týsdagur 14. november 2017síða 28
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. november 2017
4
Sosialurin
Hallur av Rana
hallur@sosialurin.fo
E
in av mest umrøddu føroysk
um bókunum í ár, er bókin um
fyrrverandi danska bankastjór
an Jørn Astrup Hansen, ið Páll
Holm Johannesen gav í heyst. Gjøgnum
fýra ár hevur Páll Holm Johannesen havt
samrøður við høvuðspersónin um hans
ara tíð í Føroyum, og úrslitið av teimum
samrøðunum er bókin, ið hevur fingið
heitið Astrup.
Hetta er ikki fyrsta bókin, ið Páll Holm
Johannesen hevur latið úr hondum um
føroysk samfelagsviðurskifti. Í 2007 rit
stjórnaði hann og Heini í Skorini bókina
Krossvegir, eitt essay-savn um átrúnað og
politikk í Føroyum, og í 2011 lat hann úr
hondum bókina Teir sóu reytt, ið var søg
an um ytsta vinstravongin undur kalda
krígnum, ið vildu kollvelta føroyska sam
felagið. Tað er eisini áhugin hjá rithøv
undanum fyri samfelagsviðurskiftum, ið
er upprunin til nýggju bókina.
- Eg haldi reint yvirskipað, at tað kem
ur alt ov lítið av tilfari út um nýggjari
samfelagssøgu ella um okkara samtíð.
Her hugsi eg millum annað um 80´ini,
kreppuna í 90´unum, fullveldisárini ella
00´ini. Her kundi verið skrivað eitt ótal av
bókum um ymisk áhugaverd viðurskifti
úr tíðini seinastu 30 árini, sigur Páll Holm
Johannesen, áðrenn hann greiðir frá, hví
hann valdi at skriva um Jørn Astrup Han
sen.
- Eg havi so valt eina søgu. Eina søgu
ígjøgnum eyguni á einum donskum
bankastjóra, sum hevur upplivað eitt
sindur seinastu 25 árini. Sum stjóri í teim
um størstu peningastovnunum í landin
um telist Jørn Astrup Hansen millum
máttmiklastu persónar í Føroyum tey
seinastu áratíggjuni. Hann var í mongum
leiki og var ofta eyðsýndur.
Rithøvundurin greiðir frá, at bókin
endurspeglar tíðina hjá Jørn Astrup Han
sen í Føroyum – úr hansara sjónarhorni.
Bókin umboðar hansara sjónarmið og
byggir á hansara persónligu upplivingar
og meiningar. Talan er sostatt ikki um
eina fullfíggjaða lýsing av teimum mongu
evnunum, sum umrødd verða í bókini,
men eitt persónligt íkast frá Astrup sjálv
um.
Kloyvdi tjóðina
Gjøgnum tey 25 árini, ið Jørn Astrup
Hansen hevur verið knýttur til Føroyar,
hevur hann javnan verið at sæð í almenna
rúminum og fjølmiðlum, har hann við
sínum bersøgnum viðmerkingum til
aktuell samfelagsviðurskifti mangan hev
ur vakt ans.
- Eg haldi, at hann er bæði virdur og
umstríddur í Føroyum. Og tað er ikki
bara í aktuella skattamálinum, at hann
tykist at kloyva ta føroysku fjøldina.
Tað gjørdi hann øll árini sum stjóri í Før
oya Banka. Hann flutti til Føroya í her
viligastu krepputíð fyrst í nítiárunum,
har hann var við til at rudda upp á fleiri
grundleggjandi økjum. Hesi árini var
hann eingin stjørna. Í sambandi við spar
ingar, niðurleggingar og uppsagnir varð
Jørn Astrup Hansen bæði róptur eirinda
leysur og einaráðandi, sigur Páll Holm
Johannesen, og leggur afturat, at heldur
ikki vinnulívsfólk vóru serliga fegin um
nýggja bankastjóran.
- Vinnulívinum setti hann eisini nógv
harðari treytir, enn tey vóru von við.
Fleiri fyritøkur og vinnulívsfólk kastaðu
honum fyri at vera órímiligur. Men hann
helt tað vera sera týdningarmikið at
leggja eina fasta kós og halda hana. Og
honum eydnaðist at venda fólkahugs
anini. Jørn Astrup Hansen bleiv millum
føroyingar til Astrup. Sum stjóri megnaði
hann bæði at endurreisa álitið á Føroya
Banka og at vinna bankanum eitt pláss
millum sterkastu bankarnar í kongarík
inum.
Byrjaði í 2013
Samstarvið millum rithøvundan og høv
uðspersón sá dagsins ljós í 2013, tá fyrr
nevndi vendi sær til Jørn Astrup Hansen
við einum fyrispurningi um eina bóka
verkætlan. Tað var hann, og hava teir
báðir síðan havt regluligar samrøður, ið
er grundarlagið fyri bókini.
- Í bókini minnist Jørn Astrup Han
sen millum annað aftur á, hvussu tað
var at vera nýggjur bankastjóri undir tí
umfatandi samfelagskreppuni í nítiár
unum. Hann minnist tey tungu tøkini at
endurreisa fiskivinnuna. Hann minnist
ta føroysku tøgnmentanina, hvussu tað
var at vera danskur bankastjóri undir
fullveldislandsstýrinum, tíðina í Búskap
arráðnum og ta óvæntaðu uppgávuna at
endurreisa Eik Banka. Nøkur evni vórðu
tilvitað sáldað frá. Hetta vóru í høv
uðsheitum evni, sum vórðu gjølla lýst
í bókini Føroyar og bankarnir í 100 ár,
sum Jørn Astrup Hansen og Jóan Pauli
Joensen skrivaðu í 2006, sigur Páll Holm
Johannesen.
Páll Holm Johannesen hevur skrivað
teir fyrstu tíggju kapitlarnar í bókini.
Tann síðsta kapittulin, sum er um skatta
málið hjá Eik Banka, hevur Jørn Astrup
Hansen sjálvur skrivað. Hetta kemst av,
at tað hevur verið torført hjá einum, sum
er uttanfyri, at koma fram at tí torgreidda
málinum. Handritið var eisini at kalla
liðugt, tá ið skattamálið hjá Eik Banka
byrjaði.
MAÐURIN
SUM
KLOYVDI
TJÓÐINA
365 daga umbýtingargaranti
Hevur tú keypt vøruna í Rit & Rák, og fingið umbýtingar
merkið á, kanst tú, um vøran er óskalað og í upprunaliga
pakningi, býta um í 365 dagar eftir, at vøran er keypt.