týsdagur 14. november 2017síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. november 2017 · Nr. 133
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Tað var hin 18. oktober - ella
fyri sløkum mánaði síðan - at
Landsverk sprongdi ein stóran
stein í hamrinum í brattlendinum
oman fyri vegin í Dalslíð.
Orsøkin til, at Landsverk tók
hetta stig, var vandin, sum kundi
standast, um steinurin loysnaði og
reið oman á vegin.
Landsverk ásannar, at vegagerð
ir í brattlendi bera við sær størri
avbjóðingar enn vegagerðir í lág-og
slættlendi.
- Tí arbeiða vit eisini áhaldandi
við at tryggja lendið fram við útsett
um landsvegateinum, har vandin
fyri omanlopi er størstur. Tískil
eru eisini breiðar veitir seinnu ár
ini gjørdar fram við vegateinum í
brattlendi, sum kunnu taka ímóti
møguligum leysum gróti úr lendin
um omanfyri.
Aðrar loysnir eru eisini royndar
við eitt nú at seta upp trygdarhegn,
soleiðis sum gjørt er oman móti
Tjørnuvík.
Landsverk vísir á, at fram við
vegnum í Dalslíð vóru fólk vorðin
varug við ein umleið tríggjar metr
ar høgan stein, sum í ávísan mun
var loysnaður úr lendinum og sum
- møguliga - stóð til at leypa niður
á vegin.
- Fyri at binda um heilan fingur
gjørdu vit av at royna at spreingja
steinin burtur, meðan vegurin var
stongdur, siga tey hjá Landsverki.
Eingin bilaverja
Í Dali fegnast tey sjálvsagt um,
at Landsverk roynir at bøta um
ferðslutrygdina og vil hava nevnda
steinin burtur, men tey eru sam
stundis órógvaði, nú vetur og frost
stunda til og bilaverjan, sum var
her, ikki er komin uppaftur.
- Vegurin í Dalslíð er í støðum
rættiliga smalur, tó at her eru fleiri
møtipláss, har bilar kunnu halda
av, tá mótkoyrandi ferðsla er. Men,
tað kennist ikki sørt órógvandi, nú
vit kunnu vænta hálku, at bilaverj
an ikki er komin uppaftur. Í staðin
hevur Landsverk sett upp nakrar
betongklossar niðast við vegjað
aran.
Kvinna úr Dali, sum dagliga
koyrir úr bygdini til arbeiðis, sigur,
at hon sjálvsagt ikki dugir at meta
um nyttuna og tryggleikan við hes
um betongklossunum, um tað verð
ur hált, og bilurin skuldi farið á glið
á vegnum.
- Soleiðis, sum eg síggi niðan í
hamaran, har kletturin partvís er
sprongdur, liggur nógv leyst tilfar
í brattlendinum, men eg sigi ikki, at
hetta liggur til at ríða oman.
Kvinnan í Dali sigur seg vóna,
at tað ikki gongur long tíð, til bila
verjan á vegastrekkinum í Dalslíð
er komin upp aftur, soleiðis at fólk,
sum ferðast um hesar leiðir, kunnu
kenna seg tryggari.
Arbeiðið ikki liðugt
Hjá Landsverki siga tey við Sosial
in, at arbeiðið í Dalslíð ikki er liðugt
enn.
- Vit bíða eftir, at tað verður
turrari í nakrar dagar, og tá fara vit
aftur í líðina at gera arbeiðið liðugt.
Ætlanin er at spreingja meira burt
ur, tí vit fingu ikki nóg mikið av
leysa tilfarinum við fyrstu ferð.
Spurdur, nær væntandi er, at
bilaverjan kemur uppaftur, sigur
hann, at tað verður, tá arbeiðið er
liðugt, vónandi um ikki so langa tíð.
- Vit tóku jarnið í bilaverjuni
burtur, men lótu pelarnar standa
eftir, áðrenn vit sprongdu, men til
farið, sum reið oman, tók onkrar
pelar við sær. Tí eru nakrir av pel
unum burtur.
Hjá Landsverki siga tey, at tað
nyttar einki at seta nýggjar pelar til
bilaverjuna upp, fyrr enn spreingi
arbeiðið er liðugt.
- Vit hava eyguni eftir hesum
vegastrekki, og vit ansa eftir, at
tilfarið ikki ríður undan, meðan
vit bíðað eftir betri líkindum at
gera arbeiðið liðugt. Skervtilfarið,
sum koyrt verður eftir á hesum
vegastrekki, er óslætt, er kjansurin
fyri, at bilur fer á glið er tískil nógv
minni. Áheitanin hjá okkum er, at
fólk, sum koyra í Dalslíð, koyra eftir
umstøðunum, nú eingin bilaverja
er uppi í nakrar dagar, siga tey hjá
Landsverki.
SOLEIÐIS
SÆR ÚT Í
DALSLÍÐ
- Eg dugi ikki at meta um nyttuna og tryggleikan við
hesum betongklossunum. Men, hetta kennist eitt sindur
órógvandi, nú vit kunnu vænta hálku, sigur kvinna í Dali,
sum koyrir úr bygdini til arbeiðis
Soleiðis sær út í Dalslíð, nú arbeitt verður við at beina burtur
ein stóran stein í hamrinum oman fyri, sum hugsandi stóð til at
leypa. Her er eingin bilaverja, bert nakrir betongklossar
Mynd: Vilmund Jacobsen
- Vit hava eyguni eftir hesum
vegastrekki, og vit ansa eftir,
at tilfarið ikki ríður undan,
meðan vit bíðað eftir betri
líkindum at gera arbeiðið liðugt,
siga tey hjá Landsverki
Mynd: Vilmund Jacobsen