týsdagur 14. november 2017síða 6
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. november 2017 · Nr. 133
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Árni Gregersen
GREINING Onki er heilt víst í
politikki, men í gjárkvøldið var
nógv samskifti millum fólk í sam
gonguni um tillagingar í uppskot
inum til nýskipan av fiskivinnuni.
Samgongan hevur staðið føst
sum í einum skalvi seinastu dag
arnar.
Suðuroyartingmennirnir
Bjarni Hammer og Kristin Michel
sen hava boðað frá, at teir ikki taka
undir við uppskotinum, sum tað
fyriliggur.
Tað elvdi til, at løgmaður sendi
boð eftir Miðflokkinum fyri at
vita um flokkurin kann taka undir
við uppskotinum og hvat skal til
annars. Flokkurin gjørdi greitt, at
hann í so fall vil gerast partur av
samgonguni og hava 18 krøv gingin
á møti.
Skjótt var greitt, at hetta ikki
førir til nakað. Tað hevur fingið
samgonguna at taka í egnan barm
og serliga tingmenn úr Javnaðar
flokkinum hava arbeitt hart fyri
at finna eina loysn, so tey, sum eru
skeptisk mótvegis uppskotinum
kunnu fáast at taka undir við tí.
Umframt teir báðar javnað
artingmennirnar
úr
Suðuroy,
hevur Jónleif Johannesen, Javn
aðarflokkurin, eisini verið úti
og sagt, at tað eru ávís atlit, sum
skulu hugsast væl ígjøgnum, skal
uppskotið berast ígjøgnum í ting
inum.
Fokus broytt
Meðan fiskivinnunýskipanin hev
ur verið klistrað at Høgna Hoydal,
landsstýrismanninum við fiski
vinnumálum, í langa tíð, so broytt
ist hetta í seinastu viku, tá ið Aksel
V. Johannesen, løgmaður, noyddist
at boða sínum samgongufeløgum
frá, at tveir av hansara tinglimum
ikki tóku undir við nýskipanarupp
skotinum.
Sum vit skrivaðu, so kundi hetta
vera eitt stig fyri at gera alment
greitt, at tað júst eru teir báðir
úr Suðuroy, sum forða fyri at ein
endalig semja fæst.
Nú bendir alt á, at hetta er
eydnast, tí ein semja verður løgd
fyri samgonguna í dag.
Vit kenna hana ikki í smálutir,
men vit vita, at ein slík semja bæði
fer at kyrra teir báðar suðringarnar
eins og Jónleif Johannesen eisini
fær sítt við.
Hvat annað?
Onkur undrast kanska á, at neyð
ugt at so nógv skal til fyri at finna
eina semju, men í politikki skulu
ting ofta setast skarpt upp fyri at
ein loysn kann finnast.
Í júst hesum málinum er tað so
leiðis, at samgongan er rættuliga
kroyst. Fær hon ikki gjørt eina
nýggja lóg um vinnuligan fiski
skap, fær hon heldur ikki loyst
nakað annað stórmál.
Javnaðarflokkurin
er
farin
at ferðast kring landið, har tey
greiða frá um ætlaðu pensjóns
nýskipanina. Samstundis er ein
grein-25 nevnd sett við Heðin
Mortensen, sum formnanni.
Tað er vist, at verður fiskivinnu
uppskotið ikki samtykt, so kemur
hvørki av hinum málunum á mál.
Spurningurin, sum stendur opin
enn, er : hvussu nógv kann Høgni
Hoydal, landsstýrismaður, svølgja
av broytingum og hvussu langt
niður kann Framsókn fara, tá ið tað
snýr seg um uppboðssølu av fiski
rættindum?
Samgognauflokkarnir
eru
klárir yvir, at eitt val nú avgjørt
fer at kosta teimum meirlutan á
tingi. Ongin av teimum vinnur
nakað og tey rokna við, at eitt
val fyrst og fremst fer at gagna
Fólkaflokkinum og at tað helst
eisini fer at flyta atkvøður frá
Javnaðarflokkinum yviraftur til
Sambandsflokkin.
Tí vita samgongufólk væl, at
skulu tey framvegis sita í tinginum
og enntá eisini í samgongu, so er
neyðugt at finna felags stev aftur.
Ongin av teimum, sum manna
tingsessirnar eru sinnaði at lata
teir frá sær. Tey vita væl, at fer
landsstýrið frá, so rúka tey sjálvi
úr tinginum, tí fleiri teirra sita inn
fyri lanfsstýrisfólkini.
So okkara boð er, at tá ið
dagurin í dag er komin at enda, tá
er semja um eitt uppskot um ný
skipan av fiskivinnuni. Kanska
ikki so víðgongt sum ætlað, men
kortini ein nýskipan, sum so kann
byggjast víðari á og sum øll sam
gongufólk fara at atkvøða fyri.
FISKIVINNUNÝSKIPAN
Við drúgvum samskifti týskvøldið er eitt upprit til broytingar í
fiskivinnuuppskotinum gjørt, sum øll samgongan tekur undir við
Jónleif Johannesen vil hava justeringar fyri at hann kann taka undir við uppskotinum.
Akseel V. Johannsen, løgmaður, er eisini sinnaður
at ganga langt fyri at finna eina loysn.
Poul Michelsen og Høgni Hoydal skulu taka støðu
til, hvussu langt teir kunnu flyta seg.
Tillagingar bjarga
fiskivinnuuppskoti