týsdagur 14. november 2017síða 53
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mikudagur 15. november 2017
Sosialurin
Sprotin
Føroyingur við ongum flaggi
(greinasavn)
Høgni av Heiði
Høgni av Heiði skrivaði ímóti kristindómi í
eina fjórðingsøld. Í 1994 kom bókin Prestar
og Profetar út við 18 av teimum fyrru
greinunum, og nú kemur so henda bók við
ikki færri enn 28 útvaldum greinum frá
teimum seinnu árunum
.
198,-
Hjarta myrkursins
(skaldsøga)
Joseph Conrad
Hjarta myrkursins er ein illkøld og skakandi
frásøgn um ræðuleikar, ið fara fram í Kongo
tað tíðarskeiðið, tá ið hjálandaveldi koma í
hæddina í 19. øld.
Søgan viðger ta ørkymlan, sum búskaparliga,
samfelagsliga og politiska eyðræningin í
Afrika hevur við sær.
Samstundis fáa vit innlit í ta skelkandi
framferðina, sum hetta elvdi til.
198,-
Jákupslon
(skaldsøga)
Alaa Al Aswany
Í 1934 bygdi ein múgvandi armeni,
Yacoubian, eina stóra lon miðskeiðis í Kairo.
Henda lonin, sum enn stendur, er karmur
um skaldsøguna og samstundis ein mynd av
egyptiska samfelagnum.
248,
Tann lítli
drongurin
og beinagrindin
(Yrkingar)
Beinir Bergsson
Eftir at pápi var deyður, dugdi eg ikki at seta
orð á mína støðu,
men royndi kortini.
Eg varð noyddur at lýsa meg sjálvan sum
okkurt annað;
alt annað var ov torført.
Summar dagar var eg eitt svart hol,
aðrar dagar hevði eg einki heiti,
og av og á var eg krabbameinið, ið drap pápa.
Eg hevði eisini krabbamein,
men eitt øðrvísi slag.
Eingin sá, at eg var sjúkur,
uttan eg.
Mítt krabbamein hevði nøkur ávís eyðkenni.
Tað skapaði fleiri svørt hol í mær.
Tað hvarv og kom aftur, áðrenn eg visti.
148,-
Tær bestu
(stuttsøgur)
Kjell Askildsen
Kjell Askildsen gongur undir heitinum
høvundanna høvundur í Noregi. Tað hevur
sínar grundir.
Hesar stuttsøgurnar eru allar meistaraverk.
Kjell Askildsen hevur sagt, at hann er
langrøkjutur, skrivar tepurt og knapt, oyðslar
ikki við orðum. Hvør einstakur setningur
lokkar sítt framhald fram. Hann kennir ikki
søguna frammanundan, men letur ein setning
taka annan setning við sær, og soleiðis
sprettur søgan.
248,-
Tíggjundi maðurin
(skaldsøga)
Graham Greene
TÍGGJUNDI MAÐURIN maðurin er ein
skaldsøga, ið fer djúpt inn í ta angist, sum
elvd er av svikagerð og lygn. Bregdað inn í alt
er eisini ein søga um dirvi og offur.
Í seinna heimsbardaga í Fraklandi verða
nakrir menn tiknir og tveittir í eina fangalegu.
Ein dagin sigur týski fangavørðurin við teir, at
tríggir teirra verða skotnir í lýsingini, og teir
skulu sjálvir gera av, hvørjir teir tríggir skulu
vera.
198,-
Ævisøga - Dagbók - Brøv
(ymsar útgávur)
Tomas Espedal
Tomas Espedal um bøkurnar:
ÆVISØGA: Ævisøgan, er søgan um ein
sjálvan, sum ein annar skrivar. Eg vildi skriva
um ein annan, men hann var eg. Ævisøgan
kenst aftur sum tekstaslag. Hon byrjar í eini
gøtu, einum húsum. Byrjar við uppvøkstri, og
síðan verður alt drigið inn í skrivingina.
DAGBÓK: Eg helt fram við dagbókini, sum
er skrivað til sín sjálvs! Hon skal ikki hava
nakran lesara. Hon er privat. Tað var ein
ertandi tanki at skriva eina ektaða dagbók,
sum síðan skuldi koma fyri eyguni á øðrum.
BRØV: So skrivaði eg brævið, sum vendir sær
beinleiðis til ein annan, bara ein. Eg hevði
skrivað til mín sjálvs í dagbókini, og so vaks
„tú“ fram. Brævið er ein tú-bók, og henda
bókin er ein bøn. Har kundi saktans bara
staðið „Kom aftur til mín.“ „Eg sakni teg.
Ver skjót aftur.“
248,-
Føroysk sagnasøga
(ymsar útgávur)
Jakob Jakobsen
SAGNASØGAN, sum her er týdd, kom út
á H. N. Jacobsens forlagi á donskum í 1904
og varð prentað í Keypmannahavn við
heitinum FÆRØSK SAGNHISTORIE med en
indledende oversigt over Øernes almindelige
Historie og Litteratur.
Sagnasøgan var ætlað ríkisborgarum, sum
vóru ókunnigir í føroyskum máli, men áhugaðir
í føroyskum viðurskiftum, og hon er eitt stytt
úrval av serligum søgnum, sum kann geva
hugmyndir av samfelagsligum viðurskiftum og
fólksligum umstøðum her norðuri í gomlum
døgum.
198,-
Bláni á Reyðafelstindi
(yrkingar)
Christian Fróði Djurhuus
DUNGANSVÍK
her spældi eg mær
barnaár
við stein og
dungansklett
og aldist upp í
dýrdarvár
tá sólin ei var sett
og minnir koma fyri
meg
og kalla á sín fund
tí kyknar mær í
sálini
eitt smíl á summarstund
148,-
Leitingin eftir Sjúrði
Jorsalafara
(ymsar útgávur)
Øystein Morten
Sjúrður Jorsalafari var fyrsti evropiski
kongurin, ið gjørdi krossferð.
Søgurnar um hansara óttaloysi og mongu
sigrar hava gjørt hann til eina av teimum
størstu hetjunum í norskari søgu.
Í 1108 stóð hann sum átjan ára gamal á
odda fyri einum skipafylgi, ið taldi 60 skip,
sum legði út av Bergen og setti kós ímóti
Jerusalem.Øystein Morten ger norsku og
útlendsku keldurnar um Sjúrð livandi og setur
tær inn í nýtt samanheingi.
Hetta er søgufrásøgn, tá ið hon er allarbest!
198,-
Hevndin úr havsins dýpi
(Krimi)
Steintór Rasmussen
Forvitin kvinna bindur sjáldan frið!
Tað er góðveður um alt Føroya land, og seks
bindiklubbakonur hava leigað eini góð hús við
Gjógvará, har tær skulu njóta eitt hugnaligt
vikuskifti.
---
Hetta er onnur bókin í røðini Deyðin fer i
bindiklubb
278,-