir
ymisku
skúlarnar
sum
nakrar isoleraðar kassar ið
einki skulu hava við hvønn
annan at gera, so haldi eg
tíðin nú komin til at vit
hugsa eitt sindur meira um
heildina, um samstarv og
samskipan millum stovnar-
nar… Eg haldi Musikk-
skúlin eigur at standa meira
sjónligur í miðdeplinum
hvat undirvísing í tónleiki
viðvíkur, og eigur at sam-
starva meira miðvíst við
Fólkaskúlan, miðnámsskúl-
arnar og Læraraskúlan.«
»Sanglærarafelagið, sum
jú er partur av Føroya Lær-
arafelag, var við í fyrireik-
ingini av hesari ráðstevnu,
og tað var ikki uttan orsøk.
Teirra fyrilestrarhaldari úr
Noreg hevði nakrar sera
áhugaverdar visiónir um
framtíðarinnar skúla og
frítíðar virksemi… Her er
samstarv lykilin, samstarv
millum lærarar, musikk-
skúlar, ítróttarfeløg, foreld-
ur… At virka í leiklutinum
sum taxaforeldur er kanska
vorðið ov nógv av tí góða
fyri mong. Men alt hetta er
sjálvandi ikki óproblemat-
iskt, tað má koma frá meira
enn einum parti… Her eru
faklig mørk og ymiskar
fyritreytir og nógv praktisk
viðurskifti; musikklærarar
hava jú ikki somu peda-
gogisku fyritreytir sum
vanligir fólkaskúlalærarar.
Men samstarvið millum
skúlaleiðarar og musikk-
lærarar má eisini skipast
betur.«
»Tað kom eisini væl fram
at íslendingar eru nógv
fremri enn vit tá tað snýr
seg um tónleikin í skúlan-
um. Høvdu vit tikið hetta í
sama álvara sum teir og
veruliga satsa uppá at gjørt
tónleikin til ein vinnuveg,
so hevði tað kravt at vit
høvdu 100 musikklærarar
ístaðin fyri sum nú er 32.
Tað er jú so at jú smærri vit
eru, jú betri mugu vit vera
fyri at kunna at gera okkum
galdandi… Hetta hava ís-
lendingar
innsæð;
teir
leggja nú ein gróðrarbotn
so teirra ‘undirskógur’
verður betraður, soleiðis at
lunnar kunnu leggjast undir
eina tónleikavinnu.«
»Bara at hava talent
hjálpir ikki nógv; tað skal
hart arbeiði til, um nakað
veruligt skal spyrjast burt-
urúr. Samanum tikið hevur
gingið framá við okkara
Musikkskúla síðani byrjan
fyri 20 árum síðani; men
skal hugsingur vera um at
gera vinnuveg burtur úr
tónleikinum, so mugu vit
satsa nógv meira upp á
frálæruna.«
Mugu trífalda talið
á musikklærarum
Heiðrunn S. Petersen og Jákup Lützen imponeraðu saman við øðrum næmingum úr Tórshavnar Musikkskúla
Mynd: Jens Kristian Vang
Erik M. Bugge vísti á
fyrimunir við
kombinatiónsstørvum
Mynd: Jens Kristian Vang
Petur O. Petersen helt
fyrilestur um sangin í
føroyska fólkaskúlanum
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
19
18