Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-14, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. november 2017síða 37

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 15. november 2017 Sosialurin Fagna bókmentir í tríggjar dagar Yvir 30 ymisk tiltøk eru á skránni á Bókadøgunum, tá ymiskir partar av føroysku bókmentaheiminum fylla Norðurlandahúsinum við tí besta, ið Føroyar og Norðurlond hava at bjóða innan tað skrivaða orðið. F øroyskar og norðurlendskar bók­ mentir vera í hásæti, tá Norður­ landa­húsið, Rit­høv­unda­felagið og føroyska út­gávu­feløg­ini í felag skipa fyri Bókadøgunum 2017. Ráð­ stevn­an verður hildin í Norð­ur­landa­hús­ in­um í døgunum 24. - 26. november. Bókadagarnir 2017 er eitt alment tiltak, ið umfatar framsýningar, kjaktiltøk, bóka­ sølu, verksmiðjur, konsert, virðislønir og mangt annað, ið skal vekja áhugan hjá teimum vitjandi fyri bókmentum Yvir 30 ymisk tiltøk eru á skránni á Bókadøgunum, tá ymiskir partar av før­ oysku bókmentaheiminum fylla Norður­ landahúsinum við tí besta, ið Føroyar og Norðurlond hava at bjóða innan tað skrivaða orðið. Tað besta av Norðurlondum Leygardagin 25. november fáa føroyingar høvi at uppliva nakað av tí besta innan norðurlendskar bókmentir síðsta árið, tá Norðurlandahúsið skipar fyri einum tiltaki við fýra av rithøvundunum, ið vórðu tilnevnd til Bókmentavirðisløn Norð­urlandaráðsins 2017. Tey fýra koma at tosa um bøkurnar, ið blivu mettar at vera millum tað besta, ið Norðurlond høvdu at bjóða í 2017. Bergur Djurhuus Hansen er vertur fyri tiltakið og eru luttakandi rithøvundarnir danin Kirsten Thorup, ið vann Bókmenta­ virðisløn Norðurlandaráðsins í ár fyri Erindring om kærligheden, íslendarin Guðmundur Andri Thorsson, ið varð tilnevndur fyri bókina Og svo tjöllum við okkur í rallið: bókin um Thor, norska Vigdis Hjort, ið varð tilnevnd fyri bók­ ina Arv og Miljø, og føroyska Sissal Kamp­mann, ið varð tilnevnd fyri bókina Sunnu­dagsland. Tora vit nóg væl Millum áhugaverdu kjaktiltøkunum, ið verða hesar dagarnar, er eitt tiltak hjá Bókadeild Føroya Lærarafealgs, ið snýr seg um vit tora nóg væl at seta orð á trupul og torfør evnir í barna- og ung­ dómsbókum. Evnir sum sjálvmorð, blóð­ skemd, harðskapur, kynslív, sjúka, deyði, eting­arólag, politisk evni, brek og sjálar­ sjúka. Til tiltakið fara Henrietta Arge Jacob­sen (bókmentafrøðingur), Rakel Helmsdal (rithøvundur), Marna Jacobsen (BFL), Elin Reinert Planck (Kvinnuhúsið), Oddvør Poulsen (Berin) og Kathrina Lindenskov Holm (Sálarfrøðistovan) at umrøða hend­an spurning. Eitt serligt tiltak verður eisini fríggja­ dagin 24. november, tá Norðurlandahúsið í Føroyum og Fróðskaparsetur Føroya skipa fyri tiltakinum Um allar gáttir. Tal­ an er um ein dag um málandi skaldið og yrkjandi myndlistamannin Tórodd Poul­ sen, ið fyllir trýss ár. Í tí sambandinum verður skipað fyri sjey fyrilestrum, ið greiða gestunum frá um Tórodd Poulsen og hansara yrkisleið innan listina. Skrímsalív og skrubbuskaðastova Fleiri tiltøk eru á skránni, ið serliga venda sær til yngru ættarliðini. Tjóðpallurin hevur ein søgukrók, har børn kunna koma og hoyra kendar føroyskar sjónleikarar fortelja spennandi og stuttligar søgur úr bókakistuni, og so kunna tey smáu eisini vitja skrubbuskaðastovuna, har Elsebeth M. Fossádal, lækni, fer at greiða frá heil­ anum, hví vit hava hann, hvat hann ger og hví tað er umráðandi at ansa væl eftir honum. Møguleikin verður eisini at síggja Rakel Helmsdal í pop-up-leikinum um Lítla skrímsl og Stóra skrímsl, og hvussu eitt veru­ligt vinalag tolir eitt sind­ur av hvørj­um. Gunnvá Zachariasen leik­stjórn­ ar og Rakel Helmsdal spælir. Endabrestur við Moddi Bókadagarnir enda við einum braki, tá viðurkendi norski sangarin Moddi fer á pall í Norðurlandahúsinum sunnu­ kvøldið. Hetta kvøldið fer Moodi at fram­ føra nøkur løg av útgávuni “Unsongs: For­ bidd­en Stories”. Tónleikurin hjá Moddi er ein saman­ renn­ing av fólkatónleiki og poppi, tó Moddi sjálvur sigur seg at vera sangara og søgusigara. Moddi er serliga kendur fyri sínar tulkingar og umsetingar av kend­ um sangum hjá m.a. Vashti Bunyan, Kate Bush og Pussy Riot. Unsongs er ein savning av sangum, ið allir hava tað til felags, at teir í onkr­um tíðarskeiði hava verið bannaðir, senur­ eraðir ella doyvdir. Moddi hevur tikið hesar sangir til sín, tulkað teir og givið teimum nýtt lív. Bílegg danskar og enskar bøkur í Rit & Rák Skjótt, bíligt og ómakaleyst ritograk@ritograk.fo