týsdagur 14. november 2017síða 48
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. november 2017
24
Sosialurin
Ung
Bókadeild Føroya Lærarafelags
Sally Gardner
ELDFØRIÐ
Ein ungur soldatur, ein fongslað prinsessa,
heksir, úlvar og Deyðin ganga hond í hond í
hesi framúrskarandi bókini eftir heiðurslønta
rithøvundan Sally Gardner. Íblásturin
til søguna hevur hon fingið úr kenda
ævintýrinum hjá H. C. Andersen Eldførið.
264 s./heft
165,-
Anders Johansen
HOLIÐ
Ein tunnil skal sprongjast ígjøgnum fjallið
og binda ta avbyrgdu bygdina Fjallavík
saman við restina av landinum. Men hvat
kemur burtur úr tí svarta tunnilsholinum?
Framburður og vælferð, lova politikararnir.
Synd og ógudiligheit, ávarar pápi Dávid við
Bíbliuni í hond, alt meðan tey ungu í bygdini
gleða seg og bjóða framtíðini vælkomnari.
256 s./heft
220,-
William Sutcliffe
MÚRURIN
Øll hesumegin múrin, har Josva býr, vita eitt:
múrurin ger, at tú kennir teg tryggan. Og tú
mást ikki fara yvir á hina síðuna. Tá Josva
kemur fram á loyniliga tunnilin, ið fer allan
vegin inn undir múrin og yvir á forboðið øki,
broytist lív hansara fullkomiliga.
304 s./heft
224,-
Sally Gardner
MAÐKAMÁNI
Øll fólk verða stýrd av einum ræðslustýri,
kallað Móðurlandið. Men tann orðblindi
Standish sær heimin við øðrvísi eygum, enn
tey flestu gera. Hann er ein djarvur drongur,
sum ikki trýr øllum, sum verður sagt. Og so
torir hann at standa við tað.
304 s./heft
248,-
Sara Kadefors
BILLIE. FRÁFERÐ 9:42 TIL NÝGGJA
LÍVIÐ
Okkurt løgið ER við hesari prestafamiljuni
í Búkróki, tað er so kalt inni, og øll eru so
álvarsom og Billie er forvitin. Men hvat er tað,
hendan familjan bølir yvir?
176 s./heft
150,-
ALT, SUM TELUR
Vinkonan Petru, Melika, er flóttafólk og saknar
beiggja sín, sum kanska er heimsborgari. Petra
setur sær tí fyri at brúka gandakendar tankar til at
fáa hann heim til Noregs.
204 s./heft
159,-
Krabbabøkur
Per Straarup Søndergaard
ANTON HEVUR LÍM UNDIR
SKÓNUM
Kom upp í træið! Vinirnir hjá Antoni sita ovast
í trænum. Anton vil fegin upp hagar, men
hann torir ikki. Hann hevur fingið lím undir
skógvarnar …
Reyður krabbi
32 s./heft
90,-
Anneli Klepp
MIA VERÐUR NJÓSNARI
-Skulu vit spæla? spyr Mia. - Nei, sigur
Tórur. Mia skilir einki. Men tá ið hon verður
Njósnara-Mia, skilir hon ALT!
Reyður krabbi
28 s./heft
88,-
Susanna Davidson
JÁKUP OG BØNASTONGIN
Jákup og mamman eru fátæk, tey hava
ongan mat og ringar vónir um framtíðina ...
til Jákup hittir ein lítlan mann við nøkrum
gandabønum.
Reyður krabbi
48 s./heft
90,-
Katrine Marie Guldager
ÆSA VIL EINKI SIGA
Æsa er júst farin upp. Hon fær sær
morgunmat sjálv, smyr matpakkan
sjálv, vekir mammu sína við at rópa:
Hallóóóóóóóóóóóóóóó! Men mamma Æsu
hoyrir hana ikki. Tað er yvirhøvur eingin, sum
nakrantíð hoyrir tað, sum Æsa hevur at siga.
Reyður krabbi
50 s./heft
96,-
Bókadeild Føroya Lærarafelags