Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-14, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. november 2017síða 47

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mikudagur 15. november 2017 Sosialurin Tekstbøkur 10+ Bókadeild Føroya Lærarafelags Moni Nilsson TSATSIKI OG OLIVINKRÍGGIÐ Tsatsiki og Alva verða vinir. Alva hevur nógv góð huskot og er ikki bangin fyri nøkrum. Men tá ið Per Hammar (Hamarin) knappliga kemur, verður galið. Tí kanst tú hava fleiri bestu vinir? 224 s./heft 140,- Parvela/ Sortland /Pitkänen KEPLER62 -1+2 Kepler62 er ein nýggj spenningsrøð eftir rithøvundarnar Bjørn Sortland og Timo Parvela. Teir skriva aðruhvørja bók. Pasi Pitkänen hevur myndprýtt. Øll vilja hava telduspælið Kepler62. Tað ganga søgur um, at tey fáu sum hava klárað spælið, verða tikin av einum loyniligum felagskapi, og at tey skulu ferðast til eina ókenda eksogongustjørnu. Er tað sannheit? Ella hevur einræðisstjórnin heilt aðrar ætlanir? 130 s./heft 148,- hvør Larsson/Korsell PAX 7 - PESTAN Fleiri og fleiri í Mariefred leggjast sjúk við løgnum sjúkueyðkennum. Er tað Pestan, sum er komin? Familjan hjá Alva og Viggo verða eisini rakt og tey verða drigin inn í eitt stríð móti klokkuni fyri at finna eina loysn. Pestan er sjeyndi partur í PAX-røðini. 196 s./heft 130,- R. J. Palacio UNDUR Í grundini er Auggie bara ein vanligur drongur við einum heilt serligum andliti. Men kann hann sannføra sínar nýggju floksfelagar, at hann er akkurát sum teir, uttan mun til hvussu hann sær út? 316 s./heft 248,- Pullman/Fordham UPPLIVINGARNAR HJÁ JOHN BLAKE: GÁTAN UM SPØKILISISSKIPIÐ Eitt illveður rakar eitt lítið seglskip við eini familju umborð, og unga gentan fer fyri borð. John Blake kavar eftir henni og fær hana umborð á sonevnda spøkilsisskipið … 127 s./innbundin 228,- Bobbie Peers KRYPTALPORTALURIN. WILLIAM WENTON 2 William er aftur á Læristovninum. Her er alt øðrvísi, portursbann og vaktir allastaðni. So fer ymiskt løgið at henda. Hví fær William hesi sterku herðindini? Og hvør er hesin myrki skapningurin, sum roynir at koma í samband við hann? Alt førir fram ímóti kryptalportalinum.  268 s./innbundin 160,- Rowling/Kay HARRY POTTER OG FANGIN ÚR AZKABAN Í sínum triðja ári í Hogwarts elta tekin um deyða Harry, meðan hann fær alt meira at vita um sína fortíð og kemur at standa andlit til andlits við ein av trúgvastu viðhaldsfólknum hjá Myrkursins Harra ... Hetta er triðja myndprýdda útgávan av gandakendu klassikarunum hjá J. K. Rowling. 328 s./innbundin við lesibandi og leysakápu 349,- Rowling/Gill UNDURSOM DÝR OG HAR TEY ERU Rannsaka tey villu undrini í gandaverðini hjá Harry Potter í hesum stásiliga verki um gandadjór, sum víða gitni gandadjórafrøðingurin, Newt Scamander, hevur greitt úr hondum. 138 s./innbundin við lesibandi og leysakápu 248,- Dürr/Horneman ZENOBIA Søgan um foreldraleysu gentuna Aminu, sum flýggjar undan krígnum í Sýria. Ein nemandi grafisk skaldsøga um flóttafólk. 138 s./innbundin 98,-