týsdagur 14. november 2017síða 10
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. november 2017 · Nr. 133
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HEILSA
Nær seta tíni eygu
koyrikortið í vanda?
Kanningar vísa,
at eini 17 prosent
av teimum, sum
ikki síggja nóg væl
og sum soleiðis
standa til at missa
koyrikortið, kunnu
uppfylla sjónarkravið
við at fáa sær einar
betri brillur
Vilmund Jacobsen
Koyrikortið gevur frælsi, smidleika
og sjálvbjargni.
Men, fyri at kunna varðveita
koyrikortið, er avgerandi, at tú sær
- ikki neyðturviliga sum ein havørn
- men nóg væl.
Tað eru heilt greiðar reglur um,
nær tín ferðslusjón er nóg góð til,
at tú kanst varðveita koyrikortið
og koyra bil.
Reglurnar fyri privatbilkoyrara
eru ikki heilt so strangar, sum tá
koyrikortið verður brúkt í vinnu
ligum høpi.
Sjónarstyrki er ein málbering
um evnini hjá eygunum at síggja
staklutir, og mett verður um hesi
við einari talvu við eitt nú bókstav
um ella myndum.
Tá læknin lýsir sjónarstyrkina,
verður hetta altíð gjørt í mun til,
hvussu ein, sum sær vanligt, kann
síggja.
Soleiðis skalt tú síggja
Niðasta reglan á talvuni vísir, hvat
tey, sum síggja vanligt, kunnu
síggja í einari frástøðu á seks
metrar.
Um tú í seks metra frástøðu
bara kanst lesa tað, sum fólk,
ið síggja vanligt, kunnu lesa í 12
metra frástøðu, verður sagt, at
sjónarstyrkin er 6/12 ella 0,5, sum
tað eisini verður rópt.
Fyri at varðveita koyrikortið,
skalt tú í minsta lagi kunna síggja
6/12, tá tú við brillum hyggur við
báðum eygunum samstundis.
Greiðast kann eisini frá sýns
kravinum við at siga, at sjónar
styrkin á betra eyganum skal vera
6/12, og tað merkir, at ein einoygdur
við sjónarstyrkini 6/12 eisini stend
ur royndina.
Danskar kanningar vísa, at 17
prosent av teimum, sum ikki sóu
nóg væl og sum soleiðis stóðu til at
missa koyrikortið, kundu uppfylla
sjónarkravið við at fáa sær einar
betri brillur.
Hildið verður, at sjónin fevnir
um út við 90 prosent av øllum
teimum tingum, vit fata í ferðsluni.
Tískil er tað ikki nóg mikið bara at
kunna síggja nøkulunda skilligt, tí
sum bilførari noyðist tú eisini at
eygleiða tað, sum hendir úti í síð
unum á vegnum.
At máta sjónarvídd
Sjónarvíddin verður máld bæði í
vatnrættum og loddrættum plani.
Tú kanst saktans hava tronga á
sjónarvíddini, um tú bert klárar
hesi mátini:
•
Vatnrætt vídd: Í minsta lagi
120 stig
•
Til høgru og vinstru. Í
minsta lagi 50 stig
•
Loddrætt vídd, upp og
niður. Í minsta lagi 20 stig
Áðrenn koyrikortið kann tryggjast,
er neyðugt, at læknin metir, um
tann, sum tekur sýnsroyndina,
hevur trupulleikar við dupultsjón,
náttarblindni – ella, um viðkomandi
hevur trupulleikar við at skilja
mótsetningar og blinding.
Líður tú av mennandi eygna
sjúku sum AMD, eygnastara (grøn
stær) ella diabetiskari eygnasjúku,
kann ein tíðaravmarking av koyri
kortinum koma upp á tal.
Ov fá kanna eyguni
Á heimasíðuni hjá danska Eygna
felagnum – www.vos.dk - verður
víst á, at tú kanst kanna eyguni –
og síggja væl alt lívið.
Her verður víst til eitt átak, sum
hevur til endamáls at fáa danir í
størri mun at kanna eyguni.
Á heimasíðuni verður eisini víst
til eina kanning, sum stovnurin –
YouGov – hevur gjørt fyri Eygna
felagið og Optikarafelagið, og her
vísir tað seg, at tveir av trimum
dønum (66 prosent) siga, at tey ikki
sjálvi kanna eyguni regluliga.
- Hetta er ein trupulleiki, tí bert
við at kanna sjónina regluliga, fært
tú eina ábending um, hvussu eygu
tíni eru. Tá tú veitst, hvussu støðan
er, er eisini møguleiki fyri at loysa
trupulleikarnar, sigur formaðurin
í danska Eygnafelagnum, Carsten
Edmund, yvirlækni og dr.med.
Einfaldasta loysnin
Á heimasíðuni - www.helse.dk - lesa
vit eisini, at eyguni broytast við
aldrinum.
- Hevur tú upplivað, at tínir
armar knappliga eru vorðnir ov
stuttir, ert tú ikki hin einasti, sum
hevur upplivað tað. Slíkt hendir hjá
teimum flestu, sum eru millum 40
og 50 ára gomul.
Sagt verður, at ov ”stuttir” armar
sum oftast er eitt tekin um, at
sjónin er broytt við aldrinum.
Tíbetur eru brillurnar einfald
asta loysnin.
- Brillurnar veksa tekstin og
gera, at neyðugt er ikki at leingja
armarnar við einari skurðviðgerð,
verður skemtiliga lagt aftrat.
Á heimasíðuni – www.vos.dk
– liggur eisini ein bóklingur um
”Trafiksyn”, sum fólk kunnu lesa í,
um áhugi er fyri neyvari kunning
um hesi viðurskifti.
Læknin, sum kannar eyguni, vil eisini hava at vita, um tann, sum skal hava sýnsroyndina, hevur trupulleikar við dupultsjón, náttarblindni og blending
Í Danmark hava tey havt eitt átak at fáa fólk at kanna eyguni.
Slagorðið er, at tú kanst kanna eyguni – og síggja væl alt lívið.
Myndin er av formanninum í Eygnafelagnum, Carsten Edmund