Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-14, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. november 2017síða 7

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 15. november 2017 · Nr. 133 Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost sam­takinum fyri triðja ársfjórðing 2017 var 252 milli­ónir krónur sam­an­borið við 255 milliónir krón­ur triðja árs­ fjórð­ing 2016 Eirikur Lindenskov – Hóast laksaprísurin lækk­ aði í árs­fjórðinginum, hevði Bakka­frost eitt nøktandi úrs­lit. Spot­prísurin á laksi í triðja árs­fjórðingi í ár var mun­andi lægri enn í triðja ársfjórðingi í fjør. Vit meta, at út­litini á laksamarknaðinum eru hampilig, tó verður prís­ ur­in helst lægri framyvir. Tað sigur Regin Jacobsen í tíðindaskrivi í sambandi við, at Bakkafrost í gjár kunngjørdi roknskapin fyri triðja ársfjórðing. Hann sigur víðari, at tænastuskipið M/S Róland, byrj­aði virksemi í hesum árs­ fjórð­ingi, og er felagið nú væl fyri at halda lúsini burtur við góðum loysnum. – Liðugvøruframleiðslan, sum hevði byrj­an­ar­trup­ul­ leik­ar fyrra hálvár í ár, gjørdi hugalig framstig í hesum ársfjórðinginum, sigur Regin Jacobsen. Alideildin hjá Bakkafrost hevði eitt rakstrarúrslit á 217 milli­ónir krónur samanborið við 294 milliónir krónur triðja árs­fjórðing í fjør. Liðugvøruframleiðslan gav eitt rakstrarhall á 4 milli­ón­ir krónur fyri triðja árs­fjórðing í ár í mun til eitt rakstr­arhall á 47 milliónir krón­ur fyri sama ársfjórðing í fjør. Rakstrarúrslitið av fram­leiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri á Havsbrún var 79 milliónir krónur sam­an­ bor­ið við 62 milliónir krónur fyri triðja ársfjórðing í fjør. Nettoskuldin hjá Bakka­ frost var 356 milliónir krón­ur við endan av triðja árs­fjórð­ ingi 2017, og felagið hevði 933 milli­ón­ir krónur í ótroyttum kredittum. Solvensurin hjá Bakka­frost var 68% við end­ an av triðja ársfjórðingi 2017. Útboðið av laksi økist Laksaprísurin hevur verið á met­høgum støði síðani 2016, men sum væntað lækk­aði laksaprísurin í triðja árs­ fjórðingi, tí útboðið av laksi øktist. Seinastu grein­ing­ar­nar hjá Kontali Analyse meta, at útboðið av laksi øk­ist við 2% í 2017 og 7-8% í 2018 sam­ anborið við eina lækking á 6% í 2016. Tvey tænastuskip Útlitini fyri alingina eru góð. Tøkumeting og útseting av smolti eru altíð tengdar at ávísari óvissu, m.a. lív­frøði­ ligu gongdini. Talið av lús hevur kravt meiri orku í triðja árs­fjórð­ ingi í ár enn í fjør. Hetta hevur viðført lækking í vøkst­ri, sum mest sannlíkt fer at útseta nakað av tøku­ nøgd frá fjórða ársfjórðingi 2017 til fyrsta árs­fjórðing 2018. Bakkafrost miðar eftir ikki at brúka kemisk evni í við­gerð móti laksalús. Bakkafrost hevur nú tvey tænastu­skip, M/S Martin og M/S Róland, sum brúka flógv­an sjógv til viðgerð móti laksalús. Harafturat kann M/S Hans á Bakka, sum hev­ ur flutning av livandi laksi til tøku sum høvuðsuppgávu, brúk­ast til at viðgera móti laksalús við feskum vatni. Bakkafrost ætlar at økja nýtsluna av rognkelsum í alibrúkunum í 2018. Í triðja ársfjórðingi 2017 minkaði talið av kyns­bún­ um laksalús niður í 0,39 í mið­al fyri allar teljingar sam­ an­borið við 0,62 sama tíð­ar­ skeið sama tíðarskeið í 2016. Samstundis vóru 70% av við­gerð­u­num uttan kemisk evni í triðja ársfjórðingi 2017 í mun til 15% sama tíðarskeið 2016. Bakkafrost heldur, at lív­ frøðiliga støðan er sum heild góð í Føroyum, men lív­frøð­ iligi váðin er størsti váð­in hjá Bakkafrost. Stað­fest­ing­in av ILA á aliøkinum Hvanna­ sund Norður vísir týdningin av eini góðari aliskipan, har sjúku­fyri­byrg­ing og til­búgv­ ing verða raðfestar sera høgt. Tøkan av fiskinum á Hvannasundi Norður var lið­ug 12. apríl 2017, og økið hev­ur verið í hvíldarskeiði í 6 mán­aðir. Bakkafrost set­ir áhaldandi lívfrøðiliga váð­ an í mið­dep­il­in og hevur gjørt fleiri nýggjar íløgur og manna­gongd­ir, sum skulu minka um váðan. Tøkumetingin hjá Bakka­ frost fyri 2017 er hækkað við 1.000 tonsum, úr 53.500 til 54.500 tons av laksi í kruvd­ ari vekt. Bakkafrost væntar at taka 51.000 tons av laksi í kruvd­ari vekt í 2018. Útsetingin av smolti hjá Bakka­frost í 2017 verður vænt­andi um 10,5 milliónir smolt samanborið við 11,7 milli­ónir smolt í 2016 og 11,3 milliónir smolt í 2015. Bakka­ frost væntar at seta 13,0 milli­ónir smolt út í 2018. Byggingin av smoltstøðini á Strond, Klaksvík, gongur eft­ir ætlan. Smoltstøðin byrj­ar eftir ætlan virksemi í 2018 og framleiðir við fullari orku í 2020. Íløgurnar í at framleiða størri smolt fara líð­andi at hava við sær, at framleiðslutíðin í sjónum stytt­ist. Væntandi fer hetta at lækka lívfrøðiliga váð­an og økja um orkuna. Fram­ leiðslu­ork­an frá hesum íløg­ u­num væntast at koma so líð­andi til sjóndar fram til 2021. Liðugvørur Bakkafrost hevur gjørt avtalu um sølu av liðug­vør­ um fyri umleið 53% av vænt­ aðu tøkuni av laksi hjá felag­ num fyri restina av 2017 og er í løtuni í ferð við at gera nýggjar avtalur fyri 2018. Útlitini fyri framleiðsluna av fiskamjøli og lýsi eru tengd at tøku rávørunøgdini. Tilmælið fyri 2018 hjá ICES av svartkjafti er 1.388 tús­und tons samanborið við 1.342 túsund tons fyri 2017. Mett verður, at útlitini fyri fram­ leiðsl­una av fiskamjøli og lýsi eru góð, og sannlíkindi eru, at framleiðslan í 2018 verður á sama støði sum í 2017. Samlaða sølan av laksa­ fóðri verður mett til 80.000 tons í 2017, sum er ein lækk­ ing á 5.000 tons í mun til met­ingar áður. Orsøkin til lækk­ing­ina er lækkingin í gróðr­inum í triðja árs­fjórð­ ingi, nevnt undir alingini. Fóð­ur­sølan í 2018 verður mett til 85.000 tons. Íløgur Í juni 2016 kunngjørdi Bakka­ frost 5 ára íløguætlanina frá 2016 til 2020. Samlaðu íløg­ur­nar verða 2,2 milli­ard­ ir krónur, íroknað við­líka­ halds­íløgur. Endamálið við íløgu­ætl­ an­ini er framhaldandi at hava eina av mest kostn­að­ ar­til­vitaðu virðisketunum í ali­vinn­uni, at fremja burðar­ dyggan vøkstur, økja um smidl­eikan og lækka lív­ frøðiliga váðan, so fram­tíðar tørv­ir hjá kundunum verða nøkt­aðir. Bakkafrost er farið undir at dag­føra kryvjivirksemið í Vági í Suðuroy. Íløgu­kostn­ að­urin verður mettur til áleið 40 mill­i­ónir krónur. Bakkafrost ætlar at økja um virð­ið á innvøli og øllum av­skurði frá laksinum, sum kem­ur frá framleiðsl­uni. Bakka­frost ger tí íløgur í eina nýggja laksamjøl- og lýsi­fram­leiðslu á Havsbrún í Fugla­firði, sum væntandi kann byrja framleiðslu í byrj­an­ini av 2018. Endamálið er at geva eitt íkast til rakst­ ur­in og at tryggja enn burð­ ar­dyggari framleiðslu. Fíggjarliga støðan Útlitini fyri laksamarknaðin kom­andi árið og áhaldandi dent­ur­in, sum verður lagd­ ur á, at Bakkafrost hev­ur eina framleiðslu við muna­ dygg­um eftirliti av kostn­ að­i­num, eru við til at økja um fíggjarligu møg­u­leik­ar­ nar hjá Bakkafrost. Stóra eginognin í mun til saml­aðu ogn­ir­nar og atgongdin til al­ tjóða fígging geva Bakkafrost fíggj­ar­ligu styrkina at fremja stóru íløgurnar, sum eru fyri framm­an. Avlopið hjá Bakka­ frost var 252 mió kr Bakkafrost er størsta alifyritøka í Før­oy­um. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksa­aling, kryvjing, lið­ug­vøru­ fram­leiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri (FOF) er á Havs­brún í Fuglafirði. Kryvji­ virkini eru á Glyvr­um, í Kollafirði og í Vági, meðan lið­ug­vøru­ fram­leiðsl­an (VAP) er á Glyvrum, og ali­ virksemið er í Norð­ oyggj­um, Eysturoy, Streym­oy og Suðuroy. Høvuðs­skriv­stova felag­sins er á Glyvr­ um. Samanlagt hev­ur samtakið 820 fulltíðar starvs­fólk. FAKTA: Í juni fjør kunngjørdi Bakka­frost eina fimm ára íløguætlanin frá 2016 til 2020. Samlaðu íløg­ur­nar verða 2,2 milli­ard­ir krónur, íroknað við­líka­halds­íløgur