Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-14, síða 52
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. november 2017síða 52

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. november 2017 28 Sosialurin Nám Súluspøl Tað skal vera stuttligt at læra Súluspøl eru ætlað at stuðla børnum í fyrstu lesi- og stavimenningini, og tey kunnu spælast heima, í dagstovni, forskúla og skúla. Ikki minst eru spølini væl egnað til útisetafamiljuna við børnum, sum skulu læra føroyskt ella ikki gloyma móðurmálið. Spølini miða ímóti at gera børn meira ljóðliga ansin og at menna teirra vitan um bókstav og ljóð. Tað eru Gunvør Højgaard og Osvald Jacobsen, sum hava gjørt øll spølini í Súluspøl. Tað skal vera stuttligt at læra at lesa og stava. Í spæli kunnu venjingar endurtakast aftur og aftur, og børnini gerast betri og betri, samstundis sum tað er spennandi og avbjóðandi.. Súluspøl eru til sølu fyri serprís fram til jóla. Tá kosta tey 398,- (vanligur prísur er 585,-) 398,- Føroysk søga 1 – nú sum pBók Føroysk søga 1 viðger tíðarskeiðið 1750- 1914 í føroyskari søgu. Millum evnini, ið verða við­gjørd eru Vágsbotnshandilin, Nólsoyar Páll, gamla bygdasamfelagið í 19. øld, fríhandil, sam­felagsbroytingar síðst í 19. øld og tjóð­skap­arlig veking. Jóan Pauli Joensen hevur skrivað tekstin, og Ole Wich hevur teknað og savnað inn myndir til bókina. Bergur Rasmussen, lærari, hevur skrivað læraravegleiðingina og gjørt uppgávur til tilfarið. Føroysk søga 1, sum pBókin við 3-ára sBóka­ haldi, kostar 248,- kr. Keypir tú 10 ella fleiri kostar hon einans 238,- kr. Hon kann keypast her. úr 238,- Føroyinga søga í nýggjari týðing Føroyingasøga hevur eitt heilt serligt pláss í føroyskari mentanarsøgu. Teksturin varð fyrstu ferð týddur til føroyskt í 1832, og síð­ani eru fleiri týðingar og fleiri útgávur komnar av søguni. Nú hevur Eivind Weyhe, granskari, týtt Før­ oyinga­søgu av nýggjum. Týðingin fylgir upp­ runa­tekstinum nærri, enn tær eldru týðing­ ar­nar gera, samstundis sum roynt verður at end­urgeva søguna í einum nútíðarligum mál­búna. Umframt sjálva Føroyingasøgu er rúgvismikið fakligt tilfar til áhugaða lesaran. Í útgávuni eru áleið 440 fótnotur við frágreiðingum um ymisk viðurskifti, bæði av málsligum og inni­haldsligum slag. Navnalisti við síðutølum lætt­ir um at finna, har persónar og støð koma fyri í søguni. Og aftast er prentað vísindagrein, sum viðger søguna meira djúptøkið. Bók­in er 210 síður, kostar 398 kr. 398,- Rúmdin Rúmdin sigur livandi frá stjørnufrøðisøguni, sum var tað ein spennandi krimisøga, heilt frá grikskum heimspekingum til nútíðar vitan um Big-Bang og myrkt tilfar. Við tryggum penni, og fotomyndum og tekn­ingum í hópatali, leiðir høvundurin okkum eftir nógvum rókum í stjørnufrøðini seinastu 25 øldirnar. Umframt at greiða frá teimum vanligu stjørnufrøðifyribrigdunum viðger bókin eisini orsakir til ístíðir á jørðini og lívsvánir í rúmdini. Aftast í bókini er vegleiðing til teirra, sum hava hug at læra seg nakrar kendar stjørnumyndir og at finna veg á himmalhválvinum. Eisini er listi við frágreiðing um serstøk frøðiorð. Vit fáa innlit í, at frøðin um himmalrúmdina eisini fevnir um jarðbundin viðurskifti sum svik, treiskni, agg og persónliga forfylging. Við teimum nógvu persónsupplýsingunum fáa vit sett andlit á tey, sum gingu undan og eiga leiklut í søguni um rúmdina. Rúmdin er bók, sum fevnir breitt og er í fleiri løgum. Lesarin kann gleða seg at verða førdur inn í ein spennandi heim við einum framúr frásøgumanni sum ferðaleiðara. Bókin kostar 398,- kr. 398,- Sissal Kampmann 4 D, yrkingar 168,- Mentanargrunnur studentafelagsins  Jóanes Nielsen yrkingasavn, Gudahøvd Tekstirnir eru bæði fúlir, viðkvæmir og fullir av innliti - ofta í eini og somu yrking. Einstakar yrkingar taka støði í gerandisupplivingum sum við kokkunum Brødrene Price og fara haðani niður í kenslunnar dýpdir. Fimmhundrað árið fyri reformatiónina verður hildið, og eg'ið fær vitjan av Luther og Melanchton, sum hann ikki altíð er so fegin um. 178,- Heðin M Klein Vøluspá Vøluspá er eitt hitt fremsta forn­norrøna kvæðið í Eldru Eddu. Ja, helst er tað júst hetta kvæðið, sum ber av øllum hin­um. Við sínum út- og dýpdarsýni og í skaldsligari dygd er hetta sjónborna skaldaverkið merkisvert meistaraverk og eitt munagott norrønt ískoyti til heimsbókmentirnar. 148,- Paulina Eliasen brodering til tjóðbúnan Rithøvundurin hevur í meira enn 30 ár undirvíst í brodering og serstakliga nógv í brodering til tjóðbúnan.Eins og í fyrru bókini sigur hon frá,hvussu hon broderar,og við einari rúgvu av litmyndum verður víst,hvussu til dømis sama mynstur fær ymiska útsjónd við ymsum litum.Paulina M.K. Eliasen vísir á, at vit í Føroyum eru heppin at hava ein tjóðbúna, tí so eru vit altíð klár at klæða okkum til serligar dagar. 289,- Sissal Kampmann Sunnudagsland Ljóstornini í gamla missiónshúsinum stóðu á varðhaldi, meðan tóma skipasmiðjan, har hvøllu ljóðini frá amboltinum, ið sungu sum glintandi hógvar á stáli, og hvæsandi neistarnir frá sveisingartólunum vóru ljóðmyndin til barndómin og ungdómin, tigandi eygleiddi deyðsdráttin hjá grannvónini við krossins merki á hvørjum fingri móti ýlandi, heitu ódnini, sum við spískum tonnum sveipaði flensandi gjøgnum bygdargøturnar. Tey sóu hann øll doyggja standandi. 168,-