týsdagur 14. november 2017síða 38
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. november 2017
14
Sosialurin
TORA OG
DUGA VIT AT
SETA ORÐ Á?
Sjálvmorð, blóðskemd, harðskapur, kynslív, sjúka,
deyði, etingarólag, politisk evni, brek og sálarsjúka.
Tora vit nóg væl at seta orð á hesi truplu og torføru
evni í barna- og ungdómsbókum – og duga vit?
Á
Bókadøgunum
leygardagin
25. november klokkan 13 fer
Bókadeild Føroya Lærarafel
ags at brúka ein tíma at seta
bókmentafrøðingi, rithøvundi, ritstjóra
og serfrøðingum henda spurning og tosa
um bókina sum miðil og amboð og kjakast
um í hvønn mun, vit kunnu og skulu seta
orð á.
Bókatímin er í tveimum pørtum. Fyrri
parturin er tann bókmentaligi parturin,
meðan seinni parturin er innspark frá
felagsskapum, ið arbeiða millum fólk, ið
hava eitthvørt tungt at bera. Snúnings
ásin er tó tann sami: Hvussu kann bókin
vera ein hjálpari?
Marna Jacobsen, ritstjóri, hevur eina
framløgu um bøkur, ið viðgera tung/tabu
evni, sum eru komnar út á Bókadeildini
seinastu 30 árini, har talið av slíkum bók
um er vaksandi seinastu árini.
Henrietta Arge Jacobsen, sum hevur
MA í føroyskum, fer at greiða frá um tílík
ar bøkur í breiðari høpi. Henrietta hevur
í ár hildið masterfyrilesturin Trupul og
tung evni í myndabókum fyri børn. Eitt
norðurlendskt rák eftir 2000.
Rakel helmsdal, rithøvundur, fer at
tosa um bókina, Hon, sum róði eftir æla
boganum, sum m.a. viðger seksualitet:
Hvør eri eg? Kann eg vera hugtikin av
báðum kynum ella er tað so trupult, at
eg verði trýst út í tankar um sjálvmorð?
Bókin var í uppsktoti til Norðurlendsku
barna- og ungdómsbókmentaprísin í ár.
Kathrina Lindenskov Holm, sálar
frøðingur greiðir frá og hugleiðir um,
hvussu bøkur, tekstir ella tað at skriva
kann hjálpa børnum og ungum, sum hava
ymiskar trupulleikar. Eru barnabøkur
amboð, sum verða nýtt í sálarfrøðiligari
viðgerð?
Í 2011 gav Kvinnuhúsið út eina ævin
týreskju, har trý ævintýr eru fyri børn,
sum hava verið vitni til harðskap í familj
uni. Hon er ætlað børnum, sum koma
við mammum sínum í Kvinnuhúsið.
Elin Reinert Planck fer at tosa um sínar
royndir í Kvinnuhúsinum við børnum, og
um Ævintýreskjan ger nakran mun eftir
hennara tykki.
Berin er felagsskapur, sum er settur á
stovn í 2002 við tí endamáli at skipa fyri
sorgarbólkum fyri børnum og ungum,
sum hava mist ein av sínum næstringum.
Oddvør Poulsen fer at greiða frá, hví
Berin eggjar børnum til at skriva sínar
søgur, yrkingar o.a, og at hugleiða um,
hvussu skrift og tekstir, kanska ávísar
barnabøkur, kunnu vera amboð, sum
hjálpa, tá talan er um sorg hjá børnum og
ungum.
Aftaná framløgurnar verður høvi at
skifta orð um spurningarnar. Gitte Klein,
master í positivari sálarfrøði, fer at leiða
orðaskiftið.
E
in fiskibátur, ovurfyltur við
flóttafólki, hvølvist í Miðjarð
arhavinum. Umborð á bátinum
er gentan Amina, sum druknar
saman við øllum hinum umborð. Meðan
hon søkkur, verður hennara stutta lívs
søga søgd í flashbacks eins og á filmi. Í
skiftandi litum og ljósi verður klipt aftur
og fram millum fortíð og nútíð. Millum
brúna kríggið í Sýria og myrknandi blá
dýpið. Amina minnist, hvussu hon flýddi
gjøgnum krígsherjaða Sýria saman við
pápabeiggjanum, sum fær bjargar henni
umborð á bátin, men sjálvur má standa
eftir. Hon minnist hvussu hon elskaði
at spæla gamla sýriska krígsdrotningin
Zenobia.
“Zenobia er ein rørandi frásøgn um
kríggj, undirgang og djúpasta meingsloysi.
Tá sakleysa barnið, Amina, druknar á ferð
síni til tryggleika og frælsi, fær Zenobia
okkum at hugsa og setir lív okkara í
perspektiv. Lat okkum læra av Zenobiu
og gera okkara fyri at bjarga børnum sum
Aminu.” – Jóannes Eidesgaard, formaður í
Reyða Krossi Føroya
Rithøvundin Morten Dürr og teknarin
Lars Hornemann hava við ‘Zenobia’ megnað,
við fáum orðum og sterkum myndum, at
siga eina kensluborna og rúnarbindandi
søgu.
“Eg eri fullkomiliga málleys av hesi
bók. Fantastisk, sjálvdan havi eg verið so
rørd av eini bók. Ongantíð haldi eg.” - Lív
Patursson, virkandi aðalskrivari í Amn
esty Føroya Deild
Í sambandi við bókina fekk Morten
Dürr
PLCP-virðislønina
(Pædagogisk
Lærings Center Pris) fyri sítt virksemi
sum rithøvundi.
ZENOBIA
– ein rørandi teknisøga um borgarakríggið í Sýria
Zenobia eftir Morten Dürr og Lars Horneman. Bókin er 100
síður, innbundin og kostar 98,- í bókahandlunum.