týsdagur 14. november 2017síða 26
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. november 2017
2
Sosialurin
Vit hava lagt okkum eftir at gera eina mega góða
bók við lekkrum innihaldi, har vit kela fyri hvørjari
detalju. Og tað skal vera meira enn bara ein bók. Tað
skal vera ein uppliving at blaða gjøgnum bókina.
Hallur av Rana
hallur@sosialurin.fo
S
íðan 2004 hevur Kvinna ríkað
føroysku heimini við einum
ótali av lekkrum mat-, bindi- og
ítrivsuppskriftum, ið hava veitt
íblástur til mangan kvinnur, og sæst tað
eisini aftur í stovum, kakuborðum og
plaggum kring landið.
Tað munna tó neyvan vera nógvar
kvinnur, ið hava goymt allar uppskrift
irnar gjøgnum árini, men nú hava øll
møguleikan at ogna sær eina bók, ið hev
ur savnað tær bestu uppskriftirnar úr
blaðnum. Fyrr í mánaðinum gav Kvinna
nevniliga út bókina Løtan, ið er ein upp
skriftsbók við 148 uppskriftum til mat
gerð, binding og ítrív.
- Nógvar kvinnur dáma væl at gera
mat, binda, gera ymisk ítriv, hugna sær
saman við børnunum á jólum, og ígjøgn
um nógv ár hevur Kvinna havt eina ør
grynnu av mat-, bindi- og ítrívsuppskrift
um í blaðnum. Vit hildu tí, at tað var eitt
gott hugskot at savna eitt úrval av góðum
uppskriftum í eitt stað. Harumframt
ynsktu vit at gera nakað eyka, so vit bjóða
lesaranum nakrar nýggjar uppskriftir,
sum tey bara finna í hesi bókini, sigur
redaktiónin á Kvinnu um nýggju bókina.
Navnið á bókini endurspeglar tær
góðar løtur og minnir, ið redaktiónin á
Kvinnu vónar, at fólk fáa burturúr upp
skriftunum í bókini.
- Vit hava lagt okkum eftir at gera eina
mega góða bók við lekkrum innihaldi, har
vit kela fyri hvørjari detalju. Og tað skal
vera meira enn bara ein bók. Tað skal vera
ein uppliving at blaða gjøgnum bókina.
Tískil komu vit fram á navnið Løtan.
- Tað kann vera ein løtu í sofuni við
stokkunum. Tað kann vera løtan har tú
gert drekkamunn og kaku saman við vin
konuni. Ella løtan við hugnaligum fyri
reikingum til jólar saman við familjuni.
Hetta er ein fríløta, har tú setur teg niður,
blaðar ígjøgnum bókina og finnur okkurt
lekkurt. .
Bókin er serliga ætlað teimum, ið elska
at gera mat, binda ella gera ítriv, og sum
hava eina løtu fyri seg sjálva ella saman
við vinkonuni, mammuni, dóttrini og
ommuni.
LØTAN
– meira enn ein bók
Bókin sum setir
kvinnurnar
á breddan
Í bókini fær lesarin innlit í lívið hjá tjúgu
kvinnum, ið allar hava tað til felags, at tær
hava livað og virkað í føroyska samfelagnum í
20. øld og eru føddar millum 1890 til 1932
Hallur av Rana
hallur@sosialurin.fo
V
anliga tá bøkur verða skrivaðar
um hvussu grundarlagið bleiv
lagt fyri tað samfelag, ið vit
njóta ágóðarnar av í dag, verð
ur útgangsstøði tikið í avrikunum hjá
monnum, ið hava virkað á landi og á sjógvi.
Við bókini Tær bygdu land roynir Óli Jacob
sen einsamallur at rætta upp á hendan
skeivleika í føroyskari bókmentasøgu.
Í bókini fær lesarin innlit í lívið hjá
tjúgu kvinnum, ið allar hava tað til felags,
at tær hava livað og virkað í føroyska sam
felagnum í 20. øld og eru føddar millum
1890 til 1932. Bókin er lýsingin av føroyska
gerandisdegnum í 20. øld sæð frá sjónar
horninum hjá hesum kvinnum, ið búsettust
kring alt landið.
Bókin er eitt úrslit av drúgvu greinaskriv
ingini hjá Óla Jacobsen í fyrst FF-blaðnum
og síðan í Sosialinum í tíðarskeiðinum 2002
til 2017. Flestu søgurnar eru úrslit av sam
røðum, ið rithøvundurin hevur havt við
kvinnurnar, men er onkur søgur eisini ímill
um, ið er grundað á niðurskrivaðar frásagn
ir, ið Óli Jacobsen hevur fingið innlit í.
Í fororðinum til bókina skrivar rithøv
undurin, at hetta er søgan um tí ókendu
kvinnuna.
- Hon hevur havt ein ógvuligan stóran
týdning í samfelagnum. Menninir vóru
til skips ella høvdu annað útiarbeiði. Kon
urnar vóru heima og høvdu ábyrgdina av
húsarhaldinum. Hetta var í sær sjálvum ein
stór avbjóðing, ikki minst sum tíðirnar hava
verið fyrr. Tað hevur eisini verið hugtakandi
at hoyra frá kvinnunum sjálvum, hvørjar av
bjóðingar tær høvdu, skrivar Óli Jacobsen.
Kvinnurnar, ið eru við í bókini, eru Mat
hilda Jacobsen, Lisa Jacobsen, Anna Ask
ham, Johanna Mathea Skaale, Dora Nielsen,
Johanna í Pálshúsi, Brynhild Absalonsen,
Marin Skipanes, Dinnafía Ferjá, Ása Michel
sen, Hensia Jacobsen, Anna á Váli, Mathilda
Jacobsen, Gerda Einsarsson, Jonny Lam
hauge, Ásla Kjærbæk, Naena Danielsen,
Maria Hansen, Jovina Højgaard og Hervør
Djurhuus.