Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-14, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. november 2017síða 22

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. november 2017 · Nr. 133 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Um vikuskiftið verður stóra tiktakið “Burn Showdown”. Tað eru 14 kappingingar í stryki og fitness upp á tveir dagar í høllini á Hálsi. Nú er skráin klár og vit hyggja nærri at kappingunum og luttakarunum Burn Showdown: Tróndur Arge Níggju nýggjar kappingar, har í millum Føroya sterkasta kvinna og boksing við føroyskum luttakarum, eru millum kappingarnar, ið verður til nýggja tiltakið – Showdown. Til samans verða 14 ymiskar kappingar við fitness og styrki. – Ein av fyrimyndunum er Arnold Schwarzenegger og hansara Arnold Classic, sigur Jákup Súni Berg Fyrimyndin er Arnold Schwarzenegger Høvðusfyriskipari er Jákup Súni Berg. Hann hevur sjálvur luttikið í Føroya sterkasti maður og hevur seinnu árini eisini verið fyriskipari av fleiri tiltøkum. Nú er hann høvðusskipari fyri Showdown, sum hann ætlar skal veksa seg til ein altjóða virda kapping. - Fyrimyndin er Arnhold Classic. Vit koma aldrin at kunna røkka tí stignum, men vit tráa eftir at blíva tað í norðurlondum, og brúka teirra standard sum fyrimynd. Tað er ein kapp­ing, sum øll vilja luttaka í og tá tú vinnur hana, so er tað eitt góðsku­stempul, sigur Jákup Súni Berg. Hann hevur seinastu árini arbeitt við at fáa venjingar­mið­støð­ ina Burn, at koyra. Tað er eisini ein partur av øllum samanhanginum, tí Showdown verður ein plllur har ítróttargreinar, sum hava við styrki, krops­ligan vakurleika og annars venj­ing at gera. - Burn hevur eina hugsan um, at skapa karmar til allar fitness ítróttargreinarnar, sum eru. Fyrr hevur tað mangan verið í óskipað­ um virðurskiftum. Nú ynskja vit at skapa ein pall, har fólk koma at hyggja, sigur fyriskiparin og leggur afturat: - Eitt mál er at fáa altjoða góð­ kendar dómarar til at døma, og fylgja altjóða reglum. Í so máta verður alt lagt í eina fasta legu og kemur at lúka altjóða krøv. Vit sum venjingarstøð kunnu ikki standa fyri øllum ítróttargreinunum, men vit ynskja at bjóða øllum við, sigur Jákup Súni Berg. Hann sigur eisini, at hetta er ein tanki, sum hann hevur havt í longri tíð og at tíðin nú er røtt at fara í gongd við tiltakið, sum skal seta Føroyar á altjóða fitnsskortið. Eg ynski at seta Showdown á altjóða fitnesskortið, tá yrkis­ kappingarnar innan fitness, strongman og líkanndi kappingar eru. Nógv av hesum hava hava ávís­ar kapppingar, sum tey luttaka í gjøgnum eitt ár. Eg ynski, at Show­ down er ein av kappingnum, sum tey skriva fyrst í kalendaran, sigur Jákup Súni Berg. Hann leggur afturat, at tað verður stórur dentur lagdur á, at allar kappingarnar á tiltakinum eru fyriskiparaðar á altjóða høgum stigi. Tí verða verða altjóða reglu­ gerðir eisini fylgdar og ynski er at fáa altjóða góðkendar dómarar til so nógvar kappingar sum til ber. Hetta er ein partur av dreymi­ num, men tað skal merkjast at kappingin er væl fyriskipað og tað skal verða gjørt ordiligt, sigur Jákup Súni Berg. Nú er luttakaralistin til flestu kapp­ingarnar klárur. Her er eitt yvir­lit yvir allar luttakararnar í hesum kappingunum. trondur@sosialurin.fo HER ERU LUTTAKARARNIR