týsdagur 14. november 2017síða 32
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. november 2017
8
Sosialurin
M
yndlistarliga hava bøkurnar
hjá Edwardi Fuglø ein eyð
kendan stíl, og bøkurnar
hava eitt afturvendandi
snið. Tær eru 31x22 cm til støddar og hava
somu uppseting við teksti á vinstru síðu
og mynd á høgru.
Litirnir eru í nógvum førum myrkir og
mettaðir, men tað káma, fínliga og bjarta
spælir altíð upp ímóti. Litsamansetingin
er spenningsfull og sansalig. Myndevnini
eru altíð figurativ og lýsa neyvt høvuðs
hendingar í tekstinum, hóast teksturin
tó sigur frá meiri enn tí, sum rúmast í
myndunum. Í støðum leggja myndirnar
tó eisini okkurt afturat frásøgnini, sum
ikki er í tekstinum.
Í bókunum eru nógvir smálutir, smáar
skreytmyndir og mynstur, sum prýða og
eru við til at pallseta rammurnar í søguni.
Myndirnar eru í stóran mun heildar- ella
totalmyndir, sum vísa persónar í fullari
stødd og ein part av umhvørvinum.
Myndirnar eru listarligar og poetiskar,
tekstirnir eru samansettir, og hvørki
myndir ella tekstir undirmeta lesaran.
Søgurnar
Navnið á gomlu konuni í tí fyrstu bókini,
sum kom út, Apollonia (2007), er ikki langt
frá navninum á grikska skaldagudinum
Apollon. Hon elskar tann klassiska skald
skapin, men hon hevur eisini tikið eyð
kennini hjá honum til sín: tann stranga
formin og tamarhaldið. Men tá hon trínur
inn í leikirnar hjá Shakespeare, sleppur
Apollonia tamarhaldinum og blómar sum
ein onnur Dionysa.
Janus er ein stjørna (2009) hevur ein
klassiskan dám, tí hon spælir við tær
stóru episku og mýtologisku sjangr
urnar. Hetta er ein bók, sum á elegant
an og óbeinleiðis hátt nertir við deyð
an. Vampýrella (2011) er ein original og
spennandi barnaræðusøga um tann
áringin úr sjónarhorninum hjá barnin
um. Poetikus (2012) snýr seg um einsemi
og at vera øðrvísi. Men søgan er ikki
svartskygd, tí í teirri ósannlíku trioini
millum serskøltin, havfrúnna og pappa
geykin tekur ein lítil oasa skap við fiól
spæli, sangi og gleði.
Í SimmSalaBimm (2014) verður ein
keðiligur regndagur knappliga fullur í
gandi. Kaspar keðir seg illa, fer upp á ov
astaloft og finnur gandastavin Timmil
imm, sum hevur andlit og mannamál.
Enska tiltakið idle hands are the devil’s
plaything rennur lesaranum í hug, tí nú
kveikist ein neisti í Kaspari, og ruðuleikin
byrjar.
Tað yvirnatúrliga brýtur
Bøkurnar hava allar ein yvirskipaðan
bygnað í felag, sum er, at tað yvirnatúr
liga brýtur inn í tilveruna hjá søgu
persónunum.
Yvirnatúrligir
heimar
við mýtologiskum verum, skaldskapi,
tónleiki og gandi taka seg upp, og søgu
persónarnir verða tá noyddir at taka av
avbjóðingum, vísa dirvi og at nýta sínar
kreativu eginleikar. Hesin gjøgnumgang
andi bygnaðurin verður tó pallsettur á
ymiskan hátt, tí sambondini millum tann
veruliga heimin og ein annan heim eru
ymisk.
Í Apollonia og Vampýrella er tað yvir
natúrliga bara ein dreymur. Í Poetikus
renna tann veruligi heimurin og tað yvir
náturliga saman til ein nýggjan veruleika.
Í Janus er ein stjørna verður Janus ver
andi í tí yvirnatúrliga heiminum. Í Simm
SalaBimm hvørvur gandurin brádliga,
men ein feril av gandinum hongur eftir.
Í Gloria og Soria Moria fylgja lutir úr tí
yvirnáturliga heiminum við inn í tann
veruliga.
Bøkurnar spæla við ta fantastisku
sjangruna, furðuna, og tær lata markið
ímillum dreym, gand og veruleika vera
ógreitt. Við bygnaðinum fylgir eitt tema,
sum snýr seg um at hava skapanarhug og
dirvi, sum undir teimum røttu – magisku
– umstøðunum sleppa at blóma. Skap
an og list hava ein sentralan leiklut í rit
verkinum, og talan er um alskyns list sum
skaldskap, myndlist, tónlist, leiklist um
framt gand og sirkusframførslur. Søgur
nar verða flættaðar saman við leikrit eftir
William Shakespeare, grikska og norrøna
mýtologi og ævintýr. Bøkurnar sipa til
persónar og hendingar í hvørjum øðrum,
og ritverkið byggir soleiðis spakuliga ein
lítlan alheim, har tað ótrúliga í heilum ger
innrás.
Gloria og Soria Moria
Í nýggjastu bókini Gloria og Soria Moria
droymir Gloria um at vera sirkusgenta, og
tá hon hoppar á trampolinini í garðinum
hjá abbanum, loypur hon inn í ein eksot
iskan heim. Sandslottið Soria Moria og
drotningin Fatamorgana hava brúk fyri
hjálp, og við kynstrum og dirvi megnar
Gloria at bjarga teimum.
Bókin byggir á drøg úr einum norskum
ævintýri um tað hvørvandi slottið Soria
Moria, men Edward Fuglø broytir bæði
staðseting og innihald og skrivar eina
nýggja søgu. Málið verður drigið fram á
ein skemtiligan hátt, og ein millumtekst
lig heilsan tykist at vera til Tårnet ved
verdens ende hjá Williami Heinesen, har
tulipanir og hyasintir verða til sintipanir
og tulihyir, tí Gloria møtir eitt nú giramel
um og tikopardum á síni ferð.
Tann eksotiski heimurin verður mál
aður fram við intensum og frískligum lit
um, sum eisini kámast til fínligar pastell
litir. Samansetingin av tí heita ljósareyða
litinum og teimum svalligu bláu og grønu
er ógvuliga sansalig. Tann hvíti liturin
verður nýttur á ein hátt, sum ger, at
myndirnar tykjast at glógva og glitra, eitt
nú á permuni, har Gloria sveiggjar oman
fyri Soria Moria.
Á síðstu myndasíðuni sæst, at spá
maðurin Oligar er abbi Gloriu, men hetta
verður ikki nevnt í tekstinum. Hetta legg
ur upp til, at vit sum lesarar enn einaferð
ivast og undrast. Markið millum tað
veruliga og óveruliga er alt annað enn
greitt, og tað er júst soleiðis, tað skal vera.
TAÐ ÓTRÚLIGA GER INNRÁS
Seinastu tíggju árini hevur Edward Fuglø við jøvnum millumbili givið út barnabøkur, sum hann
bæði hevur skrivað og myndprýtt, og nú er tann sætta bókin Gloria og Soria Moria júst útkomin
á Bókadeild Føroya Lærarafelags. Í bókunum sameinir fjøllistamaðurin myndlistina og orðlistina
til hugtakandi og poetiskar søguheimar, har listin – við øllum sínum fjølbroytni - fær rúm
Gloria og Soria Moria
EDWARD FUGLØ
Edward Fuglø, listamaður
og rithøvundur.
Sætta myndabókin eftir Edward Fuglø,
Gloria og Soria Moria, júst útkomin
á Bókadeild Føroya Lærarafelags.
SKAKANDI
TILBURÐIR 12
Eftir John Myllhamar
14 spennandi frásagnir úr øllum landinum.
Bókin er 140 blaðsíður,
KOSTNAÐUR KR. 250,-
Nógvar myndir og tekningar, sum lýsa
dramatisku løtuna, tá tað hendi.
Útgevari er: Føroya Met.