Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-14, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. november 2017síða 27

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mikudagur 15. november 2017 Sosialurin Pop-up-leikur: Skrímsalív Søgan um lítla skrímsl og Stóra Skrímsl. Lítla skrímsl fær vitjan og Stóra Skrímsl er keddur og øvundsjúkur. Teir leita eftir burturmistu skrímslakiskuni og reypa og klintra í trøum. Teir klandrast og gerast vinir aftur, tí eitt veruligt vinarlag tolir eitt sindur av hvørjum. Gunnvá Zachariasen leikstjórnar og Rakel Helmsdal spælir. Klubbaprísur: 50,- (keyp atgongumerki á bokaklubbin.fo) Prísur: 100,- (keyp atgongumerki á nlh.fo) Skrubbuskaðastovan Hevur skrubba ein heila? Kann hon fáa heilaskjálvta? Hvussu sær ein heili út og hvussu følist hann? Elsubeth M. Fossádal lækni, sum hevur skrivað bókina „Tá ið skrubban fekk heilaskjálvta”, greiður frá heilanum, hví vit hava hann, hvat hann ger og hví tað er umráðandi at ansa væl eftir honum. Og so sleppur tú at royna at nerta við ein næstan ordiligan heila! BÓKAKLUBBAN Vitja á Bókadøgunum Leygardagin og sunnudagin 25.-26. november 2017 í Norðurlandahúsinum BÓKAKLUBBIN bjóðar tær inn í ein spennandi og stuttligan heim við verkstovum, kappingum, upplestri og gandakendum upplivingum. Og sjálvandi eru nógv góð tilboð til limirnar. Tel. 313756 / 235776 bokaklubbin@bokaklubbin.fo Søgukrókurin hjá Tjóðpallinum Kom og hoyr søgur úr spennandi og stuttligu bókakistuni. Man tað vera ein søga tú kennir ella ein nýggj og forvitnislig søga, sum tú ongantíð hevur hoyrt áður? Søguforteljarar: Beinta Clothier og Hans Torgarð Teknistovan hjá Erlu Erla av Vollanum er ótrúlig, tá tað kemur til at tekna figurar úr animeraða heiminum. My Little Pony, The Fairly OddParents, Larva, Zig & Sharko, Frozen, Pokémon, Overwatch, LOL – ja, hon kennir teir allar! Á Bókadøgum fer hon at taka ímóti bíleggingum, so tú t.d. kanst fáa eina heilt serliga og persónliga ponytekning heim við. Eisini hevur hon gjørt ein lítlan tekniskúla, har tú kanst læra at tekna støvbollarnar hjá Puff í Píka7. Sunnudagin kl. 15.00 og 17.00 Leygardagin og sunnudagin kl. 14.00 og 16.00 Leygardagin og sunnudagin kl. 14.00 til 17.00 Leygardagin kl. 15.00 og kl. 16.30 í Høllini