Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-27, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. oktober 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 205 - 27. oktober 2004 Nr. 205 - 27. oktober 2004 21 TINGHELLUKLUMMAN Finnbogi Ísakson Tað var Carl Johan Jensen, sum í einum ummæli í sendingini Kultura herfyri morlaði krimiskaldsøguna Meðan sólin í eystri roðar eftir Jóannes Kjølbro sundur í sand og øsku. Nú havi eg lisið hesa skaldsøguna - hon er skjótt lisin - og haldi, at hon hevði frægari uppiborið. Hon er einki vánaligari enn so mangar aðrar krimisøgur, eisini tær út- lendsku. Rætt er tað, at hetta er ein frásøga, ein einføld forteljing, og ber ikki brá av at vera modern- istiskur litteraturur, sum ongin skilir eitt vet av. Tað slagið av bókmentum, tyk- ir mær, hevur ta keðiligu ávirkan, at fleiri og fleiri fólk hyggja meira og meira at fjaðurløttum sjón- varpssendingum heldur enn at lesa eina bók. Teir høvundarnir áttu at lagt sær orðini hjá Tegnér í geyma: Det dunkelt sagda är det dunkelt tänkta. Kanska hevur tað nerv- að Carl Johan Jensen, at høvundurin eftir innihald- inum at døma ikki hevur so gott eyga á teimum vinstrahallu, serliga ikki gomlum Framamonnum. Kanska hevur hann heldur ikki serliga gott eyga á fullveldisætlanunum. Hetta seinna átti so eisini at nerva meg, men eg haldi, at ein høvundur eigur at hava víðar ræsur, eisini tá tað kemur til sym- pati og antipati. Ein krimisøga skal vera spennandi. Hendan er líka spennandi, sum so mangar aðrar. Um Jóannes er at siga tað sama, sum pápin Ewald Kjølbro onkuntíð segði um onkran annan: Hann er ikki óeffin við penninum! Tað var eisini Carl Jo- han Jensen, sum fyri nøkrum árum síðani mælti til, at vit fingu eina for- lagsráðgeving í lag í Før- oyum. Og ta ferðina var skil í tí, hann segði. Í grannalondunum, sum øll eru størri og fólkaríkari enn okkara, er tað ikki so vanligt, at bøkur verða givnar út á egnum forlagi. Har roynir tann, sum hevur skrivað eina bók, at fáa eitt stórt (helst) ella lítið forlag at geva hana út. Forløgini hava ráðgevarar, sum fara kritiskt ígjøgnum tey handrit, sum verða send inn. Mong verða kolldømd og verða als ikki givin út. Í øðrum førum - teimum flestu - gera køn fólk við- merkingar, og høvundurin verður biðin um at gera broytingar í teksti, rað- festing ella innihaldi sum heild. Hann ger klókt í at fylgja leiðbeiningunum, annars skal hann ikki rokna við, at forlagið gev- ur bókina út. Hjá okkum er tað rætti- liga nógv øðrvísi. Mangir høvundar geva sjálvir tær bøkurnar út, sum teir skriva. Egið forlag kallast tað tá í flestu førum. Tað ber tó eisini til at geva for- lagnum annað navn, sjálvt um tað bara gevur bøkur hjá eigaranum sjálvum út. Til dømis havi eg kallað mítt egna forlag Frøi. Á hesum mínum egna forlagi havi eg givið nakrar bøkur út, eitt nú Tilburðir í okk- ara øld og Aftur og fram. Vit hava eisini eitt al- ment forlag, sum kallast Føroya Skúlabókagrunnur. Við fáum undantøkum gevur hetta forlagið einans skúlabøkur út. So vítt eg veit, hevur hetta forlagið - tað størsta í landinum - ráðgevarar, sum leiðbeina høvundarnar. Eitt annað stórt forlag er Bókadeild Føroya Lær- arafelags, sum í mestan mun gevur út barnabøkur, men eisini annað. Eisini hetta forlagið hevur eftirlit við innihaldinum í tí, sum verður givið út. So eru tað fleiri privat forløg, sum geva bøkur út. Ikki bara bøkur, sum eigararnir sjálvir skriva, men eisini bøkur, sum aðrir høvundar hava skriv- að. Tvey tey størstu eru Stiðin hjá Zachariasi Wang og Sprotin hjá Jonhardi Mikkelsen. Nevnast skal eisini forlagið Fannir hjá Mariannu Debes Dahl og Árna Dahl og Mentunar- grunnur Studentafelag- sins. Tað man sum heild vera torført hjá hesum forløg- um at fáa tað at bera til. Tær flestu bøkurnar geva helst undirskot, nakrar fáar yvirskot. Ráðini kunna tí heldur ikki vera at hava ráðgevarar at leið- beina høvundunum. Stundum, tá eg lesi eina føroyska bók - eina skald- søgu ella eitt stuttsøgu- savn, fyri tann skyld eisini eina søguliga ella siðsøgu- liga bók - vildi eg ynskt, at forlagsráðgeving hevði verið inni í myndini. So hevði uttan iva sumt verið strikað og annað broytt - til tað betra. Spurningurin er so, um nakað gerst. Eg haldi tað hava týdning at hava fleiri forløg. Men man tað bera til at fáa eitt samstarv í lag millum privat feløg og td Skúlabókagrunnin um ráðgeving til høvundar? Eg haldi, at allar góðar kreftir áttu at sett seg niður at kanna tað hugskotið. Fæst tað í lag, so fer tað at gagna føroyskari bókaút- gávu almikið. Ein slík ráðgeving hevði ivaleyst sagt Jóannesi Kjølbro, at í einari krimi- skaldsøgu skal dramatikk- urin og spenningurin byrja á fyrstu síðu, ikki á síðu 45. Hugskotið og tilmælið hjá Carl Johan Jensen um forlagsráðgeving er gott. Men tað hevði tíverri ikki nyttað nakað at sett hann í starvið sum ráðgevari, tí so hevði neyvan nøkur bók komið út á føroyskum aftur. Uttan kanska hansara egnu. TINGHELLUKRONIKK Kristina Háfoss Føroyingar skulu nú umboða “Ríkið” í utt- anríkismálum, ið bert viðvíkja Føroyum. Hes- um boðaði danski for- sætismálaráðharrin - Anders Fogh Rasmus- sen - enn einaferð frá, herfyri. Spurningurin er bara hvat veruliga endamálið er. Føroyingar hava nevnliga í dag rætt til at umboða seg sjálvar í altjóða høpi. Løgfrøðis- liga er ongin forðing fyri sjálvstøðugari før- oyskari umboðan í utt- anríkismálum - forð- ingin er politisk. Heldur enn at økja um sjálvstýrið, kann ein nýggj løgfrøðilig binding millum Føroy- ar og Danmark, ið ikki er grundað á altjóða rætt, bera við sær skerd tjóðarrættindi. Føroysk ávirkan ein hypotetisk støða ? Føroyingar hava latið donskum myndugleikum mál at umsita. Tí hava føroyingar í dag sera av- markaðan avgerðarrætt á uttanríkisøkinum og stórt- sæð ongan avgerðarrætt tá umræður eitt nú altjóða felagsskapir og trygdarmál. Hetta kom ikki minst til sjóndar, tá danski for- sætismálaráðharrin seinast varð á vitjan í Føroyum og varð spurdur um, hvørt hann vildi viðurkenna um føroyskir myndugleikar søgdu nei til útbygging av NATO-støðini. Svarið varð, at hetta var ein ”hypotet- iskur spurningur”, ið hann ikki vildið svara. Júst tað sama segði hann, tá hann varð spurdur um hetta í grønlendskum høpi. Hend- ingarnar í samband við Thule í Grønlandi, har danskir myndugleikar ar- beiddu ímóti ynskinum hjá grønlendsku myndugleik- unum, geva tíverri illgruna um, at tá danski forsætis- málaráðharrin nevnir nakað ein ”hypotetiskan spurn- ing”, er nógv sum bendir á, at hetta merkir, at spurn- ingurin ikki er viðkomandi, tí eru føroyingar, grønlend- ingar og danir ikki samdir eru tað donsku sjónar- miðini, ið vinna frama. Ikki trygdarpolitikk, Norðurlandaráðið og IWC Harvið kann stórt spurnar- tekin setast við lyftini hjá danska forsætisráðharran- um herfyri um, at Føroyar skulu umboða "Ríkið" í uttanríkismálum, ið við- víkja Føroyum burturav. Hetta er eitt lyfti, ið kann tulkast sera breitt - og kann skjótt gerast fín orð uttan veruligan vilja, ið skal bera orðini til gerð. Tí um nakað viðvíkir Føroyum, so má tað verða útbyggingar av NATO-støðini í Føroyum, nýtsla av føroyskum loft- rúmi, limaskapur í Norður- landaráðnum v.m.. Hóast hetta hevur danski forsætismálaráðharrin fyrr boðað frá, at lyftini um økt sjálvstýri til Føroyar og Grønland á uttanríkispoli- tiska økinum IKKI fevna um trygdarpolitikk, og sum kunnugt heldur ikki um sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum (sum eitt einmælt samt Løgting ynskir). Leggjast skal aft- urat, at føroyingar heldur ikki hava fingið loyvi at umboða seg sjálvar í al- tjóða hvalaveiðufelags- skapinum IWC. Tá sjálvstøðug umboðan tá umræður Norðurlanda- ráðið, hvalaveiðu og trygd- armál ikki kemur uppá tal, verður áhugavert at síggja á hvørjum økjum danska stjórnin hevur hugsað sær, at føroyingar skulu hava sjálvstøðuga umboðan. Óbeinleiðis samtykt av eindarstatinum ? Velja føroyingar at átaka sær økta ábyrgd og ávirkan á uttanríkispolitiska økin- um eigur hetta ikki at verða grundað á, at føroyskir myndugleikar umboða ”Ríkið”. Føroyskir mynd- ugleikar skulu umboða Føroyar. Men danskir myndug- leikar vilja verða við, at Føroyar ikki kunnu um- boða seg sjálvar - bert ”Ríkið”. Danska stjórnin hevur ferð eftir ferð víst á, at hon metir, at danska ríkið er eitt eindarríki, har bert ein tjóð er til, og tað er tann danska tjóðin. Tí er ikki óhugsandi, at danska stjórnin við at fáa føroyskar og grønlendskar at umboða ”Ríkið” soleiðis royna óbeinleiðis at fáa eina viðurkenning frá føroy-ing- um og grønlendingum av, at danska ríkið er ein eindar- statur. Velja føroyskir myndug- leikar at umboða Danmark og Grønland í altjóða høpi umvegis eina lóg - uttanfyri heimastýrislógina - ið skal heimila hesum (hetta er eitt krav frá danskari síðu, hevur danski forsætismála- ráðharrin boðað frá), kann stjórnar- og ríkisrættarliga støða Føroya - sæð við al- tjóða eygum - skjótt gerast ein onnur enn núverandi. Hetta kann møguliga skilj- ast sum at føroyska lands- stýrið á henda hátt óbein- leiðis tekur undir við at danska ríkið er ein eindar- statur - og ikki eitt ríki við trimum tjóðum. Hetta er ein støða, ið møguliga kann seta tjóðarrættindi føroy- inga í vága. Økt sjálvstýri skal grundast á fólkarættin Føroyskir myndugleikar skulu átaka sær fulla ábyrgd og ávirkan á uttan- ríkisøkinum, men neyðugt er at verða varin, tá umræð- ur løgfrøðisligar broytingar í samstarvinum við Dan- mark í framtíðini. Skulu broytingar gerast er alneyð- ugt, at einhvør broyting byggir á tey tjóðarrættindi, ið Føroyar hava sambært altjóða rætti. Men hetta eru rættindi, ið danska stjórnin higartil ikki hevur viljað viðurkent og tí er sera lítið sannlíkt, at ein møgulig nýggj lóg vil verða grundað á hesi. Manglandi vilji - ikki manglandi heimild Føroyski atlimaskapurin í Forlagsráðgeving Størri uttanríkispolitiska heimild ella skerd tjóðarrættindi? Framhald á síðu 28 Kunngerð Vísandi til kunngerð frá innlendismálaráðnum fer kommunuval fram týsdagin tann 9. november 2004. Valið til Skopunar Bygdarráð fer fram á kommunuskrivstovuni. Atkvøðutíðin er frá: kl. 10.00 til kl. 20.00 ella so leingi veljarar møta uttan steðg,og verður tá valið lýst liðugt. Brævatkvøður: Veljarar, sum verða burturstaddir valdagin ella á annan hátt lúka treytirnar fyri at greiða bræv- atkvøðu, kunnu í seinasta lagi dagin fyri valið greiða brævatkvøðu við at venda sær til komm- unuskrivstovuna. Brævatkvøður skulu verða valnevndini í hendi innan valið byrjar kl. 10.00 tann 9. november 2004. Heimaval: Veljarar, sum vegna sjúku ella vantandi førleika, ikki kunnu møta við valstaðið, kunnu velja heima í seinasta lagi dagin fyri valið við at boða komm- unuskrivstovuni frá, helst innan kl. 15.00, mána- dagin 8. november 2004, á telefon 361349. Valkort: Valkort eru send út við postinum og um persónur, sum heldur seg hava valrætt í kommununi ikki fær valkort sendandi, verður viðkomandi biðin um at venda sær til kommunuskrivstovuna. Minnist til at hava valkortið við á val. Tann 25.oktober 2004 Valnevndin í Skopun Sigurd Bærentsen, form. Skeið Foto/myndaviðgerð við teldu (40 t) Lærari: Leif Andersen Tlf. 745091 (byrjað verður í viku 45) ________________________________________ Lær at gera jóladekoratión (20 t) - á loftinum í Pidda´sa handli Lærari: Steintóra H. Nesá Tlf. 444720 ella stein@kallnet.fo Bólkur 1: 22.-24. nov. (má.-mi.) kl. 9.30-16.00 Bólkur 2: 25.-27. nov. (hó.-fr.) kl.19.00-22.30 og leyg. Kl. 9.30-17.00 ________________________________________ Fuglafjarðar Kvøldskúli Tlf. 444087 Snarskivan Pedagog Velbastaðvegin PDF 98% Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi partafelag: Skrásetingar-nr. P/F 3858 Navn: P/F Týggjará Adressa: 530 Fuglafjørður Kommuna: Fuglafjarðar Kommuna Stovningardato: 04.10.2004 Viðtøkudato: 04.10.2004 Kapitalur: Kr. 4.000.000,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 4.000.000,00 til kurs 100. Stovnari: P/F Havsbrún, Høvdagøta 4, 530 Fuglafjørður (P/F 58). Nevnd: Odd Eliasen, Mørkin 8, 530 Fuglafjørður (formaður), Justinus Leivssonur Justinussen, 480 Skáli og Kári Nielsen, Pedda við Steinsgøta 7, 100 Tórshavn. Stjórn: Bogi Jacobsen, Miðrás 3, 100 Tórshavn. Tekningarreglur: Felagið verður bundið við undirskrift av stjóranum ella formanninum saman við einum nevndarlimi. Grannskoðari: P/F Grannskoðaravirkið Inpact, R. C. Effersøesgøta 26, 100 Tórshavn. Roknskaparár: 01.01. - 31.12. Fyrsta roknskaparár: 04.10.2004 - 31.12.2005 Endamál: Endamál felagsins er at reka alivinnu og allan handil sum stendst av hesum. Skráseting Føroya tann 20. oktober 2004 Kristin Balle _______________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. Sp/f 2626, Sp/f Metal, 640 Rituvík. Navn: Sp/f Metal Adressa: 640 Rituvík Felagið er strikað eftir samanlegging við skrásetingar-nr. P/F 3375, P/F F.J.M. Skráseting Føroya tann 21. oktober 2004 Kristin Balle _______________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. P/F 2251, P/F Enni, 512 Norðragøta. Navn: P/F Enni Adressa: 512 Norðragøta Felagið er strikað eftir samanlegging við skrásetingar-nr. P/F 2258, P/F Luna. Skráseting Føroya tann 21. oktober 2004 Kristin Balle _______________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. P/F 3375, P/F F.J.M., 620 Runavík. Felagið er samanlagt við skrásetingar-nr. Sp/f 2626, Sp/f Metal, sum samstundis verður strikað. Skráseting Føroya tann 21. oktober 2004 Kristin Balle _______________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. sp/f 3332, sp/f EHS-Betong, 900 Vágur. Stjórn: Farin frá sum stjóri: Heri Silvurdal, 900Vágur. Skráseting Føroya tann 25. oktober 2004 Kristin Balle _______________________ Sosialurin Tíðindi Ítróttur Viðmerkingar Nøvn Skráir Tiltøk Sosialurin Lýsingar Bilar Veðrið Internet C M Y K 21 20