Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-14, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. november 2017síða 15

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 15. november 2017 · Nr. 133 Til minnis um okkara kæra Tórfinn Tað er alt ov tíðliga at vit tríggir her sita saman fyri at seta orð á mongu góðu minnini, vit hava havt saman við tær. Hin 23. mai komu sorgarboðini, at tú ikki vart millum okkum longur. Sjálvt um vit vita, at vit øll eru her á jørð til láns, so vóru hesi boðini sera svár hjá okkum trimum. Tú komst inn í okkara lív, meðan vit vóru smádreingir. Tú komst inn í okkara familju og tú var har fyri okkum tríggjar, sum vóru vit tínir synir. Tað lýsir eisini væl, hvussu eitt opið menniskja tú var, og hvussu stórt rúm tú átti í tínum hjarta. Tú fall eisini beinanvegin til í gøtuni og, tóku øll teg til sín, og tú gjørdist ein natúrligur partur av felagsskapinum. Tú tók á teg at uppala okkum og lærdi okkum um alskyns táttir í lívinum. Tær dámdi væl at ganga á seiðaberg, og tók tú okkum altíð við, og høvdu vit nógvar sera stuttligar løtur úti á ”Nyhavnini” á seiðabergi. Hetta býr enn í okkum og dámar okkum væl at ganga á seiðaberg. Tú fekk lutað eitt koloni­hava­ stykki uppi á Ternuryggi, og varð nógv tíð nýtt har uppi, har tú setti niður alskyns grønmeti, epl­ir, jarðber við meira. Nógvu dreing­irnir í gøtuni minnast hetta koloni­havastykkið væl, tí tað var her flestu okkara høvdu okkara fyrst lønta starv. Vit hjálptu við at trilla smágrót frá Sundsvegnum gjøgn­um smáu gøturnar og yvir til stykkið. Grótið nýtti tú til at stein­seta tjørn, smáttu og ymsar le-garð­ar. Smáttan varð bygd sum ele­ mentir í túninum í Turiðargøtu, og vóru nógvir av monnunum í gøtuni uppi í og góvu hjálpandi hond. Ele­mentini vórðu trillaði niðan á stykkið, har hon varð sett upp. Smátt­an er í sær sjálvum hugnalig við hemsi og borði. Tú hevði eisini fyrireikað pláss til ein brenniovn. Tá smáttan stóð reist, varð fyri­skipað ein stórur grilldagur har øll vóru samlaði at síggja verkið. Tú lat barna­ garðar í økinum nýta stykkið sum teirra frístað, og hesi plantaðu eisini grønmeti til stóra gleði fyri børnini. Smáttan er har enn í dag, og barnagarðarnir á Ternuryggi nýta enn stykkið. Húsini á Toftavegi í Vági gjørdi tú, sum alt annað tú tókst við, til eina sanna perlu. Økið kring húsini eru í dag ein snøggur urtagarður við vakstrarhúsi og hugnaligari stein­lagdari gøtu, tilgjørdari á, sum rennur í ein hyl við springvatni. Har vaksa so nógvar rabarbur, at ofta komst tú í neyð av teimum. Altíð var hurðin opin. Eg minnist einaferð eg hevði verið og spælt fótbólt í Hvalba og avloysaraskipið hjá Smyrli hevði trupulleikar við bilportrinum, so vit sluppu ikki norð­aftur til Havnar, tá avgjørdu vit 14 mans, at koyra til Vágs fyri at vita um til bar at fáa innivist. Og sjálvandi var tað eingin trupulleiki. Ikki nokk við tí, men so hevði tú sanni­ liga syrgt fyri morgunmati til okk­um allar klokkan 9 morgunin eftir. Hetta lýsir teg so sera væl. Tú dámdi sera væl at verða saman við fólki og tú gjørdi altíð tað eyka fyri at øll skuldi føla seg væl. Tú var so lætt­ur at verða góður við. Tú fall væl til í Vági og nýtti tú eisini nógva tíð saman við vin­ monn­unum í grannalagnum. Til dømis tá tú fylti 65 ár. Tú hevđi verið í Havn eitt ørindi, og tá tú kom suðuraftur var húsið ruddað, støv­súgvað og vaskað. Allur mat­ urin var eisini klárur, so tú mangl­ aði bara at vaska tær. Nógvar sera góðar jóansøkur hava vit havt í húsunum í Vági, har hurðin altíð stóð opin fyri okkum og okkara vin­fólkum. Mangan vóru vit sera nógv vinfólk, og tú dámdi tað so sera væl at gera mat og hugna um okkum og okkara vin­fólk. Títt lætta lyndi fall væl saman við okkara unga sinni. Tað verður ein løgin kensla, at vit nú skulu halda jóansøku uttan teg komandi ár. Skrivað stendur, at gev og tær skal verða givið. Og sanniliga gav tú nógv. Og eigur tú eitt heilt serligt pláss í okkara hjarta. Tú stórtreivst í Vági og tú stór­ treivst í urtagarðinum. Vitandi at tú andaðist meðan tú gjørdi tað tær dámdi best, er okkum ein uggi í sorg­ini og sakninum. Arne, Uni og Rói Til minnis um svágin og vinmann mín, Leo Clothier Var tú til, og sá meg skriva tað eg fari at skriva, hevði tú uttan iva sagt okkurt. Men, eg skrivi, tú er ikki, og vit eru nógv, ið sakna teg, innarliga. Tú komst inn í lív mítt tá eg var 15, varð forlovaður við systur mínari Fróðu tá. Tað var sum at fáa ein stórabeiggja. Var annars vanur við, at kvinnurnar settu dagskránna, tí mennirnir antin vóru á sjónum ella til arbeiðis. Tað var gott at møta tær. Ferðirnar á floti, túrurin til Skotlands, ið endaði í Leirwick við deksbáti okkara Álkuni eru gull verdar. Minnist ferðina tú og eg og Marius, vinmaður tín, høvdu verið við báti tykkara Kinnfelli suð­uri úr Borðuni, fekk tá mín fyrsta kalva. Á veg inn fingu vit harð­an mótstreym. Men ein góður mot­orur saman við tveimum maskin­monn­ um kláraði túrin. Báturin varð seinni tykkara, hjá pápa mínum og tær, Álkan. Minnist teg eisini sum ein, ið bjóðaði av, fanst teg ikki í nøkrum. Haldi vit hava havt nakrar haðrar orðadystur, men altíð kunnað verið saman. Tí nærleiki og samleiki var og er týdningarmiklari enn tilvild­ ar­lig politiskt telving – vóru vit samdir um. Haruskjótingin í Norðasta Haga saman við Eyðuni Waagstein og Pálli í Dalsgarði eru søgur fyri seg, og soleiðis hugsi eg teg mangan: nógvar góðar og mennandi uppliv­ ingar. Ikki minst fyrstu ferð eg skeyt haru saman við tær í Norða­ dali. Minnist teg eisini sum um­sorg­ arnarfullan ikki bert í mun til tíni børn, eisini míni og til tað, ið hevur týdning fyri okkum øll. Hugsi um túrarnar niðan á Ljósávatn, fiski­túrar við Álku og Mars. Og so royndu vit í felag at fáa eina skila­ góða loysn í sb. við molan í Havn, men har rukku vit ikki. Minnist teg sum ein saman­sett­ an, heitan og avbjóðandi persón, ið hevur havt stóran týdning fyri mítt lív. Takk fyri at tú var til. Tú og Fróða tordu at ganga tykk­ ara egnu leiðir, lívið í Danmark og í Svøríki ber prógv um tað. Men ikki minst tíðin aftaná í Føroyum har fyri­tøka tykkara varð bygd upp. Tú hevur altíð verið ein góður við- og mótspælari, eisini seinastu árini tá ið sjúka kom á teg. Eg sakni teg. Hvíl í friði har tú er. Heri Kragesteen MINNINGARORÐ Tommy Oydis Leygardagin 14. Juli 2018, giftast Oydis Petersen og Tommy Næs Djurhuus, Tórshavn. Vígslan verður í Horne Kirke, DK-5600 Faaborg kl.14. Móttøka verður aftaná kl.15, har familja, vinir og kenningar eru vælkomin. Tey, ið ynskja at halda dagin saman við okkum, kunnu tekna seg við at boða frá, í seinasta lagi 25. november 2017, við at boða frá, í seinasta lagi 25. november 2017, á tpost: wedding@alphatravel.fo , tlf. 222625 Oydis ella tlf. 210375 Tommy.