Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-14, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. november 2017síða 12

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. november 2017 · Nr. 133 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen – Nýggja pensjónsskipanin hjá samgonguni, er einki uttan ein háðan ímóti fólki. Fólka­floks­menn vóru hvassorðaðir, tá ið teir um­ røddu nýggju pensjóns­skip­an­ina á lands­fundinum leygar­dagin. Samgongan og Sjálvstýri hava gjørt eina semju um, hvørja pen­ sjóns­skipan, vit skulu hava fram­ yvir. Og Jørgen Niclasen vísir á, at ein partur av hesi semjuni er, at tey, sum hava hampiliga inntøku, aft­ urat sjálvari fólkapensjónini, skulu ikki fáa fólkapensjón. Annars hevur Løgtingið sam­ tykt, at allir løntakarar skulu rinda 15 prosent av inntøkuni til sína egnu, persónligu eftirløn. Men nú ætlar samgongan, at tann persónliga eftirlønar­saman­ spar­ingin hjá hvørjum einstøkum løn­takara, skal minkast úr 15 pro­ sentum niður í 12 prosent. Men aft­urfyri skal gjaldið í Sam­halds­ fasta hækkast 0,75 prosent av inntøkuni, so at bæði løntakarar og arbeiðsgevarar skulu rinda trý pro­sent í Samhaldsfasta í part. Sostatt skal eftirlønin í fram­tíð­ ini fíggjast við at leggja eykaskatt á fólk og vinnu, tí at hækka gjaldið í Samhaldsfasta, er ikki annað enn ein rein skattahækking, sig­ur Jørgen Niclasen, formaður í Fólka­ flokk­inum. Men tað ringasta er, at Sam­ halds­fastið er einki uttan ein penga­maskina hjá landskassanum tí gjaldið, sum løntakarar rinda í Samhaldsfasta, er av skatt­að­um peningi. Tað merkir, at inn­gjaldið verður skattað, men tá ið pen­ sjónistar fáa gjald úr Sam­halds­ fasta, verður tað skattað eina ferð aftur­at. – Sostatt verða somu pengar í Samhaldsfasta skattaðar tvær ferð­ ir og Samhaldsfasta verður av tí sama skattaður við 65 – 70 prosent pro­sent, sigur Jørgen Niclasen. – Tað merkir, at tá ið pen­sjóns­ gjaldið úr Samhaldsfasta veksur 1000 krónur, eru minst 2000 krónur farn­ar í skatti. Tí er Samhaldsfasti eing­in trygd hjá pensjónistum, men hann er ein rein pengamaskina –og so­statt er hetta einki annað enn at lumpa fólk, leggur hann afturat. Óneyðugt at hækka pensjónsaldurin Fólkaflokkirin er eisini grund­ leggj­andi ímóti, at fólk, sum hava eina persónliga pensjón, ella aðra inntøku, enn sjálva fólka­pensjón­ ina, nú skulu missa alla fólka­ pensjón­ina, eisini grund­ar­upp­ hæddina. –  Sostatt ætlar Samgongan at grundarupphæddin skal í søguna, og sostatt verður fólkapensjónin til eitt slag av fátækahjálp - og tað er sera háðandi ímóti teimum, sum hava goldið til fólkapensjón alt lívið, sigur formaðurin í Fólka­ flokk­inum. –  Hetta er nevniliga at revsa fólk, sum hava goldið til sína egnu, persónliga pensjón, sigur hann. –  Grundarupphæddin í fólka­ pen­sjónini skal varðveitast, sama, hvussu stóra inntøku, pen­sjón­ ist­urin annars hevur. Men útseta fólk sín pensjónsaldur, skal fólka­ pensjónin stigvíst hækkast, og loys­ ir tað seg at arbeiða eftir van­ligan pen­sjónsaldur, er tað óneyð­ugt at hækka pensjóns­aldurin, sig­ur Jørg­ en Niclasen. Hann sipar her til, at samgongan ætlar at hækka pensjónsaldurin so at hann er komin upp í 68 ár í 2030. Brúka fólkapensjónina at gjara út við Fyrrverandi formaðurin í Fólka­ flokk­inum, Anfinn Kallsberg, kall­ar tað rætt og slætt rán, at rinda skatt av somu pengum tvær ferð­ir, so­ leiðis sum støðan er við gjald­in­um í, og gjaldinum úr Sam­halds­fasta. Hann vísir á, at tað, sum hendi fyri tveimum árum síðani, var, at sam­gongan vildi hava meir pening at gjara út við, og tí varð grund­ ar­upp­hæddin í fólka­pensjónini lækkað 580 krónur um mánaðin hjá øll­um pensjónistum. –  Tað merkir, at landskassin spar­ir 60 milliónir um árið og tann rokn­ingin varð send løntakarum og arbeiðsgevarum at rinda, tí sam­ stund­is varð gjaldið til Sam­halds­ fasta varð hækkað. Anfinn Kallsberg vísir eis­ini á, at frá 2020 missa tey, sum hava eina ávísa inntøku aft­ur­at fólka­pen­ sjón­ini alla grund­ar­upp­hædd­in í pen­sjónini. –  Tað merkir, at tey, sum hava sína egnu pensjón, skulu fáa av­ mark­aða grundarupphædd, STJÓRNARSKIPAN ÆTLANIN HJÁ SAMGONGUNI ER EIN HÁÐAN ÍMÓTI FÓLKI SVIKAGERÐ Nýggja eftirlønarskipanin hjá samgonguni er einki uttan ein eykaskattur til bæði fólk og vinnulív – og fólk skulu enntá rinda skatt tvær ferðir av somu pengum Grundarupphæddin er heilag fyri Fólkaflokkin og hana skulu øll hava Ætlanin hjá samgonguni um eina nýggja pensjónsskipan, er rán og tað er at lumpa fólk, sigur Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum