Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-14, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. november 2017síða 54

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. november 2017 30 Sosialurin Seyður í søgu og veðri (ymsar útgávur) Helgi í Brekkunum Teir máttu duga at eygleiða og vita, hvussu veðrið fór at arta seg. Sambandið millum seyðamenn og seyð hevur altíð verið serligt.  Hvussu veðrið hevur hóreiggjað sær og týnt burtur av fylgjum seinastu øldirnar, greiðir Helgi frá.  348,- Jóannes Patursson (ymsar útgávur) Hans Jacob Debes Fáur maður í nøkrum landi man hava ávirkað samtíð sína so nógv í landi sínum sum Jóannes bóndi Patursson í Kirkjubø. Eingin kann skilja innihaldið í stórum pørtum av nýggjaru søgu Føroya uttan at vita nakað um hann. Í hesi bók verður gjørd ein roynd at lýsa fyri yngri ættarliðum persónin og persónleikan Jóannes Patursson. --- Hetta er broytt endurútgáva av 1991-útgávuni. 248,- LISTAMÁL - Tekstir úr tíggjunum um list og mentan (list) Kinna Poulsen LISTAMÁL er eitt úrval av greinum hjá Kinnu Poulsen, sum fevnir um viðtal við listafólk, ummæli og tíðargreinar, umframt hópin av myndum, sum spegla okkara mentan og list seinastu árini. 348,- Heimurin, ið var - Endurminningar hjá einum evropeara (ymsar útgávur) Stefan Zweig Undirgangssøgan hjá Zweig er ein ávaring til okkara egnu tíð. Henda bókin er ikki bara undirgangssøga um Evropa, men ein skakandi vitnisburður um, hvussu djúpt vit kunnu søkka - og hvussu ófatiliga skjótt tað kann ganga. Meistaraverkið "Heimurin, ið var" hevur verið kallað longsta sjálvmorðsbræv í bókmentasøguni. Bókin varð til, ímeðan Zweig flýddi undan nasismuni fjart frá sínum kæra Wien. Fyrst flýddi hann til Onglands, síðan til Brasil. 348,- Her ruggar ikki rætt (skaldsøga) Martina Haag Tað er sjáldsamt at lesa eina bók, har sorgin er so nakin, tí hon lýsir eirindaleyst, hvussu tað kann vera at liva við ótta, og hvussu meint eitt samlívsslit kann vera fyri tann, sum verður settur eftir ímóti sínum vilja. 248,- Ferðamaður í egnum heimi (yrkingar) Tóroddur Poulsen Tóroddur Poulsen er ferðamaður í egnum heimi Poetiski og listarligi heimurin hjá Tóroddi Poulsen er bæði sjáldsama samanhangandi og fjølbroyttur og í nýggja savninum tekur hann enn eitt stig móti teirri fullkomnu abstraktiónini, samstundis sum hann er heilt niðri á jørðini, tá ið hann á gløggskygdan hátt viðmerkir nútíðarsamfelagið. 248,- Úr myrkrinum (list) Kinna Poulsen "Úr myrkrinum" eitur nýggj bók um listamannin Tórodd Poulsen, sum Kinna Poulsen hevur skrivað. Heitið sipar til eina tráan hjá listamanninum at koma upp í ljósið, men bókin er eisini ein lýsing av einum avantgardulistamanni og hansara samtíð. Kinna Poulsen hevur fylgt við listamanninum og ummælt hansara verk í tjúgu ár, og henda bókin er eisini grundað á alt tað, hon hevur skrivað um hann í tíðarskeiðinum 1997- 2017. Bókin snýr seg um yrkingar, myndlist og tónleik eftir Tórodd Poulsen, og um hvussu hansara verk  hava verið fagnað. 348,- Tá ið trøll fara á flog (ymsar útgávur) Fríð Tá ið trøll fara á flog er ein lýrisk frásøgn, sum fer fram í Føroyum. Kann líkið av einum barni fáa tvær ættir, sum leingi hava ligið í stríði, at sættast? Kunnu børn fáa fedranna fíggindskap at leggja seg?  248,- Við tokka og tykki (yrkingar) Christian Fróði Djurhuus Tíðirnar broytast, og vit broytast við, og mitt í hesi broyting rundan um meg hevur ein munandi betri tilvera tikið búgv innast í mær sjálvum. Eitt fríari frælsi og ein avløgd byrða, sum hevur elvt til, at tað er vorðið lættari at mynda mín hugaheim. Men hesar yrkingar og hugleiðingar eru støður, ið hava sítt upphav frá teimum mongu góðu og positivu menniskjum, sum eg havi havt gleðina av at hitt hesi seinastu tvey árini. Sumt er atfinnandi, og annað er lýst frá mínum skapandi hjarta, at lýsa tað vakra, so væl sum eg nú einaferð havi lagt meg eftir. 148,- OG (yrkingar) Oddfríður M. Rasmussen Og upp úr sólini kemur jørðin Sníkjandi sum ein øvutur dagur Og tey bæði fáa alt við Og vilja sleppa at dansa Dansa    Og dansa meðan ongin sær 148,- Boðskapurin í trænum (list) Nils Ohrt Jesus úr Nasaret - ein kirkjuprýðan eftir Edward Fuglø Saman við nógvu bæriligu myndunum lýsir teksturin søgurnar í relieffunum og tann týdning, tær hava. Eisini verður greitt frá, hvussu relieffini vórðu gjørd, teirra tilknýti til listina hjá Edwardi annars og tann kristna myndaheim, sum hevur givið honum íblástur. Bókin fæst á føroyskum, donskum og enskum. 398,- Kjak undir krígnum (greinasavn) Bergur Rønne Moberg (ritstj.) Greinirnar í hesum savni hava staðið í "Føroyar í dag", sum var ein teigur í Føroya Social-demokrat í 1943 og 1944. William Heinesen og Heðin Brú ritstjórnaðu og skrivaðu.  Bergur Rønne Moberg hevur skrivað inngang. Endamálið er at lýsa greinirnar sum eitt intellektuelt og flokspolitiskt óheft íkast mitt í einari grovliga politiserandi samtíð. 248,- Sprotin