Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-14, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. november 2017síða 14

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. november 2017 · Nr. 133 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Guðlaugur Þór Þórðarson, uttanríkisráðharri Íslands Serstakt og inniligt er vinalagið mill­um frændatjóðirnar, og eru søga, mentan og tungumál okkara sam­antvinnað. Gott samskifti og tætt samstarv hevur verið á flest­ um økjum. Í ár eru liðin 10 ár, síðan Ís­land og Føroyar lótu upp sendi­skriv­ stovur hjá hvørt øðrum. Stovn­ set­ing Aðalkonsuláts Íslands í Tórs­havn og Sendistovu Føroya í Reykja­vík var beint framhald av gildis­komu Hoyvíkarsáttmálans hin 1. nov. 2006, sum nú hevur 11 ár á baki. Hesin fríhandilssáttmáli tryggj­ar fría flyting av vøru, tæn­ astu, fígging og fólki landanna mill­um og er mest víðfevnandi frí­ handils­sáttmáli, sum Ísland hevur gjørt. Hvussu er nú støðan, eftir at Hoyvíkarsáttmálin hevur virkað í góð 11 ár? Vøruinnflutningurin til Íslands úr Føroyum er øktur stív­ liga 5 ferðir skjótari enn allur annar vøruinnflutningur í tíðarskeiðnum 2006-2016, nevniliga úr 69,1 mió. føroyskum krónum upp í 249,43 mió. føroyskar krónur. Tó at vøru­ útflutningur íslendinga til Føroya fram­vegis er størri enn øvut, mink­ar munurin skjótt, og verður litið at útflutningi av tænastum, hava føroyingar átt munin síðstu 2 árini. Viðskiftasambandið land­ anna millum blómar, og var vøksturin 8% árið 2015 og 17% árið 2016. Eins og Ísland er týdn­ ingarmikil marknaður fyri før­oy­ ingar, eru Føroyar týðandi markn­ aður fyri íslendingar, ikki minst tá ið hugsað verður um fólka­ talið. Tað er nú komið hagar til, at viðskiftasamband íslendinga við lond sum Russland, India og Suð­ ur­korea, bara til at nevna nøkur fá dømi av mongum, blikna aftur­ ímóti (sí nærri her: www.iceland. is/iceland-abroad/fo/islenska/vid­ skipti/hagtolur). Farnu 11 árini hava stundum tikið seg upp ivamál um, hvussu Hoy­víkarsáttmálin skal tulkast, eittnú viðvíkjandi útflutningi av skerpi­kjøti til Íslands. Tað gleðiliga er, at altíð hevur borið til at loysa slík mál í góðum samstarvsanda. Samstarvað hevur leingi verið um fiskivinnumál, og fáa før­oy­ ing­ar enn sum áður veiði­rætt­indi í íslendskum sjóøki. Eisini lata tjóð­ ir­nar hvørjari aðrari veiði­rætt­indi báð­um til gagns. Fyri Ísland og Føroyar eru utt­ anríkisviðskifti at meta sum ein lívæðr, tí búskapurin allur og væl­ ferðin í londunum báðum stend­ur og fellur við fríum millum­landa­ við­skiftum. Hesar smá­tjóðir, sum telj­ast millum stór stranda­lond, standa eins og Noreg og Grønland uttan fyri ES. Tað eigur tí at vera aðal­mál okkara áhaldandi at virka fyri fríari samhandli, samstundis sum vit tryggja tilfeingi okkara, so­leiðis at tað kemur avvarðandi landi og tjóð til mesta gagns. Hjartans vón mín er, at sam­ skiftið landanna millum heldur áfram at blóma eins og higar til, og havi eg onga grund til at vænta annað, tað veri seg innan viðskifti, fiskivinnu og mentan, eins væl og tá ið umræður at standa saman í altjóðaviðurskiftum. Virgar T. Dalsgaard Tann 27. oktober 1782 var tann verð­ inskendi violin-virtuosurin og kom­ ponisturin NICCOLO PAG­AN­INI føddur í Genova í Norður-Italien. Pápin lærdi Niccolo at spæla mand­ olin sum bara 5 ára gamlan, men tá ið hann bleiv skúlagamal, valdi hann heldur violinina og vísti bein­ anvegin eitt óvanligt talent fyri hes­um instrumenti. Tað sigst, at pápi hansara tving­ aði hann at øva seg í tímavís. Hann skuldi vera so strangur við Niccolo, at drongurin ofta noyddist nátt­ urða­leysur í song, tá ið hann ikki hevði øvað seg nóg væl. Longu sum óviti fann hann av sínum eintingum nýggjar fingra- set­ingar við violinini fyri at impon­ era pápan og umhvørvið. Niccolo hevði so virtuos evnir, at hann fekk fleiri legatir og ann­ an stuðul frá mæcenum, sum sóu, at hann hevði heilt óvanligt hegni. Hann gjørdi t.d. sína fyrstu kom­ posi­tión til violin sum bara átta ára gam­al. Hann kom í læru hjá ymsum kend­um violin-lærarum, sum skjótt sendu hann víðari til aðrar kønari lær­arar. Niccolo fekk inspiration frá nógv­um dugnaligum italienskum violin­istum, og sjálvt um violin- ganda­kallurin TARTINI* doyði, tá ið Paganini bara var tíggju ára gamal, so hevur Niccolo bæði hoyrt og sæð Tartini spæla. Niccolo Pag­ anini hevði fyri ein stóran part auto­didaktiska tilgongd til violin- metodikk, og tí hevur teknikkurin hjá Tartini avgjørt havt týdning fyri spælið hjá Niccolo. Hann bleiv longu sum hálv­vaks­ in eitt kent talent í megin­part­inum av Norður-Italien. Man veit eisini, at hann imiteraði stíl og metodu hjá eysturríkaranum, Rudolf KREUTZ­ ER og franskmanninum Pierre RODE, sum tá vóru hildnir at vera teir mætastu koncert-violinistarnir í Europa. Tað fysiskt krevjandi fingra- arbeiðið við tí kompliceraða violin­- teknikkinum førdi við sær, at Pag­ anini í síni frítíð saman vid vinum og familju heldur valdi at hvíla seg við at spæla guitar, sum ikki var so tungt fyri hendurnar, og hann var avgjørt kønur guitaristur eisini. Í 1795 fóru feðgarnir eina ferð til Parma, har fólk blivu hugtikin av Niccolo, men samstundis lærdi hann sjálvur nógv, bæði um spæl og kompositión í tí mentaða univ­ ersit­etsbýnum.. Tá ið Niccolo var blivin 18 ár, flytti familjan til Livorno í prov­ insini Lucca, har hann skjótt berg­ tók bæði leiðandi myndug­leikar og býar-fjøldina so nógv við sínum spæli, at hann bleiv útnevndur til fyrsta-violinist í allari provinsini. Hann var tann yngsti við hesum titli í øllum Italien. Men um kvøldarnar spældi hann eisini til privatar koncertir. Hetta gav honum so stórar inntøkur, at hann fall fyri eini herviligari freist­ ing, sum fylgdi honum alt livið. Hann fór at spæla á næstan hvørj­ um casino, hann kom framvið, og tað ruineraði hann fleiri ferðir gjøgn­um alt livið. Viðhvørt var hann so illa sperd­ ur fíggjarliga, at hann mátti pant­ seta sína egnu violin. Hann var blivin ludomanur! Bæði áðrenn og undan aldar­ skift­inum 1800 fekst Paganini nógv við kompositión , og tey flestu av hansara verkum stillaðu óvanliga stór teknisk krøv til violin-solistar. Tað virtuosa dirvið, sum Paganini brúkti, inspireradð eisini aðrar komponistar, eitt nú Robert Schumann og Franz Liszt, sum báðir vóru hugfangaðir av teimum metod­isku møguleikum, sum Pag­ anini hevði slóðað fyri. Sjálvt um hann líka frá Genova til Livorno tíðliga var kendur sum eitt lokalt stórtalent, bleiv hann ikki européiskt kendur bein­ anvegin, og í konservativum itali­ ensk­um cirklum varð   hann ikki ser­liga umrøddur, fyrr enn tað í 1813 lukk­aðist honum at fáa eitt tilboð frá tí hábærsliga stovninum "La Scala" í Milano. Framførslan gekst eina­stand­ andi væl og bleiv eitt risalop, sum gjørdi, at hann eisini bleiv kendur norð­anfyri Alpurnar. Í 1824 møtti hann á einum av sínum mongu koncertferðum sang­ ar­induni Antoniu Bianchi, og tey livdu saman í nøkur ár, blivu ong­ an­tíð gift, men fingu kortini ein son. Hann fekk tað reysta antikka navnið Achilleus Alexandur. Hesin "´ólevnaður" førdi til, at tað européiska borgaraskapið hvepti seg við at viðurkenna Pag­ an­ini, sum eftir teirra tykki livdi syndar-fult og ósømuliga. Paganini orkaði ikki væl at ferð­ ast; - hann hevði ringa heilsu og var óvanliga krillutur, tí hann toldi ikki kulda. Tað var ein av orsøkunum til, at hann leingi bara vágaði sær styttri koncertferðir í Italien. Hann stríddist alt lívið við nógv ymisk líðilsir. Summi vóru genet­ isk, meðan onnur skyldaðust smitt­ somum sjúkum. Eftir hvat pato­ log­ar aftaná deyða hansara hava kunnað analyserað seg fram til, so leið Paganini helst av tí sjáldsomu arvasjúkuni Marfan-syndrominum, sum fyrstu ferð er beskrivað av tí franska barnalæknanum Antoine Marfan siðst í 1890´unum *.* Symptomini eru m.a. risa­vøkst­ ur, ekstremt langir limir, super- mobil­itetur av liðum, óvanligur colla­gen-elasticitetur við abnormt strekkiligum bindivevnaði etc. Orsøkin sigst vera ein genetisk mutatión. Paganini var óvanliga høgur og sera rak; hann hevði eisini óvanliga lætt-boyggiligar fingrar. Men tað gjørdist ikki lættari fyri hann, at hann sum rættiliga ungur maður fekk bæði syfilis og tuberklar. Í 1827 fekk hann sítt fyrsta alment intellektuella riddaraslag, tá ið pávin Leo tann XII heiðraði hann við tí fína heiðursmerkinum "Ordine dello Speron d´Oro". Árið eftir fekk hann áræði til at fara eina européiska turné, fyrst til tað liberala Wien sjálvandi, og har behøvdist hann onga um­ røðu. Tíðindini um hansara ser­ liga talent vóru langt síðani kom­ in norð um Alpurnar, so tá ið Pag­anini kom til Wien, varð hann mót­tikin sum ein musikalskur kong­ur. Bæði mótabløðini og tær seriøsu avísirnar skrivaðu um henda musikalska gandakallin, sum líkasum Giacomo Tartini mátti hava selt sína sál til illamann fyri at kunna spæla so væl. Keisarin útnevndi hann til "keis­ ar­ligan kamar-virtuos." Men hann var móður aftaná all­an henda entusiastiska virak og mátti tí fara til spa-stovnin Karls­ bad í Bøhmen fyri at fáa sær heilsu­ bót. Tá ið hann í 1829 var komin fyri seg aftur, fór hann til Berlin og hann náddi at verða stórfagnaður í næstan 40 stórum týskum býum tey næstu tvey árini. Allastaðni var hann beundraður sum musikalskur virtuosur, hóast nøkur royndu at klikkja hann fyri sín borgarliga levnaða; men sjúk­an fór so illa við honum, at fólk ógv­ aðust við hann sum persón. Hann var farin at síggja meira og meira dæm­oniskur út, so summi trúðu næst­an uppá devla-mytuna og hildu hann vera "gandaðan". Í 1832 vágaði hann sær líka til Paris, har hann eisini bleiv rættiliga fagnaður í intellektuellum cirklum, men summi varnaðust, at hann var blivin so heilsuveikur, at tað við­ hvørt knípti hjá honum at gjøgn­ umføra koncertirnar. Hann fekk nógv­ar franskar vinir, m.a. kom­ pon­istin Hector Berlioz, sum hann skrivaði saman við restina av sínari ævi. Í London, har hann var eitt stutt skifti, var tað blivið týðuligt, at hann ikki orkaði at fullføra all­ar sínar koncertir. Í tí strangt vict­ori­anska býnum fíltust nógv fólk eisini um hansara "skamm­ leyst syndarfulla"  lív. Aftaná London, hevði hann ætlað sær til Ruslands, men ta strævnu og longu ferðina mátti hann sjálvandi avlýsa. Í 1834 kom hann aftur til Italien og royndi at sleppa mest møguligt undan aktivum koncertum, men hann hevði, hóast góðar inntøkur, næstan søplað alt burtur í hasard- spæli, so hann kundi ikki bara hvíla seg. Í Parma fekk hann eitt leið­andi starv sum arrangørur av musik­ alskum tiltøkum í býnum. Men hann eintist ikki væl við myndug­ leik­arnar, so longu í 1836 segði hann starvið frá sær og mátti aftur út at halda koncertir, hóast hann tá var blivin heilt brekaður maður. Heilsan versnaði alsamt, so til endans fór hann til Nice við  rivi­er­ aina at dvølja fyri at kroka undan vetr­inum, sum hann ræddist. Nice hoyrdi tá enn til tað italienska økið og kallaðist Nizza. Paganini hevði leingi "forgiftað" seg sjálvan við kvikksilvuri (Hg), sum tá var eitt tað einasta "medi­ cinið móti syfilis, sum man kendi. Tað er tí eitt undur, at hann náddi at blíva 57 ár Nútíðar dna-kanningar av hári, sum man hevur funnið í grøvini hjá Paganini, vísa, at hann hevur havt eitt massivt Hg-misbrúk. Í 1840 fekk hann sítt síðsta an­ fall, har hann kropnaði og misti rødd­ina, so hann doyði og fekk ikki sagt sín allarsíðsta vilja. Hann komponeraði ein hóp, men mest kendar eru helst tær "pedogogisku" etudurnar "24 capricci fyri soloviolin" Nógv ár eftir hansara deyða var hann flyttur til Parma, har hann í dag liggur grivin í einum prýði­lig­ um mausoleum. Virtuost violinspæl bleiv ong­an­ tíð tað sama aftaná Niccolo Pag­an­ ini.  Hann broytti og kollvelti all­an praksis  í   instrumentalan meto­ dikk. * Giacomo TARTINIi er hann, sum komponeraði ta kendu devlasonatuna. ** Seinni hevur onkur annar fysiologur hildið, at Paganini kann hava havt eina líknandi bindivevnað-sjúku, sum nevnist Ehlers-Danlos syndrom.. Hon er eisini ein gen-mutatión. Vinalag íslendinga og føroyinga Undurbarnið NICCOLO PAGANINI 235 ár KJAK