týsdagur 14. november 2017síða 13
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 15. november 2017 · Nr. 133
ella
onga
grundarupphædd.
Við hesum sparir Landið 300
milliónir krónur í fólkapensjón,
men hinvegin fáa løntakarar og
arbeiðsgevarar ein eykaskatt upp
á 150 milliónir í part, tí tey skulu
rinda meiri í Samhaldsfasta.
– Og harafturat skal løntakarin
rinda skatt av pengunum, sum
verður goldin í Samhaldsfasta, og
tá ið hann so er pensjónistur, og
fær gjald úr Samhaldsfasta, skal
hann eisini rinda skatt av tí.
– Tí er hetta ikki annað enn at
flyta útreiðslurnar úr landskass
anum yvir á partarnar á arbeiðs
marknaðinum, sigur Anfinn Kalls
berg.
Hansara ráð til Fólkaflokkin
eru, at tað skal verða eitt krav at
60 milliónir verða settar á fíggjar
lógina afturat á, so at grundarupp
hæddin kann verða hækkað aftur.
– Grundarupphæddin er heilag
fyri Fólkaflokkin og hana skulu øll
hava, sigur Anfinn Kallsberg.
Samhaldsfasti er einki
uttan ein pengamaskina hjá
landskassanum
Áki Bertholdsen
– Stjórnarskipanin, sum samgong
an hevur lagt fyri Løgtingið, er ein
fløkja.
Tað er skoðsmálið, uppskotið
hjá samgonguni um eina nýggja
stjórnarskipan, fær frá Fólka
flokkinum.
Á Landsfundinum hjá flokkin
um leygardagin, staðfesti Niclasen,
floksformaður, at verður fólkaat
kvøðu um stjórnarskipanina, so
leiðis sum hon nú er orðað, fær tað
stórar avleiðingar. Summi tulka tað
soleiðis, at verður stjórnarskipanin
samtykt, merkir tað, at so hava
føroyingar, fyri fyrstu fer nakrantíð
samtykt at góðtaka donsku grund
lógina, og missa vit okkara sjálvs
avgerðarrætt. Men onnur tulka
tað soleiðis, so seta vit okkum yvir
donsku grundlógina. Og stjórnin í
Danmark hevur staðfest, at seta vit
okkum yvir donsku grundlógina,
hava vit samstundis meldað okkum
úr danska ríkinum.
Jørgen Niclasen sigur, at stjórn
arskipanin er merkt av, at hon er
ikki ikki sprottin úr fólkinum, tí
har verður lítið sagt um frælsið
hjá tí einstaka, men hinvegin
skulu almennir stovnar grund
lógartryggjast. Hann sipar til at
tað stendur í henni, at vit skulu
hava ein landsbanka. Ella sum tað
stendur í uppskotinum til stjórnar
skipanina: Landsstovnur skal virka
fyri fíggjarligum støðufesti, um
sita gjaldføri og skuld landsins
umframt umsita tey fíggjarmál og
búskaparmál, sum við lóg eru løgd
stovninum at umsita.
Ófrávíkiligt krav
Jørgen Niclasen sigur, at tey fara
at taka lut í viðgerðini við opnum
sinni.
Men hann ger samstundis púra
greitt, at Fólkaflokkurin hevur eitt
ófrávíkiligt krav fyri at taka undir
við stjórnarskipanini. Og tað er, at
tað skal standa í henni, at Føroyar
eru eitt kristið land og at vit byggja
á kristna siðaarvin.
Hann veit, at tað er mótstøða
ímóti tí, men hann heldur, at vit
mugu, og vit skulu, verja okkum.
– Alt Evropa er hótt av innflyt
arum og teirra politiska átrúnaði,
staðfestir formaðurin í Fólkaflokk
inum.
Hann heldur, at dømini sum
sharia lógir og kvinnukúgan, eru
ræðandi og víðgongd skjóta seg
undir eina trúgv tá ið tey gera yvir
gang, eisini í okkara grannalondum.
– Vit mugu ikki enda har og vit
skulu hava møguleikan at verja
okkum, sigur Jørgen Niclasen.
Eljustríð
Anfinn Kallsberg, sum er fyrrver
andi formaður í Fólkaflokkinum,
heldur at stjórnarskipanin fer at
elva til eitt eljustríð.
– Oddamenninir hava báðir hvør
sína fatan av, hvussu hon skal tulk
ast. Høgni Hoydal, formaður í Tjóð
veldi, sigur, at hon er yvir donsku
grundlógini og Aksel V. Johannesen
sigur, at hon er undir donsku
grundlógini.
– Hugsi tykkum at vit fara til
fólkaatkvøðu, tí hvørjum atkvøða
vit fyri, spyr Anfinn Kallsberg.?
– Atkvøða vit fyri tulkingini hjá
Høgna Hoydal, so at vit atkvøða
okkum úr danska ríkinum, ella
atkvøða vit fyri tulkingini hjá
Akseli V. Johannesen, soleiðis at vit
samstundis atkvøða okkum inn í
danska ríkið fyri fyrstu ferð í søg
uni.
– Tað merkir, at vit fara at fáa
eitt eljustríð, hvat vit hava atkvøtt
um. Vit fara at fáa eitt eljustríð inn
anlands í Føroyum, og vit fara at
fáa eitt eljustríð ímillum Føroyar
og Danmark um, hvat Stjórnarskip
anin í roynd og veru merkir
– Fara vit til fólkaatkvøðu, má
tað vera glasklárt, hvat vit atkvøða
um. Tað má vera full semja um tað í
Føroyum, og tað má vera full semja
um tað ímillum Føroyar og Danskar
myndugleikar, so at vit ikki enda í
einum stríði ímillum Føroyar og
Danmark um, hvat vit hava atkvøtt
um, sigur Anfinn Kallsberg.
STJÓRNARSKIPAN
Vit hava eitt
ófrávíkiligt krav
STJÓRNARSKIPAN Verður uppskotið hjá samgonguni um eina
nýggja stjórnarskipan, samtykt, fer tað at elva til eitt eljustríð,
bæði í Føroyum, og ímillum Føroyar og Danmark
– Sum tað sær út nú, skulu føroyingar á fólkaatkvøðu, uttan at vit, hvat teir skulu atkvøða um.
Men tað má vera glasklárt, heldur Anfinn Kallsberg, fyrrverandi formaður í Fólkaflokkinum